mikudagur 15. juli 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 15. juli 2009 – Nr. 133
Alt bendir á, at
landsliðsleikarin Súni
Olen, verður klárur til
steypafinaluna á ólavsøku
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað hevur annars ljóðað, at tað
skuldi vera ógvuliga ivasamt, um
gøtumaðurin fór at koma fyri seg
eftir skaðan, hann fekk í dystinum í
móti EB/Streymi. Men nú sigur
venjari hansara, Jógvan Martin
Olsen, at teir í Víkingi rokna við
Súna Olsen til steypafinaluna.
– Hann er byrjaður aftur at venja, so
vit rokna við honum til
steypafinaluna, sigur Jógvan Martin
Olsen, venjari hjá Víkingi.
Klárur til landsdyst
Súni Olsen hevur verið plágaður av
bruna undir hælinum, og hevur
tískil ikki spælt fótbólt seinastu
tíðina. Men nú bendir alt á, at
landsliðsleikarin kann spælt
finaluna á ólavsøku.
Hetta kann eisini landsliðsvenjarin
Brian Kerr fegnast um, tí landsliðið
skal spæla ímóti Fraklandi 12.
august. Harvið hevur Súni Olsen
fingið nakað av dystarvenjing aftur,
áðrenn stórdystin á Tórsvølli.
Formaður
hartar
miðlarnar
– Tit skriva søgur, uttan
at fáa tær váttaðar, sigur
Andrias Lamhauge, eftir
at Dimmalætting í gjár
kunngjørdi, at Høgni
Madsen var givin í NSÍ
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Heimasíðan hjá Dimmalætting
skrivaði fyrrapartin í gjár, at
Høgni Madsen var givin í NSÍ.
Seinni endurgav Portalurin
hesa somu søgu, men í
gjárkvøldið høvdu tey á
Dimmalætting tikið sína søgu
av heimasíðuni.
Samstundis stóð einki at lesa á
heimasíðuni hjá NSÍ um hetta
mál, og tískil hevur mikið tos
verið um, hvat í veruleikanum
er farið fram. Tískil ringdu vit á
blaðnum til formannin í
starvsnevndini hjá NSÍ í
morgun, fyri at gera status í
málinum.
– Status er, at fjølmiðlarnir
skriva søgur uttan at fáa hesar
váttaðar, staðfesti Andrias
Lamhauge.
Hann greiddi síðani frá, at
Høgni Madsen og NSÍ
samráðast um framtíðar
samstarv teirra, men at so leingi
hesar samráðingar eru, er
Høgni Madsen framvegis
knýttur at NSÍ.
– Hesar samráðingar enda
helst seinni í dag, legði Andrias
Lamhauge aftrat.
Rapa skal venja Neistan
Daniel Rapa er nýggjur venjari hjá kvinnuliðnum hjá
Neistanum. Síðsta vetur vandi hann kvinnuliðið hjá VÍF,
sum fluttu upp í Sunsetdeildina, og í 2001 og 2002 gjørdi
hann hetta liðið til Føroyameistarar. Avtalan millum
Daniel Rapa og Neistan fevnir um tey bæði næstu árini.
Tórður Thomsen heldur fram
Tórður Thomsen fer eisini at verja málið hjá AB í seinnu
kappingarhálvu. Tað skrivar argjamenn á heimasíðu síni. Tórður
Thomsen hevur staðið millum stengurnar hjá uppflytarunum seinastu
vikurnar, tí Heðin Stenberg hevur havt drúgvan skaða at drigist við. Nú
er leiguavtalan við runavíkingin longd. – Eg meti, at AB er eitt felag, har
tú sum leikari hevur tætt samband við nevndina. Mær dámar eisini, at
øll í felagnum taka uppgávuna í álvara, sigur Tórður Thomsen við
heimasíðuna hjá AB.
Avtalan er galdandi til oktober.
Súni Olsen hevur vant
seinastu dagarnar
Súni klárur til finalu
Tí í april avdúkaði stjórin
í Rainbow Seafood, at
teir vildu stuðla H71 við
100.000 krónum í altjóða
kapping. Men H71 fer ikki at
luttaka, og tí fer stuðulin til
steypavinnararnar Neistan
HONDBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað var ikki hissini stuðul, Rainbow
Seafood og Regin Mikkelsen lovaðu
Føroyameistarunum í H71. 100.000
krónur skuldu hoyvíkingar fáa, nú
teir fyri fyrstu ferð nakrantíð fingu
møguleikan at royna seg í altjóða
kapping.
– Einasta treytin, sum vit seta, er at
meistararnir fara til Europa Cup,
segði Regin Mikkelsen hetta
kvøldið í apríl, tá hondbóltsleikarar
heiðraðu hvørjum øðrum á
gallaveitslu.
Hesa treyt hevur H71 ikki uppfylgt.
Teir ætla ikki at luttaka í Europa
Cup og harvið fáa teir ongar
pengar. Tískil fær Neistin nú latið
100.000 krónur upp í hendi – frá
H71 meiri ella minni.
– Vit ynskja einans at stuðla
hondbóltinum. Sjálvt um vit ikki
høvdu ímyndað okkum, at H71 ikki
fór at luttaka í Europa Cup, nú teir
hava møguleikan til tess fyri fyrstu
ferð, so høvdu vit frammanundan
avgjørt, at tóku teir ikki av, fór
stuðulin til steypavinnararnar,
greiðir Regin Mikkelsen frá.
Neistin hevur boðað frá, at teir fara
at taka lut í Europa Cup, har teir
skulu til Bulgaria at takast við HC
Dobrudja-Dobrich. Til hesa
uppgávu hava teir nú fingið
100.000 krónur frá Rainbow
Seafood.
Neistin fær 100.000 frá H71
Regin Mikkelsen handar
formanninum í
Hondbóltssambandinum Kristian
Johansen kekkin á gallaveitslu í
apríl