mikudagur 15. juli 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 133 - 15. juli 2009
Sosialurin
Samskifti atsókn
móti prvatari vinnu
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Felagið hjá føroyskum lýsingarfyritøkum hevur tikið
eitt løgið stig, sum bert kann fatast sum eitt álop
á privatu útvarpstøðina Rás2. Hetta er í sjálvum
sær líka so margháttligt sum tað er átalu vert. Hvat
verri er: álopið er grundað á skeivar fortreytir og
tørvandi vitan um galdandi kringvarpslóg og tær
viðmerkingar, ið eru tengdar at lógini.
Havt hevur Samskifti so gjørt? Jú, Samskifti hevur
vent sær til evsta kringvarpsmyndugleika og staði-
liga mælt til, at Sjónvarpið hjá Kringvarpinum
fram vegis fær loyvi at senda sjónvarpslýsingar.
Hetta er púra óneyðugt, tí tað hevur ongantíð
verið løgtingsins vilji, at lýsingarnar hjá sjónvarp in-
um skulu niðurlagast. Hvat er hetta fyri nakað? Hví
gruggar Samskifti hetta mál, sum frammanundan
er bæði viðbrekið og vandamikið fyri privatar
útvarpstøðir?
Hetta er so tað – hvat verri er, er, at Samskifti fer
eftir lýsingunum í útvarpinum. Her hevur Løg tingið
ta greiðu støðu, at útvarpslýsingar skulu niðurlagast
eftir ávísum áramáli. Orsøkin til hesa skilagóðu
støðu Løgtingsins er, at kring varps monopolið
er avtikið við lóg og avgerð tingsins er sostatt
ein vælmeint roynd at javnseta lýsingafíggjaðar
útvarpstøðir við lisensfíggjaða almenna útvarpið
hjá Kringvarpinum. Privata útvarpstøðin Rás2 og
møguliga aðrar komandi handilsliga útvarpstøðir
hava einki at liva av uttan útvarpslýsingar.
Hetta átak hjá Samskifti verður so tvinnað saman
við loyvi Kringvarpsins at senda sjónvarpslýsingar,
sum eingin hevur droymt um at steðga. Hetta er
grov manipulatión samstundis sum hetta er eitt
grovt álop á eina privata vinnu, sum rekur lógligt
vinnuvirksemi. Samskifti vil hava lands stýris kvinnuna
í mentamálum at ganga ímóti Løg tingsins vilja í
spurninginum um útvarps lýsingar, og Samskifti fer
við hesum beinleiðis í hernað móti einari privatari
vinnu, sum bert hevur troytt teir møguleikar, sum
liberaliseringin av loftmiðlunum hevur borið við
sær.
Talan er um eina roynd at sniðganga Føroya løg-
ting sum klárt og greitt hevur gjørt av, at lýsing-
arnar í útvarpinum hjá KVF skulu avviklast, meðan
lýsingarnar hjá sjónvarpinum skulu sleppa at halda
fram. At Vinnuhúsið leggur navn til álopið ger tað
ikki mætari.
Skuldi tað hent, at landsstýriskvinnan letur seg
tøla av reingjandi og manipulerandi brævinum
frá Samskifti, so eiga flokkarnir aftan fyri fjøl-
miðla semjuna at gera eitt av teimum: at lógfesta
niðurlagingina av útvarpslýsingum hjá KVF ella
at lata privatu útvarpstøðirnar fáa part í teimum
milliónaupphæddum, sum KVF á hvørjum ári
sleppur at krevja inn frá hvørjum einasta húsarhaldi
í Føroyum.
Hóast kommunurnar eru
í somu trupulleikum sum
landið, tykist landsstýrið
bara lata eyguni aftur
fyri hesum. Verður
sokallaði kreppupakkin
gjøgnumførdur, skal
landið hava størri part av
partafelagsskattinum –
og tann parturin skal
takast frá kommunum
Fyri góðari viku síðani
stóð grein í Sosialinum,
har partar av innihaldinum
í sokallaða kreppu pakkan
um hjá landsstýrinum, kom
undan kavi. Rættiliga
gjøgnumgangandi var, at
talan var um inntriv, ið
geva landinum møguleika
at taka til sín av tí sindrin
um, kommunurnar fáa í
dag.
