fríggjadagur 10. mars 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 49 - 10. mars 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 49 - 10. mars 2000
Hernaðarmálið
ein av trumfunum
EYÐUN KLAKSTEIN
Landsstýrið hevur gjørt eina
meting av, hvussu nógvar
pengar danir hava spart í
hernaðarútreiðslum, tí teir
hava brúkt Føroyar sum ein
part av gjaldinum fyri lima-
skapin í NATO.
Og hesar upplýsingar ætl-
ar landsstýrið at nýta í sam-
ráðingunum við danir, sum
verða um eina viku.
Landsstýrismaðurin
í
fullveldismálum,
Høgni
Hoydal, váttar, at hendan
útrokningin júst er gjørd, og
at hon nú skal leggjast fyri
landsstýrið. Áðrenn tað er
gjørt, vil Høgni Hoydal
einki siga um innihaldið í
metingini.
– Vit hava gjørt hesa út-
Landsstýrið hevur gjørt eina nýggja útrokning av, hvussu nógv Danmark
hevur spart í hernaðarútreiðslum, tí teir hava latið Nato ráða yvir føroyskum
landaøki. Hendan útrokning skal brúkast í samráðingunum við danir
rokningina fyri at vísa á eitt
dømi um, at tað ikki bara
eru danir, sum hava latið til
ríkisfelagsskapin,
sigur
Høgni Hoydal.
Metingin hjá landsstýri-
num er gjørd við hjálp frá
serkønum fólki.
Trivalig upphædd
Ein av týðandi spurningu-
num í fullveldismálinum er,
hvussu langa skiftistíð danir
vilja lata føroyingum. Før-
oyingar vilja hava so langa
skiftistíð sum gjørligt, með-
an danir áður hava úttalað
seg um, at teir ikki eru sinn-
aðir at lata nakra serliga
skiftistíð.
Tí kann eitt føroyskt krav
um endurgjald fyri at hava
verið brúkt í hernaðarligum
samanhangi í NATO, koma
at hava týðandi leiklut í hes-
um samráðingum.
– Útrokningin er gjørd
við støði í teimum upplýs-
ingum, sum komu fram í
Svørtubók, sigur Høgni
Hoydal.
Danskir ráðharrar hava
váttað, at danir hava spart
hernaðarútreiðslur, tí teir
hava havt Føroyar og Grøn-
land at lata, og onkur hava
eisini roynt at rokna út,
hvussu nógvar pengar danir
hava spart. Hesi eru komin
til trivaligar milliardaupp-
hæddir.
Uttanlandnevndin
eftirlýsti málið
Tað er útrokningin hjá
landsstýrinum helst eisini
komin til, men Høgni Hoy-
dal sigur, at talan er um eina
varisliga meting.
Hann sigur, at hendan út-
rokningin er í tráð við ynski
hjá tveimum av minnilut-
unum í uttanlandsnevndini,
sum hava eftirlýst hernað-
armálið í uppritinum. Og
varaløgmaður ætlar eisini at
leggja upplýsingar fyri utt-
anlandsnevndina, um hon er
áhugað í tí.
Bæði Jenis av Rana og
umboðini fyri samgonguna
í uttanlandsnevndini vísa í
sínum tilmælum á, at hern-
aðarmálið eigur at verða
brúkt í samráðingunum við
danir. Hetta mál kann verða
við til at tryggja Føroyum
eina longri skiftistíð.
Danir hava eftir øllum at døma spart pengar við at brúka Føroyar og Grønland í NATO-høpi
Eftirlýstu hernaðarmálið í uppritinum
EYÐUN KLAKSTEIN
Tvey av teimum trimum til-
mælunum hjá uttanlands-
nevndini í fullveldismáli-
num eftirlýsa hernaðarmál-
ið í uppritinum.
Málið, sum skapti so
nógv kjak í fjørheyst, verð-
ur ikki upp á tunguna á
teimum 29 A4 síðunum,
sum uppritið er skrivað á,
og tað undrast Jenis av Rana
á.
Hann skilir ikki, hví hesi
viðurskiftini ikki eru tikin
við í uppritið, og hann held-
ur, at tað kanska skyldast
innanhýsis ósemju í sam-
gonguni.
– Miðflokkurin heitir á
landsstýrið um at fáa greiði
á hesum øki, og væntandi
verða ítøkiligar ætlanir í tí
sáttmálauppskoti,
sum
landsstýrið
leggur
fyri
uttanlandsnevndina, áðrenn
farið verður til samráðingar,
sigur Jenis av Rana í sínum
tilmæli til uppritið hjá
landsstýrinum.
