Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-15, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juli 2009síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 133 - 15. juli 2009 Fyri 30 árum síðan fór ein rættilig kollvelting fram í sambandi við ferðsluna í høv uðsstaðnum. Miðbý urin broyttist nógv, gomul hús vórðu tikin niður og nýggir vegir gjørdir, samstundis sum vit fingu Bussleiðina, sum í dag er ein náttúrligur partur av býarmyndini. Ein av teimum sum var við til at leggja Bussleiðina til rættis er Finnur Johansen, sum var býráðslimur frá 1972-84. Hann var for mað- ur í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráð og limur í teknisku nevnd. Tekniska nevnd tók sær av sjálvari skip anini, men menta mála- nevndin skuldi taka støðu til hvønn lit bussarnir skuldu hava, og hvussu hendan nýggja bussrutan skuldi eita. Finnur sigur, at tað vóru fleiri uppskot uppi at venda, men tað var hann, sum tók støðu til at navnið skuldi verða Bussleiðin. Hann hevði spurt seg fyri hjá mál kønum fólki m.a. Christian Matras, profess- ara, sum helt at navnið skuldi helst hava okkurt við buss at gera, og Finnur helt at orðið leið, sum er tað føroyska orðið fyri rutu, var eitt gott orð at nýta í hesum sambandi, so hann tók avgerð um, at navnið skuldi vera Bussleiðin. Avgjørt varð eisini at bussarnir skuldu vera reyðir við ljósum taki. Bussarnir skuldu lakkerast við røttu litunum og hava navn á, áðrenn teir vórðu sendir úr Norra, har teir vórðu uppbygdir. Finnur sigur, at stórur dendur varð lagdur á, at bussarnir skuldu hava nóg stóran motor. mg bilar SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 Bussleiðin koyrt í 30 ár Finnur Johansen var við til at leggja Bussleiðina til rættis og kom við navninum Bussleiðin Hildebrand Midjord er ein av veteranunum sum bussførari hjá Bussleiðini. Hann koyrdi býbuss í næstan 30 ár Hesir tríggir Volvo VBK eru teir fyrstu bussarnir hjá Bussleiðini Seinastu níggju árini hevur fyrsti sunnudagur í juli ver ið minningardagur teirra deyðu í ferðsluni, men so leiðis var ikki í ár. Stigtakarin og samskipari av tiltakinum, Ingi Gunn- ars son, sigur, at sjálvur hevur hann ikki havt orku til at skipa fyri minn ing- ardegnum í ár, men hann vónar at tiltakið ikki dettur niður fyri av tí orsøk. Fyrsta tiltakið var í 2000. Endamálið við tiltakinum var at gera vart við, at tað framvegis henda alt ov nógvar álvarsligar vanlukk- ur í ferðsluni og at fáa okkum at steðga á eina løtu og hugsa um hesi viður- skifti. Í fjør vórðu blómur lagdar á 183 støð kring landið, har deyðsvanlukkur eru hendar. Ingi sigur, at hann hevur ikki tikið støðu til, um minningardagurin verður aftur í 2010, men um onkur hevur hug at skipa fyri einum slíkum tiltaki, vil hann gjarna vera við til at stuðla og hjálpa til. mg Eingin minningardagur Ingi Gunnarsson Bilradio útsett Av tí at Rás2 sendur frá festivalinum við Múrin, er sendingin Bilradio úsett til komandi viku.