mikudagur 15. juli 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 133 • 15. julil 2009
MIÐvIkaN
29
Dagbókin
skjótt
sum
hetta.
Um dagbókina
Dagbókin er í tveimum. Fyrri
partur byrjar í Danmark, hagar
Egil er farin at fáa sjúkraviðgerð.
Sum tað skilst seinni í dagbókini,
er hann farin úr Føroyum 15.
november, so tað hevur verið ein
longri ferð.
Dagbókin er í tveimum proto
kolbókum. Helst man hann hava
keypt ta fyrru, tá ið hann er komin
til Keypmannahavnar.
Egil greiðir gjølla frá teimum
persónum, sum hann hittir í
Danmark. Tað áhugaverda er, at
millum hesi eru mamman,
omman, mammubeiggi og helst
onnur í móðurættini. Hetta
merkir, at tey hava havt samband
millum sín, hóast Egil neyvan
kann minnast mammu sína sum
mammu. Hann var lítil, tá ið
foreldrini fóru frá hvørjum øðrum.
Men tað eru eisini ábendingar
um, at mamman hevur verið í
Føroyum aftur. Maria Djurhuus
(í barnagarðinum) í Havn eigur
tær flestu av teimum myndum,
sum eru av Egil í hesi greinarøð.
Á einari er hann saman við
mammuni, og henda myndin er
tikin av Turid Jacobsen í Havn.
Vinarlag við
Lützenættina
Men tað sum er eins áhugavert
er, at ein av teimum sum tekur
ímóti Egil í Keypmannahavn er
Ove Lützen, og hann er eisini um
Egil ta tíðina, hann er í Danmark.
Hetta er ein partur av søguni
um, hvussu nær Faktorin kom
teimum, sum hann arbeiddi
saman við.
Ove Lützen var sonur Henriettu,
dóttir gamla Restorff, og Jacob
Lützen, sum var sonur tann A.C.
Lützen, sum var fyrsti Lützen í
Føroyum. Tað var hann, sum datt
deyður niður, tá ið hann talaði fyri
kongi í 1874.
Ein beiggi Jacob var Nichels
Lützen (18431912). Hann kom 15
ára gamal til Klaksvíkar saman
við Faktorinum í 1858.
Teir báðir sótu væl um sátt, og
sum árini gingu gjørdist Nichels
høgra hond hjá Faktorinum.
Nichels var eisini gubbi fyrsta
barninum hjá teimum, Magda
lenu. Tá ið Faktorin leggur frá sær
í 1908 tekur Nichels við.
Tað skilst eisini á teimum, sum
seinni vitja Egil í Føroyum, at tað
hevur verið eitt tætt vinarlag við
Lützenættina, og hetta hevur so
eisini verið galdandi fyri Ova, sum
er búsettur í Danmark.
Ove var føddur 8/31885. Hann
giftist 21/71918 í Vor Frue kirke við
Edith Louise Andersen, fødd 28/6
1891. Hon var dóttir postmeistaran
Andersen. Sum ungur var hann
ein av stigtakarunum til Havnar
Fimleikarafelag og var sjálvur ein
góður fimleikari. Í Danmark, har
hann kom at búgva mestu tíðina
av ævi síni, starvaðist hann sum
heilsølumaður, og sum slíkur seldi
hann nógvar ymiskar vørur til
Føroyar.
Johan Restorff Jacobsen, sum
er keldan til hesar upplýsingar
greiðir frá, at tey árini pápi
hansara Andreas handlaði við
kolonialvøru í Vágsbotni, keypti
hann nógv frá Ova Lützen. Hann
hevur óivað saman við bróður
inum gjørt sítt til, at Andreas
kundi ogna sær sín part av
handilsfyritøkuni í Vágsbotni.
Í hesum sambandi var Johan
eina ferð úti hjá Ova Lützen
í Gentofte og rindaði honum
pening fyri vørur, sum Andreas
hevði keypt frá honum.
Ove doyði tann 15/31969 og
Edith Louise tann 11/31953
og eru bæði jarðaði í Gentofte
kirkjugarði. Tey áttu trý børn.
Kjøbenhavn d. 1.
December 1916
Kl. 9 om Morgenen begyndte
vi at sejle ind til Kjøbenhavn.
Det var meget pænt Vejr, men
meget koldt. Ved 10 Tiden var vi
inde ved Kajen. Ved Indsejlingen
passerede vi Botnia, der skulde
op til Færøerne.
Ombord i den var Jacob
Lützen, Frants Restorff, (sonur
Gamla Restorff), Maja Restorff,
(dóttir hansara), Knud Lützen,
(pápi m.o. Esther Djurhuus), m.fl.
Vi fik lige hilst paa hinanden
og fik paa den Maade en Hilsen
med Hjem. Da vi lagde ind
til Kajen kom Moder og Carl
Müller og tog imod mig, ligesaa
Ove Lützen. Ellers var der en
del færinger til stede: Joen
Mikkelsen, Sanna Niclassen,
Ingrid Lützen (systir Ova) m.f.
Jeg kørte siden med Moder i
Bil hjem til Onkel Chr. Da vi saa
havde faaet anbragt Bagagen,
kørte vi i Sporvogn hjem til
Bedstemoder. Moder gik siden
hen paa Kontoret igen. Jeg blev
saa hos Bedstemoder, til Moder
kom og hentede mig. Vi kørte saa
hjem til Onkel Chr. igen, hvor vi
spiste til Middag sammen med
fru Hofmann. Ved kl. 10tiden tog
Moder hjem og jeg gik i Seng.
Paa den Maade tilbragte jeg min
første dag i København.
2. December
Da jeg havde spist Frokost gik jeg
en lille Spadseretur op og ned
ad Vesterbrogade. Jeg turde ikke
at vove mig saa langt i de første
par Dage. Moder kørte siden
med mig ud til Bedstemoder,
hvor vi spiste Middag. Hun fulgte
mig ligeledes hjem om Aftenen,
efter at vi havde set et Stykke i
Kinografen.
3. December
Da jeg havde drukket The, røg
jeg mig en lille Cerut og læste
i Aviserne. Hilste paa Edith
første gang “eitt ógvuliga fitt
systkinabarn og óføra blíð”. Vi
sad saa og passiarede indtil vi
skulde spise Frokost. Vi skulde
spise kl. 12, og da Fru Hoffmann
og Moder var kommet spiste
vi. Efter Frokosten spadserede
Moder og jeg ned ad
Strøget. Siden tog vi
hjem til Bedstemoder,
Nú fara vit at endurgeva brot úr
dagbókini hjá Egil. Í summum førum
verður endurgivið orðarætt. Í øðrum
førum verður gjørdur samandráttur. Sum
tørvur er á verða gjørdar frágreiðingar.
Eisini verða roynt eftir førimuni at lýsa
persónarnar, sum koma fyri í dagbókini
Byrjanin á dagbókini
Mamman, Hulda, tók ímóti Egili, tá ið hann kom til
Keypmannahavn. Her sæst hon saman við Egili í Føroyum.
Helst í 1916
➘
Faktorin Johan Christian
Djurhuus, abbi Egil. Meðan hann
virkaði í Klaksvík trýfaldaðist
fólkatalið frá um 180 til um 530.
Húsatalið fór frá 28 upp í um 100
Magdalena var elsta barn hjá
Faktorinum. Hon giftist ikki og var
“heima”, so leingi hon livdi