Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 134 - 16. juli 2009 Russiska tíðindakvinn­ an og mannarættinda­ stríðskvinnan Natalja Estemirova bleiv 50. Í gjár bleiv hon burturflutt í kekenska høvuðsstaðnum Groz­ nyj, og seinnapartin varð líkið av henni funnið í grannalýð­ veldinum Ingosjetia. Burturflytararnir høvdu skotið hana tvær ferðir í høvdið Dráp Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Russisk mannarættindastríðs­ fólk leggja kekenska forsetan, Ramzan Kadyrov, undir at hava skipað fyri burturflyt­ ingini og drápinum. Tey vilja vera við, at forsetin metti tíðindakvinnuna sum sín persónliga fígginda. – Ramzan Kadyrov hevði hótt Natalja fyrr. Hann spilti hana út og roknaði hana sum sín persónliga fígginda, sigur Oleg Orlov, sum er formaður í russiska mannarættindabólkinum Memorial. Vinfólk hjá Natalja Este­ mirova hava greitt frá, at fýra menn tóku hana og noyddu hana inn í ein bil í kekenska høvuðsstaðnum gjáramorgunin. Seinni um dagin varð líkið av henni funnið í einum skógi tætt við býin Nazran í granna­ lýðveldinum Ingosjetia. Prógvaði brotsverk Kekenski forsetin var mill­ um tey fyrstu at gera við­ merkingar til drápið. Tals­ maður hansara, Alvi Keri­ mov, segði við fjølmiðlarnar í gjár, at drápsmenninir vóru eirindaleysir brots­ menn, og hann bað løgregl­ una finna teir seku, so teir kunnu revsast. Kadyrov, sum fær stuðul frá russisku leiðsluni í Kreml, legði aft­ urat, at hann fer sjálvur at fylgja við kanningunum í málinum. Men formaðurin í Mem­ orial tekur ikki orðini hjá kekenska forsetanum fyri fult. Tvørturímóti er hann líka sannførdur um, at for­ setin hevur sjálvur ábyrgd­ ina av illgerðini. ­ Eg eri ikki í iva um, hvør hevur ábyrgdina av hesum. Tann maðurin eitur Ramzan Kadyrov, skrivaði Oleg Orlov í einari fráboðan á heimasíðuni hjá Memorial í gjárkvøldið. Mannarættindafelagsska purin Human Rights Watch sigur, at tað er nógv, sum bendi á, at teir kekensku myndugleikarnir góvu boð um, at Natalja Estemirova skuldi beinast av vegnum. ­ Hon prógvaði, at teir kekensku trygdarmyndug­ leikarnir høvdu brotið mannarættindini í fleiri før­ um, og vit hava góða grund til at halda, at teir kekensku myndugleikarnir skipaðu fyri morðinum, sigurTanja Loksjina, sum arbeiðir fyri Human Rights Watch í Russlandi, við NTB. ES og USA fordøma Russisku myndugleikarnir hava ikki gjørt nakra beinleiðis viðmerking til, at tann kenda tíðinda­ og man narættindastríåðskvinnan er myrd. Men talskvinnan hjá russiska forsetanum, Dmitrij Medvedev, segði í gjár, at forsetin varð í øðini, tá hann frætti um morðið, og at hann hevði givið boð um, at málið skal kannast til botns. ES og USA hava fordømt morðið. Svenski uttanríkis­ ráðharrin, Carl Bildt, sum er formaður í ES í løtuni, sigur, at samveldið fordømir morðið. ­ Vit fordøma hesa illgerð­ ina og mæla myndugleikun­ um til at fáa staðfest, hvør hevur ábyrgdina av hesum, og at seta neyðug tiltøk í verk, segði Carl Bildt. Amerikonsku myndug­ leikarnir hava eisini gjø’rt vart við seg, síðani tíðindini um morðið bórust. ­ Vit heita á russisku stjórnina um at revsa teir tey, sum framdu hetta grova brotsverkið stóð í einari frá­ boðan frá Hvítu Húsunum. Djørv stríðskvinna Norðmaðurin Ivar Amund­ sen, sum er leiðari á Chec­ hnya Peace Forum í Lon­ don, kendi Natalja Estemi­ rova væl, og hann er skelk­ aður av, at hon skuldi