Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juli 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 133 - 15. juli 2009 Javnaðarflokkurin hevur leingi sýnst rættiliga troyttur, og tí er møguleiki fyri, at okkurt rímiliga óroynt og frískt umboð kemur í lands­ stýrið fyri Hans Paula Strøm AnAlysA Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Javnaðarflokkurin hevur sitið leingi í samgongu eftir hondini, og fólkini í flokk­ inum síggja rættiliga móð út. Tí kundi hugsast, at onk­ ur av teimum ikki beinleiðis ókendu í flokkinum, men kanska minni kendu og minni móðu tekur við sess­ inum eftir Hans Paula Strøm, sum legði frá sær mánadagin, eftir stríðið um meirnýtsluna á 171 milli­ ónir krónur seinastu árini. Hinvegin peikar Vilhelm Johannesen, fyrrverandi landsstýrismaður og løg­ tingsmaður, á Vágaportalin­ um á Eyðgunn Samuelsen og Katrin Dahl Jacobsen. Grundgevingarnar hjá Vilhelm Johannesen síggja eisini rættiliga greiðar út, við at tað verður onkur úr tingmanningini, tí so er framvegis umboð í Suðuroy. Jóannes Eidesgaard, for­ maður í flokkinum hevur eisini fyrr nevnt, at hann hevur grundhugsanina, at tað er onkur í tingmanning­ ini, sum er fyrsta val. Skal tó leitast eftir nýggj­ um blóði, so kundi hugsast, at Vilhelm Johannesen ikki skal leita so langt, tí sonur hansara, Aksel Johannesen, hevur borið seg væl fram fyri flokkin, tá hann hevur havt møguleikan, og hevur eisini verið róstur úr øðrum flokkum. Hann er í løtuni fyrsti eykamaður hjá flokkinum á tingi, og hevur tí verið at síggja á tingi nakrar ferðir, og har hevur hann ofta gjørt ein góðan figur. Javnaðarflokkurin hevur ikki havt til vana, at velja fólk uttanfyri tingmanning­ ina, men Aksel Johannesen hevur verið rímiliga nógv við, so kanska verður tað hesaferð, at Javnaðarflokk­ urin velur onkran uttanfyri. Krúnprinsurin eisini við John Johannesen er sjálv­ andi ikki heilt uttanfyri møguleika, tí hann hevur verið virkin rættiliga leingi í politikki, og verður ofta nevndur krúnprinsurin í flokkinum. Hóast støða hansara er viknað eitt sindur seinastu tíðina. Men hann hevði helst ikki takkað nei til ein landsstýrissess. Verður onkur politiskt ungur persónur valdur av flokkinum, so stingur trupul­ leikin seg eisini upp, at Mikkjal Sørensen, sum hevur sitið á tingið seinastu tíðina, tí so nógv fólk hava verið í landsstýrinum, rýkur út. Og so er onki umboð fyri Javnaðarflokkin í Suð­ uroy í tingmanningini. Hinvegin er Hans Pauli Strøm, sum kemur aftur í tingbólkin, úr Suðuroy, so kanska tað vigar hinvegin, at tað ber til at taka onkran uttanfyri vanligu tingmann­ ingina. Men kanska er undirtøkan hjá Javnaðarflokkinum í Suðuroy minkað so nógv, at flokkurin í fyrstu atløgu velur at sleppa oynni. Helst ikki onnur Skuldi tað tó verið soleiðis, at onkur í tingbólkinum skal veljast, so eru Gerhard Lognberg, Andrias Petersen og Mikkjal Sørensen. Ongin av hesum hevur veruliga verið upp á tal til landsstýrissessin. Gerhard Lognberg hevur helst ikki so stóran áhuga í einum sessi í Heilsumálaráðnum. Andrias Petersen hevur havt sessin, og tað er helst onkur í flokkinum, sum kundi hugsað sær, at hann fekk sessin. Men hann er eisini komin nakað upp í árini og hevur helst hug at starvast sum lækni av og á eisini. Skuldi onkur úr ting­ manningini verið valdur, so er Mikkjal Sørensen, eitt av lakastu boðunum, tí grund­ gevingin við Suðuroy dettir heilt á gólv. Tí kunnu vit gita, at bestu boðini í løtuni eru Aksel Johannesen, Katrin Dahl Jakobsen og Eyðgunn Samuelsen, samstundis sum John Johannesen stend­ ur sum ein outsidari. Men tað kann sjálvandi henda, at Javnaðarflokkurin brýtur púra upp úr nýggjum og vel­ ur onkran annan, men hetta er lítið sannlíkt. Allarseinasti møguleikin er tó at koyra Helenu Dam á Neystabø í Heilsumálaráðið, har hon fyrr hevur verið, og so kann Hans Pauli Strøm fara í Mentamálaráðið, tí har hevur Hans Pauli Strøm onga meirnýtslu, og hevur ryggin frían. Nýtt blóð stýra heilsuni Brúka útbúgvingina í Grønlandi Ein spurnarkanning millum lesandi grønlendingar í Danmark vísir, at tey flestu ætla sær aftur til Grønlands eftir lokna útbúgving at brúka útbúgvingina har. Hetta er ikki tann sama myndin, sum hevur verið í summum fjølmiðlum, tí har hevur niðurstøðan verið júst tann øvugta, sigur grønlendska kringvarpið KNR. Tann nýggja kanningin, sum felagið hjá lesandi grønlendingum í Danmark hevur gjørt, vísir, at bara fimm prosent ætla sær at verða verandi í Danmark, eftir at tey eru liðug við útbúgvingina. Tað skal tó viðmerkjast, at bara 100 av teimum næstan 500 limunum í felagnum tóku lut í kanningini. Bilasølan minkað nógv Donsku bilasølurnar kæra seg framvegis um, at sølan bara minkar, og tølini fyri juni mánað vóru ikki serliga góð. Per­ sónbilasølan minkaði 35 prosent samanborið við juni í fjør. Men uppaftur verri var við vørubilasøluni, sum var heili 64 prosent minni enn í juni í 2008. Lastbilar ganga heldur ikki sum heitt breyð. Í juni vórðu 281 nýggir lastbilar skrásettir ímóti næstan 600 í juni í fjør. Korttini tykist tað, sum at tølini eru vorðin meiri støðug teir seinastu mánaðirnar, og tað gevur bilasølunum eitt ávíst bjartskygni, sigur Tejs Laustsen Jensen, sum starvast hjá bilasølufelagnum, við Ritzau. Onkursvegna sýnist Aksel Johannesen at vera eitt gott boð til tóma landsstýrissessin, men pápi Aksel Johannesen peikar á Eyðgunn Samuelsen og Katrin Dahl Jakobsen