Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juli 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 133 - 15. juli 2009 Sunnukvøldið varð løgreglan boðsend niðan á Oyggjarvegin, tí ein maður var bliv­ in í øðini. Løgreglan mátti handtaka mann­ in og lata hann sova rúsin av í brummuni HANDTØKA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Um 23-tíðina fekk løgreglan boð um ein illan mann uppi á Oyggjarvegnum við frá- koyringina til Norðradal. Politirapportin segði einki um, hvat ósemjan millum handtikna mannin, sum var dýrandi fullur, og ein annan mann gekk út upp á, men sambært rapp- ortini var maðurin ikki til at tosa við, og tí gjørdi løgregl- an av at handtaka mannin. Hann varð førdur á løg- reglustøðina og har lagdur í brummuna at sova rúsin av sær. Hann varð leyslatin fyrra- partin mánadagin, og málið varð skrásett sum fyllskapur. Maðurin verður tí ikki ákærd- ur fyri nakað brotsverk. Illur maður handtikin Maðurin var ikki til at tosa við og annars ringur at fáast við Mynd: Ólavur Frederiksen Danir eta meiri fisk nú enn fyri trimum árum síðani, og teir innflyta fisk úr øllum heraðshornum. Men tað er torført at fáa eyga á føroyskan fisk í teimum donsku handlunum FisKiviNNA Orð og myndir Árni Joensen: arni@sosialurin.fo myndir: sosialurin Í áravís hevur læknavísindin greitt dønum frá, hvussu sunt tað er at eta fisk, og hagtølini tey seinastu árini vísa, at dan- ir eru so smátt farnir at lurta eftir ráðunum. Í einari upp- gerð, sum matvørustýrið í Keypmannahavn kunngjørdi herfyri, sæst, at danir eta alt- samt meiri og meiri fisk. Upp- gerðin er fyri árini 2005 til 2008, og har sæst, at í 2008 keyptu teir donsku brúkarar- nir fiskavørur fyri 3,7 milli- ardir krónur ella fyri 700 milli- ónir krónur meiri enn í 2005. Tað var júst í 2005, at danska heilsustýrið fór und- ir eitt eitt átak, sum millum annað mælti fólki til at eta fisk tvær ferðir um vikuna. Seinni tók fiskaídnaðurin líknandi stig við stuðuli frá donsku myndugleikunum og ES. Átøk virka - Matvørustýrið mælir fólki til at eta 200 gram av fiski um vikuna, og okkara kost- kanningar vísa, at nógvir danir høvdu havt gagn av at eta meiri fisk. Tað gongur tann rætta vegin, og átakið hjá fiskaídnaðinum hevur viðvirkað til, at fleiri eru farin at eta meiri fisk, segði Eva Kjer Hansen, matvøru- ráðharri, tá matvørustýrið almannakunngjørdi síni hagtøl herfyri. Átakið hjá myndugleikun- um og fiskaídnaðinum hev- ur havt við sær, at handlarnir eru farnir at leggja størri dent á at bjóða fólki eitt størri úrval av feskum fiski og lidnum fiskarættum, samstundis sum úrvalið av niðursjóðaðum og frystum fiskavørum er vaksið. Mat- vørustýrið ásannar, at fiska- vørurnar eru vorðnar heldur dýrari í handlunum, men at tað stóra úrvalið helst er viðvirkandi til, at sølan kort- ini er vaksin. - Fólk eru farin at hugsa meiri um tað, sum er gott fyri heilsuna, hóast tað kanska kostar meiri, og tað sæst aftur á áhuganum fyri fiskavørunum. Tølini vísa eisini gongdina. Í 2002 ótu danir 133 gram av fiski í meðal um vikuna, og í 2006 ótu teir knappliga 150 gram í meðal, sigur Lone Marie Eriksen í fiskiídnaðarfel- agnum, sum ásannar, at enn restar nakað í, áðrenn danir gera eftir tilmælinum um at eta millum 200 og 300 gram av fiski um vikuna. Einki føroyskt Sosialurin hugdi í morgun í frystirúmini í einum Fakta- handli í Esbjerg. Har var ovmikið av fiskavørum, og úrvalið kom úr at kalla øllum heimsins heraðshortn- um. Har var eitt nú toskur úr Alaska, flatfiskur úr Nið- urlondum, laksur úr Noregi og rækjur og svartkalvi úr Grønlandi. Í kølirúminum var sild úr Danmark og Íslandi, og á einari vanligari hyll vóru niðursjóðaðar vørur við donskum uppruna. Hinvegin gav leitingin eftir føroyskum fiskavørum einki úrslit. Danir eta meiri fisk Donsku brúkararnir hava nógvan fiskamat at velja ímillum Fiskavørur úr øllum heraðshornum, men einki føroyskt Nógvur sjúkur laksur Norska alifyritøkan Marine Harvest noyðist at taka meiri enn eina millión laksar, eftir at myndugleikarnir hava staðfest PD í einari alistøð, sum fyritøkan hevur á Smøla. Tað var í síðstu viku, at fólk hjá Marine Harvest varnaðust, at nógvur fiskur doyði, og kanningar vístu, at talan var um PD (pancreas disease), skrivar Tidens Krav. Ein talsmaður hjá Marine harvest sigur við blaðið, talan er um næstan 1,1 millión fiskar. Meðalvektin er 3,5 kilo. Óhappið merkir tó ikki, at allur fiskurin fer fyri skeyti, tí hann kann seljast sum mannaføði, skrivar Tidens Krav. Norwegian gott flog Meðan tað skandinaviska flogfelagið SAS er um at missa flog- ið og stríðist við at finna sparingar, gongur tað snøgt sagt flúgv- andi hjá tí norska lágprísfelagnum Norwegian. Norska felagið hevur júst almannakunngjørt roknskapin fyri apríl ársfjórðing, og hann vísti 245 milliónir norskar krónur í avlopi. Sambært felagnum var úrslitið meiri enn 330 milliónir norskar krónur betri enn í sama ársfjórðingi í fjør. Tølini í roknskapinum vísa eisini, at ferðafólkini streyma til Norwegian. Í apríl ársfjórðingi var ferðafólkatalið 2,8 milliónir, og tað var 400.000 fleiri enn sama ársfjórðing í 2008. Sambært stjóranum, Bjørn Kjos, legg- ur felagið serliga dent á at avmarka rakstrarútreiðslurnar.