mikudagur 15. juli 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindi
Nr. 133 - 15. juli 2009
Formaðurin í
Tjóðveldi noktar at
góðtaka lógarbrot
fyri at sleppa aftur í
samgongu
Samgongur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Skal prísurin fyri at sleppa
aftur í samgongu vera tann,
at vit skulu góðtaka lógar-
brot, so gerst ikki við.
Høgni Hoydal, formaður
í Tjóðveldi, er eitt sindur
illa við av útsøgnini hjá frá-
farna landsstýrismanninum,
Hans Paula Strøm, í Sosial-
inum í gjár.
Tað var Tjóðveldið, sum
klagaði Hans Paula Strøm
fyri landsstýrismálanevnd-
ini fyri at hava brúkt pening
í heilsuverkinum, uttan at
Løgtingið hevði játtað hann
frammanundan.
Tað endaði við, at lands-
stýrismaðurin legði frá sær
í fyrradagin.
Men Hans Pauli Strøm
duldi ikki fyri, at hann føldi
seg hunddálkaðan av Tjóð-
veldinum og at tað eftir
hanara tykki var ein bein-
leiðis heksajagt, sum at enda
fekk hann at leggja frá sær.
Hann er eisini sannførdur
um, at við hesari framferðini
hevur Tjóðveldið forkomið
sær møguleikan at sleppa
aftur í samgongu. Í øllum
førum dugur hann ikki at
síggja, hvussu Javnaðar-
flokkurin aftur kann sam-
starva við Tjóðveldið. Og
yvirhøvur metir hann, at
eisini í øðrum flokkum hev-
ur illviljin ímóti Tjóðveldin-
um ongantíð verið størri
enn nú.
Gerst ikki við
Hetta skilir Høgni Hoydal
slett ikki.
Hann fær seg illani at
trúgva, at tað skal vera ein
treyt, at ein flokkur skal
vera til reiðar at góðtaka
lógarbrot fyri at sleppa við í
eina samgongu og fáa
politiska ávirkan.
- Men er prísurin fyri at
sleppa í samgongu, at vit
skulu góðtaka lógarbrot, so
gerst ikki við og so mugu
vit bara sita uttanfyri.
- So eru vit ikki við,
leggur hann afturat.
Hann heldur, at eftir
útsøgnini hjá Hans Paula
Strøm og øðrum politikar-
um, er boðskapurin, at
treytin fyri at vera við í sam-
gongu, er at tað skal góðtak-
ast, at lóg og landaskil ikki
verður hildið.
- Hetta vísir rættiliga væl,
hvør hugburður ræður, legg-
ur Høgni Hoydal afturat.
Góðtaka ikki
maktmisbrúk
Hann sigur, at tær samgong-
ur, sum eru slitnaðar við
Tjóðveldinum upp í, eru
slitnaðar tí at hinir sam-
gonguflokkarnir hava mis-
brúkt sítt vald og tað góð-
tekur Tjóðveldið ikki.
Hann sipar til CHE sam-
gonguna, sum alment slitn-
aði av gásagøluni í Tinganesi
og í 2004 slitnaði sjálvstýris-
samgongan í kjalarvørrinum
á bókini ”Skjót journalistin”,
sum
var
atfinningarsom
ímóti Anfinni Kallsberg, løg-
manni. Tjóðveldið tók ákær-
urnar í bókini til sín og kravdi
løgmann eftir eini frágreiðing,
men tað endaði alt samalt
við, at Anfinn Kallsberg
segði øllum landsstýrisfólk-
unum
hjá
Tjóðveldinum
upp.
- Tær samgongur, sum
eru slitnaðar og sum vit
hava verið í, eru slitnaðar, tí
at vit hava ikki góðtikið
rossahandlar og maktmis-
brúk og skal tað vera prísur-
in fyri at sleppa í samgongu,
eru vit ikki við meir.
- Skulu vit hava eina
stjórn, sum ikki heldur
landsins lógir, hava vit ikki
eitt fólkastýri sum virkar og
tað sigur rættiliga nógv um
ráðandi hugburðin í øðrum
flokkum.
- Vit hava eisini kravt, at
kanningar og frágreiðingar,
sum hava staðfest, at lands-
stýrisfólk hava borið seg
skeivt at, fáa avleiðingar og
tað hava tær eisini fingið, tí
landsstýrismenn eru farnir
frá.
