Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juli 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 133 - 15. juli 2009 Koppsetingin móti H1N1 væntast fyrst klár um tríggjar mán aðir, men tá hon kemur, standa heilsu­ starvsfólk í fremstu røð at fáa kopp­ setingina H1N1 Rógvi Nybo Rogvi@sosialurin.fo Deildin fyri kopp seting ar­ gransking undir heimsheilsu­ stovninum WHO staðfesti fyrradagin, at H1N1­heims­ farsóttin ikki er til at steðga, og viðmælti sam stundis at starvsfólk í heilsu verkinum verða raðfest ovast, tá koppsetingarnar skulu ger­ ast. Serfrøðingarnir í bólk­ inum hava lagt dent á trý mál, ið lond eiga at taka við sum partur av teirra kopp­ set ingarpolitikki. Tað fyrsta er at varðveita eitt heilskapað heilsuverk og mest umráðandi part ar­ nar av undirstøðikervinum. Tað næsta er at minka um sjúkuna og deyðsføllini, og tað triðja at minka sum mest um smittuna innan í samfelagnum. Fyrst heilsuverk, so børn og vaksin Eisini í føroysku tilbúgv ing­ arætlanini stendur tilskilað, hvørjir bólkar eiga at verða raðfestir, um avmarkað nøgd av koppingarevni verð­ ur tøk. Raðfestingin er vanliga so leiðis, tó nú er mælt til at upp raðfesta heilsu starvs­ fólk: Fólk í kendum vanda­ bólkum. Bólkarnir verða nærri lýstir, tá ið vit kenna sereyðkenni fyri heimsfarsóttina Heilsustarvsfólk Stuðulsstarvsfólk og aðr­ ir myndugleikar Fólk á sosialum stovnum Fólk í flutningstænastu, postverki og telekommunikatión Fólk í serligum, týdningarmiklum starvi innan privat virksemi Í Føroyum er talan her um eini 16.000 fólk til­ samans, ið er ein triðingur av fólkinum í landinum. Eft­ ir hetta kemur eitt samlað punkt, ið eitur »Alt fólk­ ið«. Enn er einki kopp ingar­ evni tøkt, og vænt að verður at koppingarevni verður fyrst tøkt um tveir til tríggjar mánaðir. Tó hava Før oyar tryggjað sær eina kopp setingargaranti, eins og hini Norðurlondini, tá hesi einaferð verða tøk. Nú er talið á før­ oy ingum, ið eru smittaðir við H1N1, komið upp á fimm. Fýra av kannaðu børnunum á Dagstovninum í Maritugøtu fingu staðfest sjúkuna í gjár H1N1 Rógvi Nybo Rogvi@sosialurin.fo ­ Fýra smábørn á Dag stovn­ inum í Maritugøtu eru smitt­ að við svínakrími. Har við er talið uppi á fimm til burð­ um í Føroyum. Tað staðfesti Bjarni á Steig, virkandi lands lækni, í gjár. Talan er um sonin hjá fyrsta smittaða manninum, sum fekk staðfest svína­ krímið leygardagin, og trý onnur børn á sama stovni. Húskini, sum talan er um, eru sett í viðgerð, og hartil er í løtuni illgruni um ein annan tilburð av svína­ krími. Talan er um eina 26 ára gamla kvinnu, sum sat undir liðini á smittaða manni num í flogfarinum á veg til Føroya seinasta týs­ dag klokkan 14. Svarið av tí kanningini kemur vænt­ andi í dag. Enn á stig 5 Tilbúgvingin í Føroyum er enn á fimta stigi. Orsøkin til hetta er, at mett verður at tamarhald er á støðuni. ­ Vit vita hvør hevur smittað hvønn, og tí eru vit ikki farin úr stig 5 enn, vísir Bjarni á Steig á. 18 fólk vóru kannað, og har av vóru fýra smittað. Góð ráð Landslæknin og Heilsu­ málaráðið boða frá, at sam­ bært vitan um smitt una frá øðrum londum, so fer Influensa A H1N1 í flestu førum at vísa seg sum eina milda krímsjúku, sum hæs­ ar av eftir heilt fáum døg­ um. Tó er týdn ingarmikið, at fólk ikki eru líka sæl, men fylgja hes um leiðreglum, um tey hava krímsjúk ueyð­ kenni. Sjúkueyðkennini eru: Knapp liga íkomin sjúka við yvir 38 hitastig Celsius, sjúku eyðkenni frá andaleið ­ vanliga ilt í hálsi og hosti­ og pína í vøddum. Leyst lív koma fyri. Er ein vorðin sjúkur við hesum sjúkueyðkennum, skal ein vegna smittuvandan í mest møguligan mun verða verandi heima. Ring til egnan kommunulækna ella læknavaktina, um klokk an er farin av 16. Far ikki til lækna uttan at hava avtalað tað frammanundan. Til endalig greiða er fingin á, um ein er vorðin smittaður, skal ein hava samband við so fá fólk sum til ber. Føroysku heilsumyndug­ leikarnir fylgja gongdini neyvt og kom andi dagarnar fæst meira at vita um hetta, boða Heilsu málaráðið og Landslæknin frá. Fátækt ferð at forða summum londum í at fáa koppseting móti H1N1 kríminum. ­ Nógv tann størsti parturin av koppsetingini fer til rík lond, staðfestir aðalskrivarin í WHO, Dr. Margaret Chan H1N1 Rógvi Nybo Rogvi@sosialurin.fo Gjógvin millum rík og fá tøk er ikki sett úr gildi, hóast talan er um eina heims farsótt. Meir enn nakr­ antíð ger peningurin seg galdandi, og verða tað tey fátøku, ið verða við svið­ usoð, tá koppingarevni móti H1N1 skulu býtast út. Tað kunnu bert fram­ leiðast eitt ávíst tal av kopp­ setingum, ið ikki er nokk til tær 6,8 milliardirnar av fólk­ um í heiminum, sigur Mar­ gret Chan. ­ Meginparturin av sendingini fer til vælhavandi lond. Enn einaferð kemur fyri munurin við at verða væl havandi og vansin við fá tækt til sjóndar, ljóðar kritikk urin frá aðal skriv ara­ num í WHO. Granskingarleiðarin hjá WHO meinar, at H1N1 ikki er til at steðga, men at ein koppseting verður tøk í sep­ tember. Ein avtala er gjørd við tvær stórar heilivágs fyri­ tøkur, sum merkir at WHO kann senda 250 milliónir kopp setingar til menn­ ingarlondini – eitt tal í týð­ iliga ikki er nóg mikið, sam­ bært aðalskrivaranum í WHO. Fimm fingið staðfest H1N1 Heilsustarvsfólk framíhjárætt til koppseting Fátøk onga koppseting Tríggir nýggir tilburðir av H1N1 í Íslandi Tríggir nýggir tilburðir av Influensu A (H1N1) eru staðfestir í Íslandi. Tað boða myndugleikarnir frá í dag. Sostatt eru sjey tilburðir staðfestir har. Talan er um fólk í 18 – 19 ára aldrinum, kall og konu, sum komu heim úr Avstralia og kvinnu, ið kom heim úr Sambandsríkinum Amerika, skriva íslendskir myndugleikar á farsóttaheimasíðuni www.infulensa.is. Øll viknaðu eftir heimkomuna, men ikki álvarsliga. Royndir vóru tiknar, og niðurstøða fekst í gjár. Harvið er talið av tilburðum í Íslandi komið upp á sjey.