mikudagur 15. juli 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 15. juli 2009 – Nr. 133
Hvørki Fróði Benjaminsen
ella Kári Nielsen eru við
á Kypros, men Sámal Erik
Hentze hevur bæði Vagn
Mohr Mortensen og Rókur
av Fløtum Jespersen við
aftur
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Bæði Fróði Benjaminsen og Kári
Nielsen eru leikarar við altjóða
dystum og landsdystum í
beinunum. Tað sama eru bæði
Vagnur Mohr Mortensen og Rókur
av Fløtum Jespersen, so hóast
Sámal Erik Hentze má vera tveir
týdningarmiklar leikarar fyri uttan,
so hevur hann fingið tveir fínar
mans aftrat hópinum.
Ætla niðan á vøllin
Sámal Erik Hentze er eisini
positivur, tá tosað verður um dystin
í annaðkvøld.
– Vit eru væl fyri og ætla at spæla
okkara kjans, sigur hann. Sámal Erik
Hentze greiðir frá, at hann ætlar, at
lið hansara skal koma niðan á vøllin
á sama hátt, sum vit hava sæð í
landskappingini í ár.
– Eydnast hetta ikki, so hava vit
eina plan b, so vit eru fyrireikaðir
upp á eitt sindur av hvørjum,
greiðir hann frá.
Vitan hansara um mótstøðuliðið
er eisini stór. Sámal Erik Hentze
greiðir frá, at AC Omonia júst er
komið aftur av venjingarlegu í
Eysturríki, har teir hava víst góðar
taktir.
– Teir spæla við eini offensivari 4-
3-3 skipan, har teir koma ógvuliga
væl við upp í síðunum, fortelur
Sámal Erik Hentze um liðið, ið
hevur keypt 11 nýggjar leikarar til
hetta kappingarárið, við tí fyri eyga
at vinna meistaraheitið frá Apoel
Nicosia, ið EB/Streymur mátti lúta
fyri í gjár.
Bakandi heitt
HB spælir klokkan átta í
annaðkvøld lokala tíð. Hetta
fegnast Sámal Erik Hentze stórliga
um, tí tá er ikki heilt so heitt, sum
tað er um dagin.
– Tá vit vandu klokkan tíggju í
morgun, var longu bakandi sól og
33 stig. Í morgin sigur hann frá
heitari veðrið, men eg trúgvi ikki
tað ber til, heldur Sámal Erik Hentze
fyri.
Tískil kemur tað væl við, at
dysturin liggur so mikið seint, tí tá
HB vandi í gjárkvøldið var nakað av
vindi og 26 stig, sum Sámal Erik
Hentze lýsir sum deiligar umstøður.
Dysturin skal liva
Spurdur ítøkiliga um, hvat eitt gott
úrslit hjá HB er, svarar Sámal Erik
Hentze, at eitt mál telur nógv í
hansara hugaheimi. – Tað hevði
verið fantastiskt at skorað eitt mál.
Um teir so fáa eitt, tvey ella trý er ilt
at siga, men verður tað ikki meiri
enn tað, so livir dysturin framvegis,
tá vit skulu spæla í Gundadali, og
tað er umráðandi, ger Sámal Erik
Hentze greitt.
Hann hevur enn ikki endaliga
avgjørt, hvussu lið hansara skal
síggja út í annaðkvøld, men hetta
hevur hann helst fingið upp á pláss
í kvøld, tá seinasta venjingin hevur
verið.
Tveir út og tveir inn
Tá HB vandi klokkan tíggju í
morgun var talan um 33 stig
Mynd: www.hb.fo
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 15. juli 2009