Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. mars 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 49 - 10. mars 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Yngd: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Viðmerking: Tjóðveldið má prógva sín skúlapolitikk Flestu føroyingar eru samdir um, at vit skulu hava ein góðan fólkaskúla. Vit skulu hava góðar lærar- ar, gott undirvísingartilfar og góðar kringumstøður. Tað er tvingandi neyðugt, at vit hava ein ungdóm, sum er væl fyri at taka ímóti teimum mongu avbjóðingunum, sum "tíðin" krevur. Bæði bókliga og handaliga, og hevur teir førleikar, sum nýggja fólkaskúlalógin leggur upp til. Men sum so ofta so lekur millum "teori og praks- is", sum ein yrkjari okkara, Rói Patursson, so rámandi hevur skýrt hetta fyribrigdið. Vit minnast, hvussu Signar á Brúnni, sum tá var tingmaður, skar í papp, at tann nýggja fólkaskúlalógin fór at kosta pening. Nógvan pening. Men teir, sum tá høvdu ábyrgdina, vístu aftur, at nýggja fólkaskúl- alógin fór at kosta nógvan pening. Nú situr Signar á Brúnni afturímóti sum lands- stýrismaður í undirvísingarmálum og kann sjálv- ur avgera, hvussu stóran part av fólkaskúlalógini, hann setur í verk ella letur vera. Men løgið er, at nú hevur verið so kvirt um henda spurning. Sjálvur er hann skúlamaður og hevur óivað sum endamál at fáa ein so góðan skúla sum gjørligt. Hvi hoyra vit einki um hansara hugsjónir í hesum døgum, nú kreppa er í skúlaverkinum? Harafturat eigur Tjóðveldisflokkurin landsstýris- mannin í fíggarmálum, Karsten Hansen. Honum nýtist ikki at skava nøkur oyru saman á kistu- botninum, Tvørturímóti situr hann á einum roka. Hann situr sera fast, og tað skal hann eisini hava rós fyri. Men er ein meining aftan fyri stevnu Tjóðveldisfloksins um ein góðan føroyska skúla, so átti hann at lætt eitt sindur um trýstið, so føroyski fólkaskúlin slapp at royna nýggju fólka- skúlalógina til fulnar. Sjálvandi skulu lærarar ikki hava meiri í løn enn aðrir lønarbólkar fingu ífjør. Men vit mugu ikki blanda eina lønarhækking og endurgjald fyri øktar arbeiðsbyrðar saman. Harafturat tykist tað kortini løgið og stuttskygt at heingja seg í, um føroyskir lærarar hava ein tíma meiri ella minni enn lærarar í øðrum Norðurlondum. Hetta var ein grundgeving hjá Karsten Hansen. Tað hevði ikki bilað, um vit kundu róst okkum fyri at geva okkara skúla betri sømdir enn hini Norðurlondini. Nei, nei, vit mugu avgjørt ikki vera framman fyri. Vit skulu helst darlað nakað aftan fyri. Tá alt hetta er sagt, so skal kortini leggjast afturat, at tað tykist løgið, at Føroya Lærarafelag ikki vil hava ásett, hvussu stórt eitt ársverk hjá einum lærara skal vera. Nógv hava fordómar um, at lærarar hava so og so nógva frítíð, og tí mátti tað verið ein kærkomin gáva hjá Lærarafelagnum at fingið staðfest, at eit ársverk hjá einum lærara er - ella skal vera - á sama stigi sum hjá øllum øðrum lønarbólkum. Taparin í hesi sáttmálatrætu eru fyrst og fremst børnini og foreldrini, hóast nakrir frídagar eru kærkomnir hjá næmingunum. Men vit kunnu ikki góðtaka, at hesin arbeiðssteðgur ikki verður loyst- ur ein av fyrstu døgunum. Handalagið í stóru sáttmálatrætuni ífjør var vánaligt. Nú eigur Fíggj- armálastýrið at prógva, at tað lærdi nakað ífjør, og Tjóðveldisflokkurin eigur at vísa, at hann meinar nakað við sín politikk á skúla- og undir- vísingarøkinum. Dupult konsert við »Epot« og »Happy?