mikudagur 15. juli 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 133 - 15. juli 2009
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Robert Dam við Norð
skála andaðist í heim
inum mánadagin, 84 ára
gamal.
Anna Cathrina Blå
svær ættað úr Norðra
gøtu, búsitandi í Dan
mark andaðist leygar
dagin, 91 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr
Munkebo kirkju fríggja
dagin 17. juli kl. 14.
Red Hjelm, ættaður úr
Vági, búsitandi í Dan
mark andaðist leygar
dagin, 49 ára gamal.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá kæra kona, mamma, vermamma,
omma og langomma okkara
Klara Djurhuus
Søldarfirði
andaðist og var jarðað.
Takk til Sámal Petur í Grund og Jógvan Fríðriksson
fyri góð orð á Ellisheiminum og í kirkjuni.
Takk fyri blómur, kransar og heilsanir.
Takk til tykkum mongu, íð fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Ein serlig tøkk til starvsfólkið á Eysturoyar Ellis- og
røktarheimi.
Hjartans tøkk øll, ið hjálptu til á ymsan hátt
í sambandi við jarðarferðina.
Familjunnar vegna
Hans Erik, Marita, Petur Eirik og Kára
60 ár
18 juli fyllir Edna Niclasen, Sørvágur 60 ár. Opið hús
verður í heiminum Í Gerðinum 17 frá kl. 13 til kl. 20.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Dagurin
15. juli. Ápostlarnir skiljast. Miðaldar søgn sigur frá,
at á hesum degi fóru ápostlarnir hvør í sína ætt at gera
eftir boðum Jesu (matt. 28, 19). Søgan sigur eisini, at
áðrenn teir skiltust, settu teir saman ápostólsku
trúarjáttanina.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Mikudagin fyrsta juli fóru
boðini til vinir og kenningar,
bæði í Danmark, Føroyum
og í øðrum londum, at Poul
Madsen er sløknaður eftir
eina drúgva sjúkralegu
Vinir, kenningar, blaðhaldarar og
stevnuluttakarar ígjøgnum ein heilan
mansaldur, steðgaðu á og hugsaðu um
mannin, sum ótroyttiliga hevur talað og
skrivað um sínar innastu andaligu sann
føringar, vunnar ígjøgnum eitt inniligt
og langt lív saman við Gudi og eini opn
ari bíbliu. Hesa løtuna rann mangt og
hvat í hugan hjá vinum og kenningum,
sum mangan hava sitið undir vektini av
hansara prædikum, bornar fram við
væl valdum orðum og væl formulerað
um setningum, ella lisið hansara grein
ar, skrivaðar við einum leikandi løttum
penni – tað var sum at drekka av eini
leskiligari keldu.
Tað vóru tey, sum vóru á hugssjón
arligari bylgjulongd við honum og tað
vóru eisini tey, sum ikki vóru tað, men
hann hevði orðið í síni makt, bæði tá
hann talaði og tá hann skrivaði, so fólk
ið í báðum leirum lósu tað hann skriv
aði ella lurtaðu eftir honum við stórum
áhuga, ikki minst tá hann úttrykti seg
um kristna tíðarrákið, soleiðis sum
hann upplivdi tað.
Læs løgfrøði
Poul Madsen læs løgfrøði í sínum
ungu døgum og hevði eina lovandi og
glitrandi framtíð sum embætismaður
í donsku umsitingini, við møguleikum
fyri eini góðari karrieru. Tá karri
eruleiðin var upp á tað besta, kom
hann at standa yvirfyri avbjóðingini
at fylgja Guds kalli ella sínum egna
kalli. Hann valdi tað fyrra ímóti øllum
menniskjansligum logikki. Eitt val,
sum mangir av hansara embætis
feløgum als ikki skiltu, men sum
mong, bæði í Danmark, Føroyum og í
øðrum londum, komu at njóta stóra
andaliga signing av ígjøgnum alt
hansara langa lív sum prædikumaður,
bíbliulærari og rithøvundur.
Tað var hetta hann halgaði sítt unga
og evnaríka lív til, at tala alt ráð Guds
til alt Guds fólk og til allar sínar
donsku landsmenn. Guds orð setti
hansara hjarta í brand, og hann brendi
fyri Guds orði.
Blaðstjórin
Í 1947, 31 ára gamal, fór hann undir
kristiliga
blaðútgávu.
Hann
gav
blaðnum navnið “Mod Målet,” og tað
kann ikki sigast annað enn, at hann
hevur miðvist stevnt ímóti málinum, tí
blaðið er komið út hvønn mánað í
meira enn seksti ár. “Mod Målet” varð
hansara andaligi leikpallur, har hann
oysti av sínum andaliga ríkidømi, so
sum dagligar andaktir, undirvísti í
blandaðum bíbilskum evnum, og við
gjørdi aktuel samfelagslig viðurskifti,
bæði politisk og kirkjulig. Hann legði
ikki fingrarnar ímillum, tá hann við
penni ella talu kom til orðanna um
aktuella tíðarrákið. Hóast ein ikki altið
var á einum máli við honum í øllum
ella ikki altið skilti hansara sjónarmið,
so mugu vit kortini sanna, at her var
ein vísmaður Guds, sum ótroyttiliga
hevur staðið á vaktini og blást í basún
ina, bæði til ávaring og til tænastu.
Eftirtíðin fer óivað at geva honum rætt
í nógvum, sum tíðin í dag ikki skilti.
