Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juli 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 12 nr. 133 • 15. julil 2009 jarðaður saman við mammu síni. Ein sonur Zacharias er føddur í 1857 og tykist eisini at vera deyður ungur. Tey fáa eina dóttir Margretha Elisabeth (1854-1937). Hon giftist í 1883 við tí 24 ár eldri Oliver Petræus Effersøe, son tann fyrsta Effersøe í Føroyum. Hann kom at fáa eitt serligt lív. Oliver var í 1864 í danska herinum, sum stríddist móti Týsklandi. Eitt kríggj, sum førdi til at Danmark tapti og misti stóran part av landinum. Tað finnast áhugaverd brøv frá Olivari, har hann greiðir frá, hvussu eitt kríggj gekk fyri seg tá á døgum. Tey fara vit at hava í eini komandi grein í røðini Hendur ið Sleptu. Hann kom aftur til Føroyar, giftist og gjørdist ein væl um- tóktur lærari í realskúlanum til hann doyði í 1897. Tey fingu fleiri børn. Ein dóttir var Elisabeth Margretha, vanliga kallað Dus. Hon flutti til Danmarkar, har hon eigur eftirkomarar. E. Maren Vangine (1824-1905). Hon giftist við Emil Kock, sum var sorinskrivari í Føroyum 1858- 1866. Emil Koch hevur skrivað fleiri greinir úr Føroyum, millum annað um Skora Pól, sum vit hava umrøtt í røðini Hendur ið Sleptu. Ein dóttir teirra Anna Dorthea Maria giftist við Christian Bærentsen, sum gjørdi fyrsti og einasti føroyski amtmaðurin frá 1897 til 1911. Hann hevur eisini verið umrøddur í røðini Hendur ið sleptu. F. Yngsta barnið gjørdist so Johan Christian Djurhuus, Faktorin. Ættin hjá Onnu Elisabeth Kona faktorin, Anna Elisabeth (31.12. 1830-1.6. 1911) var dóttir Jacob Thomassen Kjelnes, bók- haldara (1793-1863), giftur í Havnar Kirkju við Onnu Thomasdóttir f. 1796 í Hesti og deyð 22.4. 1868 í Havn. Tey fingu tvey børn. Umframt Onnu Elisabeth var tað Thomas Juul Kjelnæs (1826-1904), skómakari, sum var giftur við Henrikku Sofíu Poulsdóttir (1826- 1896). Tey vórðu gift í Havnar Kirkju 17.11. 1853. Tey fingu sjey børn, og summi av teimum síggjast nógv aftur í dagbókini. Børnini vóru: A. Anna (1854-1939), gift við Jacob Jacobsen (1853-1932), ættaður av Eystara Húsagarði. Tey búðu stóran part av ævini á Tvøroyri, har hann var lærari. Tey fluttu aftur til Havnar. Eru umrødd í Hendur ið Sleptu. B. Ludvig Poul (1856-1936). Fór ungur til Klaksvíkar at vera í handlinum hjá Faktorinum. Giftist við Malenu Johannesen f. 1872 úr Klaksvík. Tey fingu børnini Henrikka Sofía f. 1897 gift við Julius Theodor Askham (1898-1963, Thomas Juel f. 1902, giftur við Valborg Hansen f. 1912, Andreu Sofíu f. 1908, gift við Simon Vitalis Dahl f. 1905. Frá teimum er nógv ætt, eisini í Klaksvík. C. Jacob (1859-1942). Var ógiftur. Arbeiddi stóran part av lívinum hjá T.F. Thomsen á Tvøroyri, men kom aftur til Havnar síni seinnu ár. Er umrøddur í Hendur ið Sleptu. D. Súsanna Margretha (1861- 1945). E. Deyðføddur drongur í 1864 F. Anna Sofía Margretha (1866- 1928). G. Poul (1868-1946) giftist við Súsannu Mortensen av Tvøroyri (1877-1937). Tey fingu tvey børn Richard f. 1901 og Anna Maria Hjørdis f. 1906. Giftast í Havn og so til Klaksvíkar Keldan til teir nýggju upplýsingar í hesum parti av greinini er Johan Mikkelsen, sum granskar kirkjubøkurnar í Norðoyggjum. Johan Christian og Anna Elisabeth giftast í Havnar Kirkju 7. Juni 1858. Forlovarar eru tveir kendir havnarmenn A. C. Lützen og „afttægtsmand“ Just Jacobsen, gamli Júst á Húsum. Longu eina viku seinni flyta tey til Klaksvíkar, har tey sum kunnugt búgva í 50 ár. Um teirra børn kann sigast afturat tí tað, sum longu er greitt frá: Umframt tey sjey børnini, sum áður eru nevnd, fingu tey eina deyðfødda dóttir 29. desember 