Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juli 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 133 • 15. julil 2009 1. partur Tað gekk ikki væl við hansara børnum. Tey flestu doyðu undan honum, og fleiri teirra doyðu undir dramatiskum umstøðum. Men sum ofta her, tá skrivað verður um eitt mál, so kemur meira undan kavi. Tí kunnu vit geva eina meira útgreinaða lýsing av søguni hjá Faktorinum. Í frásøgnini um Sophus, son Faktorin, varð sagt um son hansara Egil Henning, at hann ikki skuldi vera andaliga fullførur. Tað kann staðfestast, at einki er meira skeivt enn tað. Aftaná nevndu grein fingu vit upplýst, at tað lá eftir Egil ein dagbók, sum hann byrjaði at skriva 1. desember 1916, og sum hann helt á við fram til 1. januar 1919 sum hann doyði 14. februar. Henda dagbók er høvuðsgrundarlagið fyri hesi og komandi pørtum av Miðvikuni. Her sæst, at Egil hevur verið sera gløggur. Hann hevði eina vakra hondskrift, og hann skrivaði feilfrítt danskt. Onkrar setningar hevur hann á føroyskum inn ímillum, og tað var eisini á góðari leið. Egil hevði eisini eina greiða meining um viðurskiftini. Eitt dømi um, hvussu framma­ laga hann hevur verið, sæst á tí, at hann hevur havt stempul við sínum navni. Tað hevur neyvan verið vanligt tá. Tað sæst eisini á myndum av honum, at hann hevur verið ein vakur unglingi. Men hinvegin hevur hann verið likamliga sjúkur. Tað er hjartanem­ andi at lesa nærum dag fyri dag, hvussu tað gongur niður á bakka uttan at hann tykist at missa mótið. Dagbókin byrjar við, at Egil er komin til Danmarkar at fáa viðgerð fyri sína sjúku. Vit fara at endurgeva brot úr dagbókini saman við viðmerkingum. Dag­ bókin vísir ein ungan drong við góðum gávum, men sum var sera darvaður av sjúku. Tað áhugaverda er, at her er tal­ an um eina søgu, sum ikki hevur verið alment kend fyrr. Men tað vísir seg, at fleiri í dag vita um Egil, so ella so. Dagbókin er eisini eitt íkast til lýsingina av Havnini fyri úti við 100 árum síðani. Tað er eisini áhugavert, at Egil greiðir gjølla frá, hvør ið vitjar hann. Hetta er fyrst og fremst ætt. Tað sigur nakað um ættarkenslu. Men so eru tað eisini nógv, sum hava havt samskifti við abban, Faktorin, sum koma inn á gólvið. Hetta lýsir eisini væl hansara “netverk”, og eisini at hesi handilsligu sambond við fólk í handlinum hava eisini rokkið til persónligan vinskap. Tí fara vit eisini at lýsa nakrar av hesum persónum við tí tilfari, sum er tøkt. Ættin hjá Johan Christian Men fyrst fara vit at geva eina nærri lýsing av ættunum hjá Johan Christian og Onnu Elisa­ beth. Tey eru havnarfólk sum nakar, og tey hava búð í sama grannalagi Havn. Tí hava tey eftir øllum at døma altíð kenst. Pápi Johan Christian var Johan­ nes Olavius Vang Djurhuus f. 1788 á Nesi. Hann festi vestara Húsagarð í 1813. Hann var fyrst giftur við Cathrinu Simonsdatter av Viðareiði. Hon fekk ein deyð­ føddan son 10.10. 1833 og doyði sjálv tríggjar dagar seinni. Johannes giftist aftur í 1816 við Malene Michelsdatter (1790­ 1863) av Velbastað. Tey fingu hesi børnini: A. Andreas Djurhuus f. 1817, giftur við Mariu Augustu Hagen f. 1814 úr Keypmannahavn. Hann var prestur í Suðuroy 1843­1850 og í Suðurstreymoy 1850­1867. Andreas er deyður í Keypmannahavn í 1879. B. Christen Michael Djurhuus f. 1819. Er helst deyður ungur C. Julianna Cathrina Djurhuus (1821­1892.) Er umrødd sum jomfru Djurhuus í fyrstu frásøgn­ ini um Faktorin. Hon var annars gumma til Johannes Olaus, son Faktorin D. Hans Olaus Djurhuus (1822­ 1866). Hann gerst bóndi á Vestara Húsagarði eftir pápa sín í 1858. Hann giftist við Cathrinu Margrethu Elisabeth Olsen (1826­ 1908). Tey fáa Johannes Michael (1851­1900), sum stendur til at vera skrivstovumaður. Hann hevur neyvan verið giftur og er Egil Djurhuus: Dagbókin hjá deyðsjúkum unglingi Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo ➘ Herfyri høvdu vit í røðini Hendur ið Sleptu fýra greinir um Faktorin í Klaksvík, Johan Christian Djurhuus og um hansara húski. Her var talan um eina lýsing av einum merkismanni, sum fyri 150 árum síðani fekk gongd á Klaksvíkina Egil Djurhuus, 18 ára gamal Skúlafelagir hjá Egil í Klaksvík í 1905. Fremra rað: Hjalmar Waag, Niclas Niclasen hjá Elini, Aksel Petersen hjá Petur bakaranum, Hans Pauli Klein, Hans Jacobsen hjá Johannes í Búðunum, Egil Djurhuus við sloyfu og húgvu, Esbern Johannesen, Johan Elias Jacobsen hjá Jóan Jakku i Búðunum, Josias Matras, Joen Joensen hjá Hanus á Gørðum, Sofus Larsen, Jákup Øster úr Havn. Aftara rað: Niels Petur Poulsen, Edvard Joensen, Christoffer Lützen, Kristoffur Jacobsen í Búðunum, Hans Waag, Richard Joensen hjá Gardar, Karl Joensen, Hans Biskupstøð, Jógvan Ziska, Justines Niclassen, Einar Waag, Jákup Joensen í Geilini