Hann var framvegis virkin bæði
við penninum og í talu, tí í januar/
februar blaðnum tekur hann soleiðis
til: “Som enhver læser forstår, agter
jeg fortsat at udgive dette blad. Men
om jeg kan gennemføre det året
igennem, ved jeg ikke. En vis træthed
lægger en dæmper på mig..... Man
kan mindre, når man kommer op i
årene, men det behøver ikki at være
ensbetydende med, at man udretter
mindre.”
Hann megnaði ikki at gjøgnumføra
blaðið í inniverandi ári, men legði
pennin frá sær fyri seinastu ferð, tá
árið var hálvrunnið. Tað liggur ein
stórur littererur arvur eftir Poul Mad
sen, sum vit øll hava møguleika at
njóta gott av í dag.
Hitti mannin persónliga
Undirritaði minnist væl fyrstu ferð
hann hitti Poul Madsen persónliga.
Hetta var á vári í 1970 saman við
Brynleifi Hansen, sála. Vóru í Keyp
mannahavn í samband við føroysk
møtir í MerkurTeatrinum, sum Bryn
leif hevði tikið stig til. Brynleif ynskti
at heilsa upp á Poul Madsen og bjóð
aði undirritaða at vera við. Hann
hevði skrivstovu í miðbýnum í Keyp
mannahavn, í eini síðugøtu inn frá
Gothersgade, oman ímóti Kongens
Nytorv. Eg var spentur upp á at møta
manninum, sum eg hevði hoyrt so
nógv um, og sum eg hevði lisið so
nógv av, men eg var samstundis eitt
sindur nervøsur.
Tignarligur og blíður
Minnist væl hvussu tignarligan eg helt
mannin vera. Minnist eisini hvussu
skrivstovan sá út, sýntist í mínum eyg
um at hava nakað fínt og hátíðarligt
yvir sær, sum var ein hóskandi ramma
um hendan tignarliga mannin. Hann
var blíður og fyrikomandi og spurdi
hvør hesin ungi maðurin var. Tað gjørdi
stórliga inntrykk á meg, tá hann, áðrenn
vit skiltust, fyrislóg eina bønarløtu.
Bróður hansara, Ole Madsen og Rino
Lange vóru eisini har. Vit boygdu
okkara knø inni á skrivstovuni. Vit
bóðu allir. Hetta var fyrstu ferð eg bað
eina bøn á fremmandum tungumáli og
eg kendi hesa løtuna sum ein persón
ligan andaligan sigur – eg hevði møtt
einum av teimum stóru monnunum í
mínum lívi.
Hug at koma til Føroyar
Seinastu ferð undirritaði var saman
við Poul Madsen var til eina
jarðarferð í Suður Jyllandi, ikki langt
frá Sønderborg. Hetta var stutt eftir,
at hann hevði havt sín 90 ára føðing
ardag. Komu at sita saman undir erv
inum. Prátið varð um Føroyar. Hann
var so mikið byrgur um hetta mundi,
at sjálvur var hann til reiðar at fara til
Føroyar at tala Guds orð, tí, sum
hann segði mær, at hann hevði fingið
eina innbjóðing frá vinfólkum í
Føroyum, at um hann setti seg føran
fyri tí, so var hann meira enn væl
komin. Túrurin varð ikki gjøgnum
førdur.
Jarðarferðin
Poul Madsen og konan, Birgitte,
búðu mong ár á Langeland, men fyri
5 árum síðani fluttu tey til Stenløse
á Sællandi. Hann doyði í heimi sín
um í Stenløse, mikumorgunin 1. juli.
Jarðarferðin var leygardagin 11. juli
frá Stenløse Kirke. Øssur Berghamar,
sum var til jarðarferðina, sigur, at
sonur Poul, Axel, hevði prædikuna,
har hann lýsti pápa sín, sum einans
ein sonur kann gera tað. Nógv fólk
hevði leitað sær til Stenløse hendan
leygardagin. Kirkjan kundi ikki rúma
øllum, so fleiri stóðu uttanfyri. Ervið
varð hildið í einum hølum knýtt til
kirkjuna. Sum vanligt er í donskum
ervum, so varð sungið og nógvar
heilsanir vórðu bornar fram.
Kyndilin berast víðari
Poul Madsen kemur ikki aftur til
Føroyar. Hann stígur ikki aftur á ein
talarastól, hann tekur ikki pennin aftur
í hond, og hann kemur ikki aftur at seta
seg í blaðstjórastólin á blaðnum “Mod
Målet.” Røddin og pennurin eru
tagnaði. Hann var lýðin, tá Harrin kall
aði á hann, og hann hevur arbeitt meðni
dagur var. Nú er tað teirra uppgáva,
sum eftir eru at føra kyndilin víðari.
“Ein kappi er fallin millum fólk Harr
ans,” sigur Øssur Berghamar á
heimasíðuni hjá Kristnastovu.
Gud signi minni eftir prædikumann
in og rithøvundan Poul Madsen.
Poul Jóhan Djurhuus
Gjaranes@olivant.fo
Poul Madsen farin
Bíbliulærarin og rithøvundurin Poul
Madsen
»Mod Målet« er komið út síðani 1947
Prógv
Rúni Kallsoy Mouritsen úr Havn hevur á Det Kgl
danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn tikið
bachelorprógv í tónleiki (BMus) við klassiskum
percussion sum høvuðsgrein. Rúni er í løtuni undir
kandidatútbúgving sama stað.