Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-15, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juli 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 133 - 15. juli 2009 Joanna greiðir frá, hvussu umráðandi tað er fyri sang virk­ semi, at børn fáa undirvísing í sangi frá tí at tey eru heilt ung. Tey fyrstu børnini, hon hevði í barnakóri, fara nú í ungdómskór. – Tey hava ment seg so fantast­ iska nógv. Tey hava fingið upp­ aling í at ferðast í kórsang umhvørvinum, og ikki at gloyma hava tey lært góðan sangteknikk. Tá Joanna Johansen venur børnini, venja gentur og dreingir hvør sær. Kynini skulu venjast á ymiskan hátt. – Tað ótrúliga er, at tá vit so hava konsertir, standa tey har saman, og syngja perfekt, sigur Joanna Johansen, og leggur dent á orðið “perfekt”. Børnum dámar avbjóðingar Men tað er ikki bara á Musikk­ skúlanum, Joanna Johansen kann oysa av sínum sangkunnleika. Hon hevur nakrar fittar næm­ ingar í Eysturskúlanum, sum hon nevnir “míni børn”. Hon knýtir seg til børnini, og heldur altíð at hennara børn eru tey bestu og fittastu. Júst sum ein mamma heldur síni egnu vera best. – Eg havi ment eina innlær­ ingsskipan við børnunum, sum ger tey sterkari í føroyskum málið. Vit klappa stavilsir sum flestu lærarar gera. Afturat tí læri eg tey at seta orð á mállæruna fyri at fáa tey at skilja hana til fulnar. Eg eri sannførd um, at børn trívast við avbjóðingum, og við tí vil eg geva teimum karmar, sum menna tey so tey fáa sum mest burtur úr teimum. Við hesum háttinum duga tey longu í 2. flokki tey grundleggjandi tingini, tey skulu duga í før­ oyskum, sigur Joanna Johansen fegin. Tað, at føroyskt skal vera so torført at læra, er hon ikki so samd í. – Ein skal bara byrja nóg tíðliga, og ikki vera bangin fyri at royna, tí børnini vísa sum oftast veg sjálvi. Vita at eg geri mítt besta Tann nógva samveran við børnini er gevandi fyri Joannu. Eingin ivi um tað. Men hon leggur eisini dent á, at hon trívist ófatiliga væl á Eysturskúlanum, við góðum starvsfeløgum og í einum fantast iskum toymi, har lærarar­ nir stuðla hvørjum øðrum væl. Ikki at gloyma er tað umráðandi fyri hana, at undirvísingin verður væl stuðlað av foreldrunum. – Eg haldi tað vera fantastiska spennandi at vera lærari. Um ­ hvørvið er livandi, spennandi og gevandi. Eg fái nógvar avbjóð­ ingar í starvinum, har eingin dagur er líka. Eg haldi, at skúlin er ein sjálvstøðug organisma, har tað sosiala og fakliga skulu ganga hond í hond. At vera lærari er so nógv annað enn at undirvísa. Tey skulu lærast at vera saman, at ganga í skúla og gott arbeiðslag. Hon plagar at tríva orðini hjá Idu, lítlu systrini hjá Emil, tá hon gongur millum blómurnar á bønum. – Hon sigur, at hon sáar, so blómurnar kunnu vaksa. Nakað soleiðis ljóðar mín arbeiðs­ setning ur við tónleikinum og frálæru sum heild. Tað eydnast ikki altíð, men eg má vita, at eg altíð havi gjørt mítt besta, sigur hon avgjørd. Røddin skal slípast til Til tíðir tigir telefonin hjá Joannu ongantíð. Fólk ringja hana niður, tí tey kundu hugsað sær at fingið sangfrálæru. – Tað er gleðiligt, at tað er so stórur áhugi. Og eg síggi eisini hvussu stórt potentialið er. Man skal duga so nógv fyri at gera røddina fleksibla, smidliga og fyri at syngja reint. Tey flestu kunnu syngja millumleiðið, men tá tað kemur til tað høga og heilt lága, knípir tað. Øll kunnu kortini læra sang teknikk. Øll kunnu syngja, men øll kunnu ikki vera solo sangarar. Fyri at røkka málinum, er tað tí um ráðandi at byrja so tíðliga sum gjørligt. Tí harmast Joanna um at sangur er tikin av tímatalvunum. – Tað er alneyðugt at fáa tónleikin inn í innskúlingina aftur. Sum eg segði, so stuðlar tónleikur og kreativitetur inn­ læringina. Og tað er vísundaliga prógvað. Sjálv byrjaði hon líka sum so nógv onnur við at spæla gittar og syngja í skúla, kirkju og meinig­ heitslívinum á Strondum. Skal røddin mennast til tað ultimativa, skal hond takast um hana tíðliga. Og til tað arbeiðið, er Joanna klár. – Eg síggi mína uppgávu sum at eg slípi diamantarnar til. Eg stemmi stemmurnar. Myndir: Jens Kristian Vang