Verða hildin uttanfyri
Kortini heldur Høgni Hoy-
dal, at tað er nakað í útsøgn-
ini hjá Hans Paula Strøm
um at halda Tjóðveldið utt-
anfyri ávirkan.
Eftir hansara tykki er tað
tilvitað hjá øðrum flokkum
at halda Tjóðveldið uttanfyri
ávirkan.
- Tað gongur sjón fyri
søgn, at vit verða hildin utt-
anfyri politiska ávirkan, tí
at vit hava hildið fast um
nakrar grundreglur.
- Men vit eru bara ikki
við upp á at bróta tær grund-
reglurnar um at halda lóg
og landaskil.
At tað ikki er ein grund-
regla hjá øllum flokkum,
heldur hann, sigur rættiliga
nógv um, hvagar føroyska
fólkastýrið nú er komið.
Vit hava meiri um málið
aðrastaðni í blaðnum
Høgni Hoydal vil ikki
rinda prísin fyri valdið
Skal tað verða ein treyt fyri at koma aftur í Samgongu, at vit skulu góðtaka lógarbrot, so gerst ikki við, tí so eru vit ikki við meiri,
sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi
Hava ikki
jagstrað
Hans Paula
Meirnýtslan hjá
Hans Paula Strøm
var av einum heilt
serligum slagi og tí
kundu vit ikki sita
tigandi og hyggja at,
sigur Høgni Hoydal
meirnýtSla
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tá ið vit hava kravt, at
Hans Pauli Strøm skuldi
leggja frá sær, hevur tað
als onki fyri heksajagt ella
forfylging at gera.
Tað er annars kenslan,
sum Hans Pauli Strøm,
fyrrverandi
landsstýris-
maður, situr eftir við, eftir
at hann noyddust at leggja
frá sær.
Meirnýtslan hjá Hans
Paula Strøm var av heilt
serligum slagi, tí hon var
so stór og hon varð miðvís
og skipað ár um ár, sigur
Høgni Hoydal.
Ímeðan vit sótu í CHE
samgonguni, heittu vit
fleiri ferðir á Hans Paula
Strøm um at fáa tamarhald
á peninganýtsluni í heilsu-
verkinum, annars endaði
tað við, at hann varð tving-
aður at leggja frá sær.
Men Høgni Hoydal sig-
ur, at meirnýtslan helt
bara fram.
- Hóast Hans Pauli Strøm
hevur gingið allar eykajátt-
anir, hann hevur biðið um,
helt hann fram at brúka
pengar, sum ikki vóru játt-
aðir.
- Málið er reist tí at bæði
landsgrannskoðarin og løg-
tingsgrannskoðararnir
hava víst á tað.
- Og tá ið so løgmaður
eisini sveik sína eftirlit-
skyldu, var onki hjá okkum
at gera enn at taka málið
upp, sigur Høgni Hoydal.
- Tá ið Hans Pauli Strøm
kallar hetta hunddálking,
er hetta bara ein roynd at
flyta tankarnar frá veruliga
trupulleikanum, men tað
er ússaligt at leggjast eftir
boðberanum, heldur enn
trupulleikanum.
Vit hava meiri um málið
aðrastaðni í blaðnum.
Terassa á Café Natúr
Tað vindur alt meiri og meiri upp á seg at cafeir og barrir
útbyggja við einari terassu. Tað byrjaði við Hvonn, helt fram
við Cafe Vágsbotn, sum er ein úticafe burtur av, síðani kom
Patio og Mica, og nú fylgir so eisini Cafe Natúr við. Har verð-
ur í løtuni arbeitt við at gera eina terassu oman móti
Kongabrúnni. Ein orsøk til at tað er vorðið so vælumtókt við
terassum á líkum støðum er uttan iva, at tað ikki longur er
loyvt at roykja inni á almennum støðum. Men ein onnur orsøk
er allarhelst eisini, at cafementanin í Føroyum er um at broyt-
ast. Ætlanin er, at fólk kunnu sita úti á Cafe Natúr til ólavsøku.
Flogfar dottið niður
í Iran
Eitt iranskt flogfar við 168 fólkum umborð er dottið
niður í Iran. Roknað verður við, at øll umborðverandi
eru deyð, skrivar Reuters. Talan var um 153 ferðafólk
og 15 starvsfólk. Flogfarið er dottið niður nærhendis
býnum Qazvin í ein landnyrðing úr høvuðsstaðnum
Teheran. Flogfarið var á veg úr Teheran til armenska
høvuðsstaðin Jerevan, tá tað datt niður.