hósdagur 16. juli 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 134 - 16. juli 2009
11
tíðindi
Nú festivalurin við Múrin
av álvara nærkast, og økið
byrjar at broyta skap til
tónleikamiðdepil má sigast,
at Kirkjubøur eftir øllum
at døma hóskar væl til
endamálið.
Smáar forðingar eru
kortini við tiltakinum.
Nevnast kann eitt nú tað,
at tað ikki er loyvt at hava
nakað drekkandi við inná
festivaløkið, og hóast hetta
kann virka irriterandi fyri
festivalgestirnir, so er tað
kortini skilligt at hetta ikki
letur seg gera, millum
annað av trygdaráðum.
Kortini hava fyrireikarar
funnið eina góða loysn
uppá hendan trupulleikan,
og væntandi verður hetta
sera væl móttikið av
festivalgestunum. Talan er
nevniliga um ølsøluna, har
ølirnar verða seldar fyri 10
krónur. Hetta er munandi
minnið kostnaður enn tað
sum vit kenna frá øðrum
festivalum, og prísurin
má avgjørt sigast verða
rímiligur.
Aðrar forðingar kann
eitt nú verða teigurin,
ið gestirnir skulu ganga
áðrenn komið verður til
festivaløkið. Vónandi verður
ein loysn funnin uppá hetta
áðrenn festivalurin av
álvara fer av bakkastokki,
soleiðis at serstakliga tey, ið
skulu tjalda í Kirkjubø, ikki
hava fyri neyðini at ganga
hendan langa teig fleiri ferð.
Eingin annar nevniverdur
trupulleiki tykist hava
stungið seg upp enn,
men heldur má sigast, at
hugnaliga og mentanarríka
umhvørvið i Kirkjubø
eftir øllum at døma egnar
seg serstakliga væl sum
festivalbygd. Nú er bert
eftir hjá fyrireikarunum at
prógva sína dygd, nú teirra
fyrsti festivalur við Múrin
fer av bakkastokki.
Ein ordans gongutúrur
Rás2 við Múrin
Áðrenn Trentemøller fer
á pall við Múrin í dag,
skrivar hann autografar á
ungdómsdeild Eiks, har
tiltak verður.
Tiltakið byrjar klokkan
15.00 við vitjan av
Trentemøller, sum skrivar
autografar. Eisini verður
tónleikur á altanini, har eitt
nú Linda Andrews fer at
syngja.
Eisini luta tey burtur eitt
backstage-pass, til at hitta
Anna David. Kappingin
og burturlutingin verða á
staðnum.
Aftaná ber til at ganga
niðan í Gundadal, har
Fólka
heilsu
ráð ið
við
Múrin
Sum verða man verða
tað ikki bert básar, ið
selja drekkavørum og
matvørur við Múrin.
Fólkaheilsuráðið hevur
ein bás á tónleikafe-
stivalinum í Kirkjubø
og fyrireikarar siga, at
endamálið er at gera vart
við vandarnar av kyns-
sjúkum og narkotika.
Fólkaheilsuráðið
sigur, at hagtøl frá
Landslæknanum benda
á, at trupulleikin við
kynssjúkuni, sum er elvd
av klamydia er vaksandi.
Tað ringa við hesi
smittuni er, at tað ber
til at vera smittaður við
sjúkuni uttan at vita tað.
Smitta er rættiliga vanlig,
tí av teimum 1299, sum
í fjør lótu seg kannað,
varð staðfest, at 15 %
vóru fongd. Smitta við
klamydia kann føra við
sær, at fólk ikki kunnu fáa
børn. Fólkaheilsuráðið
fer tí at geva
festivalluttakarunum eitt
upplýsandi spurnarblað
og hvørt kvøld verða
trektir vinningar til teirra,
sum svara rætt. Eisini
verða hítir býttar út
ókeypis.
Til tess at gera vart við
vandan við narkotika,
hevur ráðið í samstarvi
við Apotekaraverkið
gjørt ein bókling,
har greitt verður frá
vandunum, ið standast av
rúsevnisnýtlslu.
Trente møller
skrivar auto grafar
Hóast atgongumerkjasølan
sum skilst hevur gingið
eftir vild, so eru tað kortini
stórur partur av tí føroyska
fólkinum, ið ikki fær
møguleikan at hoyra Tiesto,
Trentemøller, Pipar&Salt og
Páll Finnur Páll.
Men kortini kunnu før oy-
ing ar kring alt landið verða
við í festival feprinum, ið
herj ar um hesar dagar.
Rás2 sendir nevniliga
bein leiðis frá Kirkjubø
hós dagin og fríggjadagin,
og byrjað verður í dag kl.
15.00.
Tá vitjar kendi danin
Trente møller í Eik banka
í Havn, og fer hann tá at
undir skriva autografar fram
til kl. 17.00.
Tiltakið er eisini merkt av
liv an di tónleiki, tí X-Factor
stjørn an Linda Andrews
verð ur at hitta í Eik, har hon
eisini fer at framføra nøkur
løg av altanini. Møguleiki
verð ur eisini fyri at vinna
eitt backstage pass til at
hitta Annu David, og verður
hes in vinningurin trektur á
stað num áðrenn kl. 17.00.
Rás2 sendir beinleiðis
haða ni fram til kl. 17.00, tá
ið vertirnir í Kirkjubø taka
yvir, og senda beinleiðis úr
Kirkju bø fram til kl. 23.00 í
kvøld. Eisini verður varpað
frá festivalinum við Múrin
fríggja dagin, og báðir
dagar nir verður møguleiki
at hoyra samrøður við
tónl eik ar ar, fyrireikarar og
festiva lgestir, og sendingin
verð ur í rætta festivalhýri
eisi ni merkt av tónleiki,
bæði føroyskum og
út lendsk um.
Portalurin og Sosialurin
verða eisini í Kirkjubø kom-
andi dagarnir, og til ber at
fylgja gongdini í Kirkjubø
við myndum, livandi mynd-
um og greinum á portali-
num alt vikuskiftið.