1862. Um sonin Andreas vita vit, at hann doyði í 1905. Men í 1904 fær ein genta í Klaksvík ein son, har hann samb. kirkjubókini verður sagdur av gentuni at vera pápin, men hann noktar, sum vanligt var í slíkum málum. Í dag er tað alment viðurkent, at gentan hevði rætt. Hesin sonur fekk eftirkomarar, sum helst eru einastu eftirkomarar eftir Faktorin. Men Andreas doyr longu árið eftir av krabbameini á Kong Frederiks Hospital í Keypmannahavn. Hann var sagdur at vera „Dampskibsekspeditør“. Hetta merkir, at hann hevur avgreitt rutuskip, sum hava siglt uppá Klaksvík. Dóttirin Anna, sum doyr í 1873, sjey ára gomul, verður søgd at vera deyð av „hjernelidelse“. Sonurin Hans Olaus, sum doyði í 1874, seks ára gamal er sagdur at vera deyður av „skarlagensfeber.“ Stórt hús Fólkateljingarnar vísa, at húsar- haldið hjá Faktorinum hevur verið stórt. Í 1860, tvey ár eftir at tey eru flutt til Klaksvíkar, eru tey 13 fólk í húsi. Tað eru tvær familjur. Inni hjá Faktorinum eru tey bæði Johan Christian og Anna Elisa- beth og teirra tvey elstu børn Magdalena og Jacob, 2 og 1 ára gomul. Nichels Lützen er „handels- betjent“. Síðan eru trý onnur tænastufólk. Hin familjan er Maren Elisa- beth og Jóan Petur Olsen (á Stongunum) við einari dóttir og tveimum tænastufólkum. Jóan Petur kom seinni at stovna egna forrætning í Klaksvík. Í 1870 eru tey 11 fólk í húsi. Nú er Jóan Petur fluttur út. Johan Christian og Anna Elisabeth eiga nú 5 børn. Tey eru nú fýra tænastufólk. Nichels er framvegis. Sum „tjenestekarl“ er Niels Lassen Johannesen, sum gjørdist pápi „amerikanaran“ Christian Johannes Lassen. Í 1880 eru tey framvegis 11 fólk í húsi. Nú eru bert trý av teirra børnum heima. Men tey hava ein 11 ára gamlan „plejesøn“ Johannes Jacobsen úr Kunoy. Men nú eru seks tænastufólk. Millum hesi eru tann 23 ára gamli Ludvig Poul Kjelnæs, sum er sonur Thomas Juel, beiggi konu Faktorin. Hervið er Kjelnæs navnið komið til Klaksvíkar. Nú er Nichels fluttur út. Í 1890 eru bert fimm fólk í húsi. Tey gomlu, ógifta dóttirin Magdalena, Ludvig Kjelnæs og ein 19 ára gomul arvbeiðsgenta úr Kunoy. Í 1896 giftist Ludvig við Malenu Johannesen f. 1872, og tey bygdu í Víkunum. Vanlukku giftan hjá Sofus Sofus giftist í Danmark við Huldu Christine Andersen. Tá sonurin Egil er føddur í 1898, kunnu tey vera gift í 1897. Tey koma til Føroyar sama ár, sum Egil er føddur. Men Hulda man ikki hava trivist í Føroyum. Tey verða separeraði í 1900, skild við hennara loyvi í 1903. Loyvi til at giftast aftur fær Sofus 11.1. 1906. Tann 17. mei 1906 giftist Sofus heima hjá sær sjálvum við „Pige Ida Elisabeth Henriette Rheinländer, 31 Aar. Datter af forhenværende Slagtermester Valdemar Johan Hans Rheinländer og Hustru Anna Severine f. Maxen af Frederiksberg. Født d. 27. Maj 1874, Frederiksberg.“ Forlovarar vóru pápin Johan C. Djurhuus og „handelsbetjent Ludvig Poul Kjælnes,“ sum jú arbeiddi hjá Faktorinum. Tað eru ábendingar um, at báðar konurnar hjá Sofus hava kenst, tí sagt verður, at tær ikki sótu væl um sátt. Tær vóru báðar úr Keypmannahavn, so tær kunnu hava kenst haðani. Men longu 31. oktober sama ár beinir Sofus fyri sær av „en stærk Gift indtagen gennem Munden.“ Sum áður greitt frá, var orsøkin til, at Sofus beindi fyri sær, hjún- aðarligir trupulleikar. Tað eru fá hjúnarløg, sum eru kollsigld so ➘ Fiskavasking hjá Jørgen Bech og Sønner, har Johan Christian var faktor, t.v.s. stjóri Úti í Klaksvík 1912, stutt eftir at Faktorin er givin í Klaksvík. Málningur Jógvan Waagstein Hesir fýra dreingirnir eru synir Faktorin: Jacob, Johannes, Andrias og Sofus. Men tað ber ikki til at siga, hvør ið er hvør