Tvey dømi um tað, ið
verða nevnd í blaðgreinini
fríggjadagin 3. juli, eru
partafelagsskatturin og
nøkur av teimum gjøldum,
strandfaraskipini leggja
eftir seg í teimum havnum,
tey brúka. Í báðum førum
verður lagt upp til, at land
ið skal sleppa so snikka
leyst sum gjørligt, sam
stundis sum tað verða
kommunurnar, ið skulu
bløða.
Um vit bara taka parta
felagsskattin, so fáa
komm unurnar 38 prosent
og landið 62 prosent av
honum, sum nú er. Men í
staðin fyri at rætta komm
ununum eina hjálpandi
hond, nú landsstýrið við
aðrari hondini áleggur
kommununum alsamt fleiri
uppgávur, ætlar tað við
hinari hondini at taka tvey
prosent aftrat í sín part, so
tilsvarandi minni verður til
kommunurnar.
At hetta inntriv kallast
kreppupakki, er lætt at
skilja, tí verður hetta framt
í verki, er tað veruliga ein
ítøkilig roynd at smyrja
kreppuna upp á kommun
urnar, sum frammanundan
allar kenna sviðan av henni
minst líka væl sum
landsstýrið.
Tað tykist, sum at hóast
kommunurnar eru í somu
trupulleikum sum landið,
so tykist landsstýrið bara
lata eyguni aftur fyri hes
um. Ikki er langt síðani, at
Fíggjarmálaráðið almanna
kunngjørdi útrokningar,
sum vístu, at kommunurnar
í 2008 høvdu 330 milliónir
krónur í undirskoti, men
somu fólk, sum hava rokn
að hetta út, arbeiða nú
beint ímóti hesi sannroynd.
Er hetta veruliga inni
haldið í sokallaða kreppu
pakkanum, er talan um
einki minni enn forkasti
ligan politikk, ið kemur at
gera støðuna hjá komm
ununum munandi verri,
bara tí pyntast skal upp á
hallið hjá landinum. Og
hjá teimum kommunum,
har stórt vinnuligt virksemi
er, tekur tað sera fast, og
hjá onkrum fer tað óivað at
kennast, sum verður teppið
mestsum skrætt undan
teimum.
Tað, sum hevur undrað
meg nógv síðstu vikuna, er
at eingin av kommununum
hevur gjørt vart við seg og
mutað ímóti. Her hugsi eg
um partafelagsskatt frá
bankum, tryggingar feløg
um, oljufeløgum og øðr
um, sum fellur í Tórs
havnar kommunu og
verður javnaður millum
allar kommunurnar eftir
fólkatalinum.
Hetta er harmiligt, tí
sleppur landið avstað við at
taka frá kommununum,
uttan at vit seta okkum
greitt ímóti tí, kann tað
verða so skjótt, at lands
stýrið tulkar tað sum grønt
ljós til at taka tvey prosent
aftrat, so skjótt sum hallið
hjá landinum bara er nóg
ljótt – sektin á, hvussu tað
so sær út hjá kommun un
um.
Vorðið sum kreppupakki,
má sigast, um mergurin í
honum skal vera at taka til
sín frá kommununum, ið
hava nóg mikið at stríðast
við frammanundan. Sam
haldsfesti er ikki til at fáa
eyga á, men heldur er hetta
»eg ein stóran, tú ein
lítlan«politikkur, tá hann
er ringastur!
Talentirnar
Kennist Gud ei altíð so nær,
sum bert tann eina talent,
so ikki frá Harranum far,
men verkið má blíva ment,
og breiða seg til aðra jørð,
ei í misnøgdsemi framfør.
Kennist Gud nærri onkran dag,
so sum tær tvær talentir,
sálin ger Jesusar verk glað,
tá hann signar og hjá er,
og verkið seg breiðir um leið
lívsins fruktir, har sálin steig.
Kennast Gud, Andin, Jesus hjá,
ríkið nær, sum talentir fimm,
andin inn um dyrnar kann sjá,
takk og vónin fyllir sinn,
men trúgv eisini á kørgum veg,
har Gud við mátti vísir seg.
J.
borgarstjóri í
Tórshavnar kommunu
HEðIN
MortENSEN
Landið tekur til sín frá kommununum