« - tveir nýgg- ir tónleikabólkar úr Havn, sum vit uttan iva fara at hoyra meira til framyvir – og diskotek fyri ung verður í Havn Margarinfabrikkin skipar fyri konsert leygarkvøldið 11.3. kl. 21-02. Aldursmark 13-18 ár. Atgongumerki kostar kr. 40,- tó fyri limir kr. 20,-. »Happy hurð« frá kl. 21-22, atgongumerki fyri 1/2 prís! Margarinfabrikkin er rús- frítt umhvørvi, tí sleppur tú ikki inn við rúsevni! »Hví drekka seg skít býttan, með- an tú ert ungur og vakur«. Vit hava eisini barnadis- kotek fríggjadagin 10.3. kl. 18.30-21.30. Aldursmark 8- 12 ár. Atgongumerki kr. 20,- tó limir kr. 10,-. Margarinfabrikkin er frí- tíðarvirksemi fyri børn og ung, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri. Opið er dagliga frá kl. 13- 18 fyri børn 8-12 ár. Kl. 18- 22 fyri ung 13-18 ár. Epot og Happy konsert í Margarinfabrikkini í Havn Tiltakið, sum Bókasavnið í Kollafirði saman við Kolla- fjarðar Bygdarsavni og Fornminnisfelagnum hesa árshálvuna skipa fyri um Miðgerðaættina, heldur fram í kvøld. Skipað verður fyri kvøld- setu, har fólk av Miðgerða- ættini taka lut við frásøgn, tónleiki og sangi. Helena Samuelsen í Havn sigur frá Malenu á Kinn og eftirkomarum hennara. Pet- ur Martin Petersen í Fugla- firði røður um gamla Sámal Petur og Martinus á Ósá- bakka. Hanus Johansen í Kvøldsetan um Miðgerðaættina heldur fram Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum á ymisk- an hátt gjørdu okkum gullbrúdleypsdagin so hugnaligan tann 15.01.00. Tøkk fyri blómur, heilsanir og tøkk tit, sum serveraðu. Eisini ein tøkk til tykkum sum vaktu okkum við sangi 12.01. Begga og Brynjálvur Sunnukvøldið kl 2100 verður konsert við United Voices í Fríðrikskirkjuni á Toftum. Símun J. Hansen, for- maður í kórinum sigur, at konsertin er í sambandi við skeið, skipað hevur verið fyri seinastu dagarnar. – Vit hava havt vitjan av norska kórleiðaranum, Jens Christian Blom, sum er av gitnastu kórleiðarum. Símun J. Hansen sigur, at Jens Christian Blom fæst nógv við rútmiskan tónleik Klaksvík og Hans Jákup á Brúnni í Fuglafirði verða við við sangi og tónleiki. Eisini verða lokalar frá- sagnir og søgur um m.a. Martinus á Ósabakka. Steðgur verður við kaffi og køkum. Síðsta tiltakið í hesum umfari verður hóskvøldið 6. apríl. Tá er ætlanin at fáa onkran at taka saman um tey seinastu 100 árini. Bókasavnið og feløgini vóna, at væl verður tikið við hesum tiltøkum. og sang. – Hann verður nógv nýtt- ur av amerikumonnum, tá teir geva út fløgur við rútm- iskum tónleiki. Tá senda teir vanliga verkini til Jens Christan Blom, áðrenn fløg- urnar verða endaliga upp- tiknar, sigur hann. Á skránni á konsertini sunnukvøldið verður næst- an alt reportuoiri nýtt, bert trý verk verða framførd av tí gamla, sigur Símun J. Hansen. Konsertin sunnukvøldið er ein stuðulskonsert - men tað er kortini ókeypis at- gongd, leggur Símun J. Hansen dent á. Skipað verður fyri inn- savnan til eina ferð til Dan- markar og Íslands. Í Danmark skal kórið m. a. syngja í Musikhuset í År- hus, í Tivoli og á Ráðhús- plássinum í Keypmanna- havn. Í Íslandi skal kórið syngja á Akureyri og í Reykjavík. Símun J. Hansen sigur annars, at tann 12. mai skipar kórið fyri