Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-15, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juli 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 133 - 15. juli 2009 Fyri Joannu Johansen er einki so týdningarmikið sum tónleikur. At fáast við tónleik og at undirvísa í tónleiki er tað mest gevandi fyri hana. Í 25 ár hevur hon verið lærari, seinnu árini hevur hon verið lærari í Eysturskúlanum, har hon lærir sínar næmingar føroyskt við at syngja, og í Musikkskúlanum hevur hon ikki minni enn fimm barnakór Joanna Johansen hevur altíð vitað, at tað skuldi vera okkurt við tónleiki. Frá tí at hon var heilt ung, elskaði hon at syngja, og sum 11 ára gomul lærdi hon seg at spæla gittar. Sín fyrsta gittara keypti hon sær fyri konfirmatiónspengarnar, og hóast hon altíð kom við í bindiklubb, setti hon seg altíð at spæla gittar, meðan hinar genturnar bundu troyggjur, húgvur ella turrikløð. – Tónleikurin skínur altíð í gjøgnum í øllum í mínum lívi, sigur Joanna Johansen. Hon býr á Norðasta Horni saman við Føroya fremsta tónaskaldi innan klassiskan tónleik, manninum Sunleif Rasmussen, og eiga tey eina dóttir. Joanna varð útbúgvin lærari í 1984, og í 1988 avgjørdu tey at flyta til Danmarkar tá maðurin fór á Konservatoriið at ganga. Komandi árini avgjørdi Joanna at fáa sum mest burturúr síni rødd, nú læraraprógvið varð fingið í hús. – Eg hevði sungið nógv í Føroyum. Bæði klassiskan og rútmiskan tónleik. Eg var til dømis ein av teimum, ið sang V4 vísur í útvarpinum, eg var solistur hjá Paula í Sandagerði og ymiskt annað. Men eg vildi ikki stagnera, heldur menna mína rødd. Tí avgjørdi eg at taka sangfrálæru í seks ár við síðuna av arbeiðnum sum lærari í Keypmannahavn, sigur Joanna. Okkurt meiningsfult Joanna bakkaði sostatt av føroyska tónleikapallinum, og brúkti í staðin kreftirnar til klassiskan tónleik. Hon sang eitt nú við Århus Symfoniorkester, Danmarks Radio Under hold­ ningsorkester og Sønderjyllands Symfoniorkester. – Hendan tíðin menti meg nógv sum sangara og lærara. Tónleikur og kreativitetur stimulerar so fantastiska væl. Eftir 13 ár í Danmark tosaðu vit um at fara heim, men vistu ikki rættiliga til hvat. Vit vildu heim til okkurt meiningsfult, greiðir Joanna frá. Tey settu sær mál fyri hvat tey ynsktu at fáa burtur úr við at fara aftur til Føroyar. Var tað nóg avbjóðandi? Hvar kundu Joanna og Sunleif gera mun? – Vit settu okkum sum mál, at tað skuldi vera okkurt meinings­ fult arbeiði, vit komu aftur til. Vit vildu seta í gongd eitt kór og barnakórvirksemi í Føroyum. Av royndum aðra staðni vistu vit at tað er sera týdningarmikið at børn fáa regluliga sangfrálæru á so ungum árum sum til ber. Og báðar av hesum treytunum hevur flytingin boðið teimum. Dreymurin, hon ikki visti um Hon er ikki í iva um, at hon hevur fingið sítt dreymastarv, hóast hon ongantíð hevur vitað, at júst hetta var dreymurin. Tað skuldi bara vera okkurt við tónleiki. – Saman við Kára Bæk fór eg at undirvísa yngstu skúlabørn­ unum í kórsangi, og í ár eru tað so Sunleif og eg, sum venja tey. Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Her arbeiði eg Joanna slípar diamantar – Tað er alneyðugt at fáa tónleikin inn í innskúlingina aftur. Sum eg segði, so stuðlar tónleikur og kreativitetur innlæringina. Og tað er vísundaliga prógvað At vera lærari er so nógv annað enn at undirvísa. Tey skulu lærast at vera saman, at ganga í skúla og gott arbeiðslag Børnini hjá Joannu Johansen eru frammarlaga í føroyskum máli. Hon hevur ment sín egna undirvísingarhátt, sum lærir børnini at seta orð á málið