hósdagur 16. juli 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 134 - 16. juli 2009
Myndir: Beinta Haraldsen
Í gjár byrjaðu teir fyrstu
festivalgestirnir at gera
seg til reiðar til festivalin
í Kirkjubø. Við Múrin er
sostatt fari av bakkastokki,
og við starvsfólkum, festi-
valgestum og tónleikarum
verður Kirkjubøur á tremur
við fólki næstu dagarnir.
Í gjárkvøldið var veðrið
av tí fagrasta í Kirkjubø,
men í morgun er støðan
ein onnur. Tjúkt í mjørka
bjóðar Kirkjubøur til sínar
fyrstu tónleikaframførslur
av hesum slag,
Hóast veðrið eru
festivalgestirnir væl ávegis
til at seta upp tjald og
annað, og nógv eru tey, ið
hava valt sær tjaldið sum
gisting komandi dagarnir.
Fyrsta festivaldagurin
verður merktur av
føroyskum tónleiki. Við
millum annað Guðrið
Hansdóttir, Heiðriki, 200,
MC-Hár og SIC á odda fyri
tí føroyska partinum, byrjar
dagsins tónleikur kl. 16.00 í
dag. Á midnátt trínur fyrsta
útlendska navnið á pall, og
er talan um Trentemøller.
Trentemøller er ein
danskur Dj, sum seinnu
árini veruliga hevur gjørt
um seg. Hann var eitt
av høvuðsnøvnunum í
Roskilde Festivalinum í ár,
og nú er hann ávegis til
Kirkjubøar.
Eftir hansara
framførslu
verður Dj-Show,
og heldur tað
fram til kl. 03.00,
tá ið fyrsti
festivaldagurin
endar.
Klárt at bróta
ljóðMúrin