Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-15, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juli 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 15. juli 2009 – Nr. 133 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 27 Ótrúliga fegin Dánjal Dánjal Davidsen spældi sín fyrsta altjóða dyst fyri EB/Streym í gjár. Í fjør taldist hann millum leikararnar, ið oftast kom inn frá beinkinum, men í gjárkvøldið hevði hann fingið tað álitisváttan, at byrja inni í Champions League dystinum. – Tað verður ikki betri enn hetta, segði ein sjónliga fegin Dánjal Davidsen, tá hann skuldi lýsa, hvat hann helt um at spæla altjóða fótbólt. At Dánjal Davidsen treivst á vøllinum sást eisini, og viðmerkjarin hjá Kringvarpinum, Jóannes Jacobsen, rósti eisini unga verjuleikaranum. Imponeraður av Hans Paula og Sorin Jean Paulista, brasiliumaðurin hjá Apoel Nicosia, sat allan dystin á beinkinum og eygleiddi liðfelagar sínar og EB/Streym. Hann segði seg vera imponeraðan av Hans Paula Samuelsen og Sorini Anghel, men var annars nøgdur við avrikið hjá sínum liðið. – Hetta var eitt gott úrslit í okkara fyrsta dysti í ár. Veðrið og kringumstøðurnar annars spældu ikki nakran leiklut hjá okkum, tí vit eru professionellir og hugsa ikki um Apoel Nicosia vísti seg sum eitt serstakliga sterkt lið. Tekniskt vóru teir fleiri fet frammanfyri føroyska liðið, sum við Gudmundi Nielsen á odda kortini fekk strítt seg fram til onkran málmøguleika FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Um nakar var í iva, so skuldi hesin verið skúgvaður til viks í dag. Fótbólturin á Kypros er nakað væl frammanfyri tað, vit síggja her heima í føroysku landskappingini. Tekniskt vóru teir suverenir í mun til EB/Streym, men eisini á fíggjarliga frontinum eru kypriotar sterkari enn nakar sundalagsmaður. Byrjunaruppstillingin hjá Apoel Nicosia staðfestir eisini hetta, tí einans tveir kypriotar taldust millum teir ellivu, ið byrjaðu dystin á vøllinum. Veik vinstra síða At Apoel Nicosia ætlaði sær ein sigur sást beinanvegin. Seks minuttir vóru spældir, tá teir stútaðu á stongina eftir hornaspark, sum teir vunnu sær eftir at Leif Niclasen var áhaldsin og vongurin slapp framvið honum og legði bóltin innfyri, sum varð vardur út til hornaspark. Tá klokkan hevði rundað tíggju minuttir kom eitt annað innlegg úr høgru, lágt og inn til fremru stong, har stóru serbin Nenad Mirosavljević var nakað kvikari enn Egil á Bø, og smekkaði bóltin upp í nærmara málhorn. Seinna málið hjá Apoel Nicosia kom somuleiðis eftir uppspæl í høgru. Hesaferð fekk EB/Streymur vart fyri innlegginum í fyrstu atløgu, men eftir nakað av trunkaspæl í feltinum, fekk pólski Marcin ćewłakow skot á bóltin, sum fór í málið umvegis fótin á Marna Djurhuus. Umframt stútaran á stongina tíðliga í dystinum, høvdu kypriotar eisini eina roynd, ið tók á tvørtræið. Gudmund í hopla Í mun til Apoel Nicosia hevði EB/ Streymur onga roynd, ið sat innanfyri træverkið. Men tvær ferðir vóru sundalagsmenn ógvuliga nærvið, og í báðum førum var Gudmund Nielsen so ella so partur av tí. Fyrst reiv hann seg leysan í høgru, tá stórur hálvur tími var spældur. Eitt einmans avrik av teimum frægu, áðrenn hann legði bóltin innfyri, har fyrst Hans Pauli Samuelsen, og síðani Arnbjørn Hansen royndu seg, áðrenn bólturin endaði í síðunetinum. Tá ein tími var spældur, var EB/ Streymur so nærvið, sum teir yvirhøvur kundu. Marni Djurhuus, staddur nakað frammanfyri miðjuni dygst úti í vinstra borði, legði ein fantastiskan bólt upp um verjuna og niður við handaru stong, har Gudmund Nielsen, sum var hildin bæði væl og virðiliga, tveitti seg fram og hálvavegna taklaði bóltin beint upp um tvørtræið. Gudmund Nielsen hevði eisini onkran annan frágera góðan túr frameftir vøllinum, har hann megnaði at seta ikki bara ein, men fleiri mótstøðumenn av á vegnum. Mann fyri mann stóð liðið hjá EB/ Streymi seg væl, men serliga Gudmund Nielsen, Bárður Olsen og Sorin Anghel royndust væl, saman við Hans Paula Samuelsen, ið veruliga tordi at bjóða av og eisini eigur rós uppiborið fyri sín frekleika, tá hann á miðvøllinum eyðmýkti ein mótstøðuleikara við at gera eina tunnel við hann. Apoel tvey mál betri Tað var líka við og næstan, at EB/ Streymur fekk eitt mál. Men tað var ikki líka við og næstan, at teir fingu ein javnleik í hús. Hóast Sigfríður Clementsen og Magni Mohr helst iðra seg um, at teirra møguleikar fyri at koma víðari úr umfarinum eru meiri ella minni spiltir, so kunnu teir einans staðfesta, at Apoel Nicosia var hasi bæði málini betri. Gudmund á landsliðið Magni Mohr metir, at Gudmund Nielsen vísti í gjár, at hann eigur eitt pláss á landsliðnum FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Magni Mohr, annar av venjar­ unum hjá EB/Streymi, harm­ aðist um úrslitið av dystinum, men rósti sínum leikarum fyri góðan hugburð og eitt fantas­ tiska gott avrik. Hann loyvdi sær eisini at koma við eini áheitan til lands­ liðsvenjaran. – Gudmund Nielsen er eitt gott dømi um, at landsliðs­ venjarin skal hyggja eftir avrik­ unum í altjóða dystum og ikki í landskappingini, tá hann úttekur leikarar, tí tá koma teirra veruligu kvalitetir til sjón­ dar, segði Magni Mohr. Magni Mohr segði víðari, at hann ikki kundi peika á nakran leikara, sum ikki spældi væl í gjár. – Allir spæla betri enn tað, teir eru mentir og tað er fan­ tastiskt. Hetta liðið er tó tvey mál betri enn vit, men tað er keðiligt at fara á útivøll við einum slíkum úrslitið, sigur Magni Mohr. Hann ásannar eis­ ini, at tað verður ógvuliga trupult hjá EB/Streymi at spæla seg víðari úr hesum umfarinum. – Tað er ikki tað, sum liggur fremst í huganum, men vit fara niður til Kypros fyri at vinna dystin, ger hann kortini greitt. EB/Streymur – Apoel Nicosia 0-2 (0-1): Klassamunur millum meistarar Arnbjørn Hansen liggjandi á vøllinum saman við bæði verjuleikara og málverja, eftir at skotroynd hansara fór í síðunetið Mynd: Sofus D. Johannesen