mikudagur 15. juli 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 133 - 15. juli 2009
23
tíðindi
Túnatos
Anna Maria Sloan er
20 ára gomul og úr
Havn. Hon er lesandi
í Keypmannahavn
og er hetta aðru ferð,
hon kemur á Summar
Festival
1. Hví kemur tú á SF?
Tí Nik & Jay spæla!
2. Hvør hevur verið besta
konsertin nakrantíð á SF?
Tað var uttan iva konsertin
hjá The Dreams seinasta ár!
3. Svevur tú í tjaldi ella
ordiligari song á SF?
Antin sovi eg í ordiligari
song ella koyri eg aftur til
Havnar.
4. Hevur tú nakrantíð skora
á SF?
Ja! Eg skoraði sjeikin hjá
mær á SF seinasta ár.. :)
5. Hvør hevur verið tín
løgnasta uppliving á SF?
Tað var, tá eg og ein
vinkona málaðu okkum sum
Batwoman og Spiderman :)
Spar pening
og keyp at-
gongumerki
nú!
Fríggjadagin tann 17. juli – í
ovur morgin – hækkar prísurin
á atgongumerkjunum til
Summ ar Festivalin og tí ræður
um at skunda sær, vilt tú hava
eitt av teim bíligari viku
skiftis passunum.
Prísurin fyri eitt viku skifti s
pass til vaksin er í løtuni 950
krón ur, meðan børn (612 ár)
einans skulu gjalda 200 krónur
fyri eitt vikuskiftispass.
Fríggjadagin hækkar prís ur
in tó og loysir tað seg tí at
skun da sær eitt sindur.
At gongu merki til Summar
Festi valin fáast til keyps hjá
Føroya Tele á heimasíðuni
www.ft.fo.
- har hittini hittast
FESTIVALTÍÐINDI við Ragnhild Ellingsgaard
Í hesum døgum er ABBA The
Show sum eisini skulu spæla á
Summar Festivalinum – á kon
sert ferð í USA. Ferðin gongur
strúk an di og fyri bara fáum døg
um síðani hevði bólkurin eina
super framførslu í heimskenda
Holly wood Bowl. 18.000 áskoð
ar ar vóru til staðar og vóru øll
fólk púrasta á gosi. Fólk sungu,
klapp aðu, dansaðu og veipaðu og
hetta vóru fólkini aftan bólkin
ovur fegin um at síggja.
Áskoðararnir vóru fantastiskir
og mest sum øll stóð og sungu við
gjøgnum alla framførsluna. Hetta
var veruliga eitt heilt serligt kvøld
fyri okkum, sigur Kenneth Svold
gaard, umboðsmaður hjá ABBA
The Show.
Konsertferðin í USA heldur
fram í eina tíð afturat og tá hon er
liðug, kemur heimskenda showið
til Føroya at framføra á Summar
Festivalinum.
Vit sleppa at uppliva ein bólk í
stórformi, tá rokkbólkurin Marius
við
smittandi
gleði,
góðum
sangum og øðrvísi ljóðførum fer
at seta sín dám á Føroya størsta
festival.
Marius er avgjørt ein tann
mest
sermerkti
bólkurin
á
føroyska pallinum. Við stuttligum
og lívligum tónleiki vísti Marius
seg at vera eitt satt yvirraskilsi,
skrivaði ummælari hjá planet.fo
um framførsluna hjá Marius á
Asfalt herfyri.
Oddamaður í bólkinum er Hans
Marius Ziska, sum fyri nøkrum
árum
síðani
vann
føroyska
umfarið í GBOB og annars er
kendur frá bólkinum Flux, sum
var eitt frískt lot í føroyskum
tónleiki um aldarskiftið.
Umframt høvuðsmannin sjálvan
er bólkurin mannaður við Brandi
Jacobsen, Heðin Ziska Davidsen,
Bjarka Meitel, Óla Olsen og
Sveini Gaard Olsen. Teir spæla
livandi rokk og tora eisini at nýta
øðrvísi ljóðføri í tónleikinum –
eitt nú harmoniku, ukulele og
trækassatrummu.
Tað verður ein sterk og kenslurík
rødd, sum føroyingar sleppa at
uppliva á palli, tá gospelkvinnan
Anna Háberg verður við á størsta
festivalinum í Føroyum.
Anna hevur fyrr sungið á fleiri
ymiskum gospelútgávum – eitt
nú Bros og hjá MC Restorff –
men í fjør gav hon umsíðir út sína
egnu fløgu.
Eg havi faktiskt arbeitt við
hesi fløguni alt lívið og havi
droymt um hetta, síðani eg var
fimm ára gomul, segði Anna
Háberg, tá fløgan varð givin út.
Sama fløgan var eisini orsøkin
til, at Anna í fjør varð tilnevnd til
virðisløn
á
Planet
Awards.
Grundgevingin fyri tilnevningina
var, at Anna við hesi útgávu hevur
víst, at hon telist millum bestu
songrøddir í landinum. Millum
annað var sagt soleiðis um hana:
Anna Háberg megnar í ein
nærum óhoyrdan mun í føroyskum
høpi at lata kenslurnar leka út
gjøgnum røddina. Hetta er so
inni, sum kann blíva..
Næsta tónleikaliga stigið hjá
Onnu verður so í august mánaða,
tá hon saman við bólki kemur á
pallin á Føroya størsta festivali.
Anna Háberg er eitt av teim
nýggju nøvnunum á skránni
hjá Summar Festivalinum
ABBA The Show:
- nakað at gleða seg til
Heimskenda
ABBA The
Show ger
vart við seg í
Hollywood
Marius á Summar Festival:
- Rokkur og ukulele
Tað verður ein øðrvísi blanding
av rokktónum, vit fara at hoyra
frá bólkinum Marius á Summar
Festivalinum
Anna Háberg á Summar Festival:
- Ein sterk og
kenslurík rødd