Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juli 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 133 - 15. juli 2009 Nú pensionistar fáa minni stuðul til heilivág frá sjúkra­ kassunum, kann vandi vera fyri, at summi fara at gevast við at taka neyðugan heili vág, heldur Sig­ vald Kristiansen, for­ maður í Landsfelag Pensionistanna Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo 1. juli gjørdist tað enn dýrari at vera pensionistur í Føroyum. Tá komu í gildi nýggjar kunngerðir um, at stuðlin frá sjúkrakassunum til pensionistar minkar í sambandi við keyp av heili­ vági. Frammanundan skuldu pensio nistarnir gjalda tær fyrstu 200 krónurnar um ársfjórðingin sjálvir, men nú skulu teir gjalda fyrstu 400 krónurnar. Pensionistar, sum hava inntøku høgri enn fulla fólka pensión og frá Sam­ haldsfasta, skulu gjalda tær fyrstu 600 krónurnar um ársfjórðingin sjálvir. Pensionistar hava frammanundan lítið at liva av, og tí svíður henda broyt­ ingin. ­ Hetta er ógvuliga keðiligt, og tað rakar meint hjá pensionistum, sum hava varð andi sjúkur at stríðast við, sigur Sgvald Kristian­ sen, formaður í Landsfelag Pensionistanna. Hann hugsar um fólk við gikta­ ella hjartasjúkum, fólk vi sukursjúku, ella tey hava ov høgt blóðtrýst. ­ Enn hava vit ikki hoyrt so nógv frá pensionistum um hetta, men broytingin er eis ini so nýliga gjørd, sigur Sig vald Kristiansen. Svíður hjá pen sion istunum Stóra ávirkan Hann ivast ikki í, at broytingin fer at merkjast, tí í mun til inntøkuna hava pensionistar nógvar úteiðslur hvønn mánað at gjalda. ­ Av tí at tey sita so hart í tí, er vandi fyri, at summir pensionistar fara at gevast at taka neyðugan heilivág, ið tey mugu taka fyri at halda sjúkum niðri, og tað kann vera vandamikið, sigur Sigvald Kristiansen. Landsfelag Pensionistanna fekk uppskotið til kunngerðina til hoyringar, og felagið mótmælti, men tað hevði onga ávirkan. Avgerðin var tikin. Donsk dubbing í Arktis Danmark brynjar seg hernaðarliga í økinum við Norðpólin, soleiðis sum Kanada og Russland eisini ætla sær at gera. Berlingske Tidende skrivar, at allir flokkar á Fólkatingini við undantak av Eindarlistanum hava samtykt, at Danmark skal skipa eina serliga deild í tí arktiska økinum. Deildin skal so brúkast til átøk í Grønlandi ella til altjóða uppgávur í póløkinum, skrivar blaðið. Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kuupik Kleist, sigur KNR, at Grønland hevur ongan áhuga í einari hernaðarligari dubbing í økinum, men um tað snýr seg um havumhvørvið og eftirlit, er ætlanin skilagóð, sigur hann. H1N1 fer at raka vinnulívið Fáa tey rætt, sum siga, at fjórði hvør dani kann fáa H1N1, kann sjúkan kosta tí danska vinnulívinum fleiri milliardir krónur. Kanningar hjá danska arbeiðsgevarafelagnum vísa, at H1N1 kann elva til 2,1 milliónir fleiri sjúkradagar enn eitt vanligt ár, og tað fer at kosta 3,3 milliardir krónur, skrivar JyllandsPosturin. Ein talsmaður hjá danska ídnaðarfelagnum sigur, at sjúkan er búldur oman á sár, tí nógvar vinnufyritøkur hava longu stórar trupulleikar orsakað av fíggjarkreppuni. Talsmaðurin mælir øllum fyritøkunum til at leggja ætlanir um, hvat skal gerast, um sjúkan fer at breiða seg so nógv, sum summi vænta. Hans Pauli Strøm kundi bara havt biðið um milliónirnar, sum hann brúkti ov nógv, sigur tingmaðurin Torbjørn Jacobsen. Hann vísir aftur, at hann ella onnur hava nakað persónligt móti fráfarna lands stýris­ manninum Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Spurnartekn verður sett við, hví landsstýris mála nevnd in bara staðfesti meir nýtsluna hjá Hans Paula Strøm, lands stýris manni og ikki meirnýtsluna hjá øllum hinum landsstýrisfólkunum, sum eisini hava brúkt meira, enn játtað var á fíggjar­ lógini. Torbjørn Jacobsen, ting­ mað ur sigur orsøkina vera ta einføldu, at í hesum føri­ num var meirnýtslan serliga grov. Landsgrannskoðarin tók málið upp, og fíggjar­ nevndin tað sama. ­ Tað einasta, sum lands­ stýris málanevndin gjørdi, var at staðfesta út frá somu tøl um, sigur Torbjørn Jacobsen. Hann heldur einki løgið vera í, at nevndin ikki hugdi at meirnýtsluni hjá øðrum lands stýrisfólkum, sum hava verið, tí tað tænir ong­ um endamáli at fara eftir fólkum, sum ikki longur eru landstýrisfólk. At Helena Dam á Neystabø verð ur nevnd í yvirlitinum yvir landsstýrisfólk, sum hava brúkt ov nógv, og nú aftur er landsstýrisfólk, hevur Torbjørn Jacobsen onga viðmerking til. Kundi fingið sær heimild Hann vendir aftur tilat tosa um, hvussu stóra upphædd Hans Pauli Strøm sum landsstýrismaður brúkti meira, enn játtað var á fíggjar lóg og eyka fíggjar­ lógum. ­ Men var ikki ov lítið játtað til málsøki hansara? ­ Tað kann gott vera, men vit mugu minnast til, at eingin landsstýrismaður hev ur meira pening, enn játtaður er á fíggjarlógini. Henda meirnýtslan er út yvir fíggarlóg og eyka játt­ anarlógir. Hans Pauli Strøm gjørdi onga roynd at biðja um hasa upphæddina, sigur Torbjørn Jacobsen, sum skýrir Hans Paula Strøm fyri at vera arrogantan, tá ið hann av tingsins røðarapalli segði, at løgingið kundi gloyma alt um sparingar á hans ara øki. Torbjørn Jacobsen vísir aftur, at hann hevur nakað persónligt móti Hans Paula Strøm. ­ Hetta er ikki nakað persónligt. Tað snýr seg bara um disiplin, tí lands­ sýrisfólkini mugu hava heim ild til peningin, sum brúkt ur verður, sigur Tor­ bjørn Jacobsen. Skil má vera á peninga nýtsluni Hans Pauli Strøm kundi roynt at fingið sær heimild til upphæddina, sum brúkt var ov nógv, sigur Torbjørn Jacobsen