Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-15, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. juli 2009síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 133 - 15. juli 2009 tíðindi Partaeigararnir í teimum báðum størstu alifyritkunum í Føroyum hava skrivað undir avtalu um at leggja feløgini saman frá 1. januar 2010 Samstundis er farið undir fyrireikingar at skráseta samanlagda felagið á virðis­ brævamarknaðinum í Oslo næsta ár. Bakkafrost skipaði í 2006 saman við Havsbrún og Før­ oya Banka nýggja alisam­ takið Bakkafrost Holding í Norðoyggjum og syðra parti av Eysturoynni. Aðal­ málið við felagnum var at bøta um møguleikarnar at skipa eina burðardygga aling í Føroyum. Bakkafrost Holding hevur staðið seg væl hesa tíðina og virkar nú á fjórða ári við fullari framleiðslu í øllum liðum. ­ Á marknaðinum fyri laks ráða stórar handilsketur, ið leggja dent á at gera avtalur um stórar nøgdir í senn. Vit meta tað vera ein avgjørdan fyrimun, at sam­ anlagda felagið verður ein stór eind, tí tá verður lættari at handla við alsamt vaks­ andi kundarnar, siga Líggjas í Bø, nevndarformaður í Bakkafrost Holding, og Bergur Poulsen, nevndarfor­ maður í Vestlax. Samanleggingin av Bakkafrost og Vestlax verð­ ur veruleiki 1. januar 2010. Partarnir vænta, at eyð­ sýndir fyrimunir verða við samanlagda felagnum, tí talan verður um eitt spenn­ andi arbeiðspláss, har orka eisini verður til vørumenn­ ing, marknaðarmenning og nýhugsan. ­ Við færri eindum í ali­ vinnuni ber betri til at stýra ymsu økjunum í vinnuni, og hetta er umráðandi fyri at avmarka lívfrøðiliga váð­ an. Við skrásetingini á virðisbrævamarknaðinum í Oslo fer almenningurin at kunna vera við í eigara­ skarðanum í felagnum og fáa ágóða, um væl gongst í hond, siga Líggjas í Bø og Bergur Poulsen. Bakkafrost og Vestlax hava gjørt avtalu við Cor­ porate Finance­deildirnar hjá Føroya Banka og Nordea um, at deildirnar báðar standa fyri at fyrireika børsskrásetingina í Oslo. Ætlanin umn saman­ leggingina er treytað av myndugleikagóðkenning, siga feløgini í tíðindaskrivi. Partaeigararnir í størstu alifyritøkunum í Føroyum, Bakkafrost og Vestlax, hava avtalað, at feløgini leggja saman frá 1. januar 2010. Samstundis er farið undir fyrireikingarnar at skráseta samanlagda felag­ ið á virðisbrævamarknaðin­ um í Oslo næsta ár. Í sam­ bandi við skrásetingina ætlar Føroya Banki at selja sín ognarlut á 33 prosent í samanlagda felagnum Føroya Banki eigur í løtuni ognarlutir í bæði Bakkafrost og Vestlax, og tá feløgini eru samanløgd 1. januar 2010, verður ogn­ arlutur bankans í saman­ lagda felagnum 33 prosent. Samanleggingin er treytað av góðkenning frá við­ komandi myndugleikum. Hóast partabrævakursir um allan heim hava verið fallandi seinasta árið, hev­ ur gingið væl við parta­ brøvum hjá alifyritøkum, ið eru skrásettar á virðis­ brævamarknaðinum í Oslo. Kursirnir eru nógv hækkaðir, og nógv bendir tí á, at løtan er tann rætta at skráseta samanlagda før­ oyska alifelagið á norska virðisbrævamarknaðinum. „Ætlanin at selja okkara ognarlut í samanlagda fel­ agnum er ein natúrlig av­ leiðing av bankans strategi um at leggja dent á banka­ virksemi og minka um váðan í einstøkum vinnu­ greinum. Vit halda tað eisini vera týdningarmikið, at skapt verður eitt fíggjar­ liga sterkt alifelag í Føroy­ um, sum er kappingarført á altjóða marknaðinum,“ sig­ ur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka. Í sambandi við ætlaðu skrásetingina á virðis­ brævamarknaðinum í Oslo hava Bakkafrost og Vestlax gjørt avtalu við Corporate Finance­deildirnar hjá Føroya Banka og Nordea um at standa fyri børsskrá­ setingini. Føroya Banki fyrireikar at selja ognarlut í Bakkafrost Bakkafrost og Vestlax leggja saman THE EVIL SIDE Við bannsettum jalapeños og heitum ketsjupp 6-pack 65 kr THE GOOD SIDE Við leskiligum leykringum og BBQ-sós ® Burger King, Whopper and Have It Your Way are registred trademarks of the Burger King corporation. © 2009 PARAMOUNT PICTURES CORPORATION and DW STUDIOS L.L.C. All Rights Reserved. HASBRO, TRANSFORMERS and all related characters are trademarks of Hasbro. © 2009 Hasbro. All Rights Reserved. SMS kapping Eitur optikarin í Miðlon Niels L. Arge? Send SMS til 1940 og svara ja ella nej. Hvønn dag kappingin er, kanst tú vinna eitt gávukort á kr. 500,- til eina av matstovunum í Havn. Mikudagur 15. juli 15:00 Tíðindi 15:10 Vágspop – Heri Jacobsen, Barbara Holm og Mirjam Pætursdóttir eru vertir 16:00 Tíðindi 16:10 Vágspop 17:00 Tíðindi 18:30 Tíðindi (e) 19:00 Tónleikur 20:30 Tónleikur 21:00 Úr skjáttuni – Evni: Um Bíbliuna. Ejvind Mouritsen prátar við Berg D. Joensen (3. partur) 22:00 Tónleikur 00:00 Liðugt Hósdagur 16. juli 07:00 Tónleikur 09:00 Morgunsending 10:00 Lýsingar 10:05 Morgunsending 11:00 Tíðindi 11:05 Morgunsending 12:00 Tíðindi 12:15 Hitt-tónleikur 13:00 Ynskiløtan 14:00 Lýsingar 14:05 Ynskiløtan 15:00 Tíðindi 15:10 Seinnapartssending 16:00 Tíðindi 16:05 Seinnapartssending 17:00 Tíðindi 17:15 Seinnapartssending 18:30 Tíðindi (e) 18:50 Tónleikur 21:15 Tónleikur 00:00 Liðugt Fríggjadagur 17. juli 07:00 Tónleikur 08:00 Bilradio (e) 09:00 Morgunsending 11:00 Tíðindi 11:10 Morgunsending 12:00 Tíðindi 12:15 Hittónleikur 13:00 Ynskiløtan 15:00 Tíðindi 15:10 Seinnapartssending 16:00 Tíðindi 16:05 Seinnapartssending 17:00 Tíðindi 17:15 Seinnapartssending 18:30 Tíðindi (e) 18:50 Tónleikur 21:00 Tónleiksending hjá Heimamissiónini 22:00 Tónleikur 00:00 Liðugt Skráin fyri Rás2