maraton- konsert í lærarskúlahøllini í Havn. Tá skal kórið syngja í 24 tímar út í eitt. – Hetta verður eitt spenn- andi tiltak, og á skránni verða bæði solistar, kór o. a., sigur Símun J. Hansen. Kóri United Voices hevur gjørrt sær eina heimasíðu, www.univoices.com Kórleiðari hjá United Voi- ces er Eirikur Skála. United Voices konsert í Fríðrikskirkjuni Sunnukvøldið hevur kórið Unitec Voices konsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum. Talan er um eina stuðulskonsert, nú kórið skal á songferð í Íslandi og Noreg. Í maimánað skipar kórið fyri maratonkonsert í Læraraskúlahøllini í Havn, har sungið verður í samfullar 24 tímar ÁKI BERTHOLDSEN –Karsten Hansen hugsar bara um pengar. Men hvat fyriferst í skúlanum, hevur hann ikki innlit í. Tað sigur Elsa Birgitta Petersen, formaður í Føroya Lærarafelag. Hon sigur, at bara tað, at fíggjarmálaráðharrin sigur, at høvdu føroyskir lærarar fingið viðhald í sínum krøv- um, høvdu teir havt styttri arbeiðstíð, enn lærarar í hin- um Norðurlondum hava. – Hetta er ikki satt, sigur hon. Tí veruleikin er, at fólkaskúlalærarar í hinum norðurlondum bæði hava færri undirvísingartímar og færri skúladagar enn teir í tí føroyska fólkaskúlanum, – Einasta undantak eru danskir lærarar. – Teir hava tveir arbeiðs- dagar fleiri enn føroyskir Hava snýtt fyri uml. 250 milliónir krónur ÁKI BERTHOLDSEN – Hvørt ár verða vit snýtt fyri einar 23 milliónir krón- ur. – Og tað eru vit blivin hvørt ár líka síðani 1987. Hetta sigur Elsa Birgitta Petersen, formaður í føroya Lærara. Teir, sum eru snýttir, eru teir føroysku lærararnir. Og tann, sum snýtir lærar- arnar, er eingin minni enn Føroya Landsstýrið. Formaðurin í lærarafelag- num sigur, at Lærarafelagið hevur roknað út, at lands- stýrið hvørt á betalir lærar- unum einar 23 milliónir í løn. Og tað er hent hvørt ár síðani vit fingu blokkstuðul í 1987. Elsa Birgitta Petersen sig- ur, at sostatt er talan um, at landssýrið hevur goldið lær- arunum einar 250-300 milliónir ov lítið í lønum. Betala ikki alt Formaðurin í Føroya Lær- arafelag ivast eisini í, um hetta ikki kann kallast fyri svik ímóti danska statium. Danski staturin betalir nevniliga 55% av føroysku læraralønunum og føroyiski landskassin betalir so hini 45% – Tá ið vit fingu blokk- stuðul, komu læraralønirnar eisini uppí. – Og tá ið danska stjórn- in roknaði endurgjaldið fyri læraralønirnar út, varð tað gjørt eftir einum ávísum lønarstigi. Men Elsa Birgitta Pet- ersen sigur, at tá ið lands- stýrið betalir lønirnar útaft- ur til lærararnar í Føroyum, verður tað gjørt eftir einum lønarstigi, sum er nógv lægri enn tað, sum danir rokna síni 55% eftir. – Og tað er so stórur mun- ur á, at tað svarar til einar 23 milliónir um árið. Hon sigur, at lærarafel- agið hevur roknað út, at í 1996 betalti landsstýrið so- statt bara 26% av lærara- lønunum, har tað átti at be- talt 45%, eftirsum danski staturin betalir 55%. Stór inntøka fyri landið Hon leggur afturat, at av tí, sum lærarar fáa í læn, betala teir upp ímóti 50% í skatti, sum øll onnur. – Skulu vit so avmarka læraran til bara at verða ein spurning um pening, eru vit sostatt ein rein inntøla fyri landið. – Tí er tað nógv fyri, at vit fíggjarmálastýrið bara roknar okkum sum eina út- reiðslu, sigur Elsa Birgitta Petersen. Formaðurin sigur, at