fáa eina so ræðuliga lagnu. ­ Hon var erin sera djørv stríðskvinna. Tey, sum arbeiða fyri mannarættind­ um í hasum økinum, mugu ansa sera væl eftir, hvat tey siga og gera, men hon lat seg ikki ræða, sigur Ivar Amundsen við NTB. Sjálvur hitti hann Natalja fleiri ferðir á fundum og ráðstevnum um mannarætt­ indini í Russlandi, og eftir hansara tykki er morðið enn eitt prógv um, at russisk mannarættindastríðsfólk eru í støðugum lívsvanda. ­ Tað, sum hendi Natalja Estemirova, kann henda øllum. Tey, sum tora at trína fram og at siga sína hugsan, seta seg í stóran váða. Tey seinnu árini hava vit sæð fleiri politisk morð, ikki bara í Russlandi, men eisini í londum sum Eysturríki, Turkalandi og Dubai, sigur Ivar Amundsen við norsku tíðindastovuna. Kendi Politkovskaja Natalja Estemirova var bæði mannarættindastríðsk vinna og tíðindakvinna. Hon arbeiddi fyri mannarætt­ indafelagsskapin Memorial og bólkin RAWarWAR, ið er ein stytting fyri Reach All Women in War. Frá hes­ um felagsskapinum fekk hon The Anna Politkovskaja Award, ein virðisløn, sum er ognað russiski blað­ og mannarættindastríðskvinnu ni Anna Politkovskaja, ið bleiv myrd í Moskva á heysti í 2006. Natalja Estemirova og Anna Politkovskaja kendust væl, og tær arbeiddu javnan saman í Kekenia. Hóast Natalja Estemirova var russ­ isk, dugdi hon kekenska málið ræðið, og hon var ofta tulkur hjá Anna Polit­ kovskaja í Kekenia. (Keldur: NTB og Aftenposten) Aftur ein russisk tíðinda- og mannarættindastríðskvinna myrd Summarfrí 20. juli -7 august Vegna summarfrí verður kommunuskrivstovan stongd í viku 30, 31 og 32. Opið verður aftur 10. august sum vanligt. Um átrokandi ørindi eru í hesum tíðarskeiði ber til at ringja á tlf 730004 gerandisdagar millum 10.00-12.00. Kampingvognur til leigu á kampingøkinum á Selatrað. Tlf. 218195 Natalja Estemirovavar hevði avdúkað fleiri brot á mannarættindini í Kekenia, og tað kostaði henni lívið Mynd: Reuters Á heysti í 2006 varð blað- og mannarættindastríðskvinnan Anna Politkovskaja myrd í Moskva. Eisini hon hevði avdúkað ræðuleikar í Kekenia Mynd: AP Kina gongur ímóti kreppuni Tann búskaparligi vøksturin í Kina er so stórur, at greinarar vænta, at Kina verður tað fyrsta stóra landið, sum sleppur burtur úr altjóða kreppuni. Í apríl ársfjórðingi var tann kinesiski búskaparvøksturin 7,9 prosent samanborið við sama ársfjórðing í fjør. Fyrsta ársfjórðing var vøksturin 6,1 prosent. Greinararnir siga, at meðan tey flestu londini hava afturgongd í búskapinum, gongur tað tann øvugta vegin í Kina. Teir halda, at vøksturin í Kina kemst serliga av einum vakstrarpakka, sum stjórnin kom við, og sum hevur økt eftirspurningin á heimamarknaðinum. Harafturímóti hevur tann kinesiski útflutningurin framvegis trupulleikar. Ráðharri í øðini Týski fíggjarmálaráðharrin, Peer Steinbrück, er í øðini, eftir at tað er komið fram, at stjórin í einum almennum banka hevur fingið 22 milliónir krónur í eykasamsýning, samstundis sum bankin mátti fáa pengar úr ríkiskassanum fyri at sleppa undan húsagangi. Týsku fjølmiðlarnir hava gjørt nógv burturúr, at stjórin í HSH­bankanum fekk 22 milliónir krónur í eykasamsýning, samstundis sum bankin mátti fáa meiri enn 22 milliardir krónur í almennari hjálp fyri at sleppa ígjøgnum fíggjarkreppuna. Peer Steinbrück sigur við týsku tíðindastovuna DPA, at eitt mál sum hetta kann fáa sinnið hansara í kók.