mikudagur 15. juli 2009síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 133 - 15. juli 2009
37
Leygardagin 27. juni var
opið hús hjá Reyni Service
í Hoyvík í sambandi við at
fleiri nýggj Toyota modell
eru komin á marknaðin:
Minibilurin
Toyota
iQ,
nýggjasta modellið av Toy
ota Avensis og Toyota
Ur ban Cruiser.
Toyota iQ er ein minibilur,
sum er minni enn 3 metrar
langur. Talan er um tann
minsta minibilin til fýra
persónar á marknaðinum.
Bilurin verður gjørdur bæði
sum bensin og diesel.
Nýggur Toyota Avensis er
eisini komin á marknaðin.
Talan er um triðju genera
tión av Avensis, sum er ein
sera týðandi bilur hjá Toyota
og ein av teirra mest seldu
bilum. Avensis fæst bæði í
bensin og dieselútgávum
sum sedan og stationcar.
Toyota Urban Cruiser er
ein sonevndur crossover,
sum er ein av hesum nútím
ans rúmligu familjubilunum
við kassalíknandi designi
og liðiligari innrætting. Í
stødd er Urban Cruiser
mill um Toyota Yaris og
Auris. Bilurin er líka undir
fýra metrar langur og fæst
bæði í bensin og diesel út
gávum sum 4x4.
mg
Tríggjar nýggjheitir frá Toyota
f.v.: Toyota Avensis, Toyota
Urban Cruiser og Toyota iQ
Toyota nýggjheitir
Berg Motors selja nú Renault
BMW 318 TDS til sølu
Ein svartur BMW 318 TDS (diesel)
er til sølu fyri 40.000 krónur.
Bilurin er skrásettur fyrstu ferð hin
11. juni 1996 og er í góðum standi
Áhugaði ringið tel: 223369
Frá 1. juli 2009 at rokna er
Berg Motors alment umboð
fyri Renault í Føroyum.
Síð an bilasølan VRBilar
gavst um ársskiftið, hevur
Renault einki umboð havt í
Føroyum.
Fyri
góðum
tveimum
mán aðum
síðan
settu
Renault Danmark seg í
samband við Berg Motors
um at umboða teirra bilar.
Síðan hava samráðingar
verið millum partarnar, og
nú er Berg Motors alment
Renault umboð í Føroyum.
Renault hava bilar í øllum
støddum. Tann minsti er
Renault
Twingo,
síðan
koma
Clio,
Kangoo,
Modus, Mégane, Scénic,
Laguna, Koleos og Espace,
umframt vørubilarnar Tra
fic og Master sum fáast í
fleiri ymiskum støddum og
útgáv um.
mg
Axel Ljósheim og Jákup Jacobsen,
sølumenn hjá Berg Motors, sum
nú eisini selja Renault