Lær- arafelag vildi fegin havt fíggjarmálaráðharran at greitt Føroya fólki frá, hvar Krevja ikki meiri løn enn hini hava fingið upp á útvið 11%. Og tað kann ikki góðtak- ast, tí tað er næstan tvær ferðir so nógv, sum hinir lønarbólkarnir hava fingið. Men hesum afturvísir for- maðurin í lærarafelagnum. –Vit krevja ikki meiri í løn enn tað, sum hini hava fingið. – Men umframt lønina, krevja vit sjálvandi eisini tíð til at gera tað eyka arbeiðið, sum tann nýggja fólka- skúlalógin áleggur okkum, sigur Elsa Birgitta Petersen. – Tað merkir, at vit mugu hava færri undirvísingartím- ar. Og avleiðingin av tí verður, at fleiri lærarar mugu setast í starv. Hon sigur, at tað einasta, sum lærararnir krevja, er, at tann nýggja fólkaskúlalógin verður hildin, og at lærarar fáa stundir til at gera tað arbeiðið, sum tað krevst av lærarar. Men afturfyri hava teir færri undirvísingartímar um vikuna. Formaðurin í lærarafelag- num sigur, at tað, sum fíggj- armálastýrið telur upp í arbeiðstíðina, er kanska, at í summum øðrum londum eru krøv sett til lærararnar um eftirútbúgvingar. Og har tað er galdandi, eru serligar avtalur við lærararnar um tað. Hon sigur, at føroyskir lærarar hava onga avtalu um eftirútbúgvingar. Hon nevnir afturat, at ein føroyskur lærarari tjenar í miðal nøkur túsund minni um mánaðin, enn ein dansk- ur lærari ger. Krevja ikki meir Landsstýrismaðurin fýlist eisini á, at krøvini hjá lærarunum høvdi givið teimum eina lønarhækking honum. Elsa Birgitta Petersen sig- ur, at tann nýggja fólka- skúlalógin krevur einar 50 nýggjar lærarar. – Tað hevði kostað um 18- 20 milliónir. Men tað er minni enn tær 23 milli- ónirnar, sum landsstýrið stjól frá okkum í fjør, sigur hon. (sí greinina omanfyri) Men hon leggur afturat, at lærarafelagið hevur skot- ið upp, at tað verður sett í verk yvir tvey ár fyri at gera tað lættari at fíggja. Men fíggjarmálastýrið er hvørki at høgga ella stinga í og tí ligga flestu skúlarnir nú lamnir. Og formaðurin í lærarafelagnum sigur, at partarnir eru ero langt frá vørjum øðrum, at hon frykt- ar fyri drúgvum arbeiðs- steðgi. Karsten Hansen fær 23 milliónir fleiri frá dønum til læraralønir í Føroyum, enn hann betalir út – Lærarar í Føroyum arbeiða meiri, men tjena minni enn lærarar í fleiri øðrum norðurlondum, sigur formaðurin í Lærarafelagnum Hetta eru arbeiðsviðurskiftini hjá føroyskum lærarum, afturímóti lærarum í hinum Norð- urlonduum, sigur Lærarafelagið. Felagið sig- ur, at í vissum førum, kann tað verða trupult at geva neyvt upp, so summastaðni er tala num miðaltøl. Viðmerkjast skal, at hóast ís- lendskir lærarar undirvísa 28 tímar um vik- una, er hvør tími bara 40 minuttir, altso fimm minuttir styttri enn aðrastaðni. Afturat und- irvísingartímínum kemur so tíðin, sum skal brúkast til at rætta uppgávur í, umframt til aðra fyrireiking, í miðal er tað gott tveir tímar um dagin. Land Undirv. tímar Arbeiðsdagar um vikuna um árið Noreg 23 190 Svøríki 27 194 Finnland 23 190 Ísland 28 175 Danmark 23 200 Føroyar 27 198 – Landsstýrið hevur fingið gjald frá danska statinum fyri læraralønir í Føroyum, men hevur bara betalt ein part útaftur, sigur formaðurin í lærarafelagnum hesin peningurin er farin og í, hvørjum lummum hendan 1/4 milliardin er enda, sum av røttum átti at verið út- goldin í lønum til lærarar.