– Tær frágreiðingar, sum
vit hava fingið í uttanlands-
nevndini um, hví hetta týdn-
ingarmikla øki ikki er við í
upprintinum, hava ikki ver-
ið nøktandi, sigur Jenis av
Rana.
Rætti til endurgjald
Umboðini hjá samgongu-
flokkunum í uttanlands-
nevndini mæla eisini lands-
stýrinum at taka hernaðar-
málið við í samráðingarnar
við danir.
Hergeir Nielsen, Jógvan
við Keldu og Jákup Sverri
Kass siga, at landsstýrið
eigur at taka upp samráð-
ingar við danir um føroyska
rættin til endurgjald fyri at
hava verið skotbjálvi undir
kalda krígnum.
–@Hetta endurgjald eigur
at vera grundað á tað, ið
seinni er komið fram um
hesi viðurskifti, har Dan-
mark hevur brúkt Føroyar
og Grønland til at sloppið
sær undan sær undan øðrum
útreiðslum, sigur teir tríggir
í sínum tilmæli.
støðirnar kring landið
Í Gundadali
tel. 31 47 70
Í Kollafirði
tel. 42 10 83
Í Saltangará
tel. 44 91 33
Í Klaksvík
tel. 45 73 53
Í Sørvági
tel. 33 20 01
Í Leirvík
tel. 44 33 60
Í Skálafirði
tel. 44 12 00
VIKA 10
VIKA 10
1 Runaway Bride
2 EDtv
3 Wild Wild West
4 Når godtfolk kommer til byen
5 Kærlighed ved første hik
6 Familie Terapi
7 Arlington Road
8 The Faculty
9 Forces of Nature
10 Bride of Chucky
p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0
Sex Games
Bleeder
Vilja sjálvstýri við
øðrum arbeiðshátti
Tað, sum skilir Javnaðarflokkin frá samgonguni í fullveldismálinum er millum
annað, at samgongan vil taka fullveldi í einum, meðan Javnaðarflokkurin vil
loysa stig fyri stig
JOHN JOHANNESSEN
Javnaðarflokkurin skrivaði
tilmæli í fullveldismálinum
saman við Sambandsflokk-
inum. Men kortini vil hann
føroyskt sjálvræði, bara ikki
á sama hátt, sum samgongu-
flokkarnir.
Formaður Javnaðarfloks-
ins, Jóannes Eidesgaard,
viðgongur, at tað, sum skilir
Javnaðarflokkin mest frá
samgonguni í fullveldismál-
inum er sjálv mannagongd-
in í sjálvstýristilgongdini.
– Samgongan ynskir at
staðfesta føroyskt fullveldi
og taka yvir øll mál alt fyri
eitt. Síðani skal hon sam-
ráðast um at fáa danir at
umsita tey øki, vit sjálvi ikki
megna at umsita.
– Harafturímóti vil Javn-
aðarflokkurin, at vit sam-
ráða okkum til ein sáttmála,
ið sigur, at vit so líðandi
yvirtaka tey mál, vit megna
at umsita. Øllum hesum
málum skal Føroya Løgting
hava evsta vald á, og eingin
avmarking skal vera fyri,
hvørji mál skulu kunna
yvirtakast. Hetta er ein var-
islig gongd, ið so við og við
víðkar um føroyska sjálv-
stýrið, sigur formaður Javn-
aðarfloksins.
Hvílir í danskari
vælvild
Jóannes Eidesgaard heldur
ætlan samgongunnar vera
ógvuliga ótrygga. Hann vís-
ir á, at tað ikki er vist, at
danir vilja taka ímóti málum
at umsita fyri føroyingar,
eftir at føroyingar hava tikið
fullveldi og sostatt yvirtikið
hesi mál.
– Hetta uppskotið hvílir
fulkomiliga í danskari væl-
vild. Vilja danir ikki umsita
tey fyri okkum, so noyðast
vit at umsita tey sjálvi, hóast
vit hvørki hava pening ella
orku til tess.
– Samgongan gongur út
frá, at tey rættindi, ríkis-
felagsskapurin náttúrliga
gevur, skulu halda fram eftir
loysingina. Men hett hvílir
bert á danskari vælvild.
Harafturímóti heldur Jó-
annes Eidesgaard, at al-
ternativið, Javnaðarflokkur-
in hevur til fullveldisætlan-
ina, tryggjar okkum at danir
umsita tey málini fyri okk-
um, sum vit ikki megna at
umsita.
– Eftir okkara uppskoti
verða málini jú yvirtikin eitt
fyri og annað eftir, so hvørt
vit hava orku til at umsita
tey. Hetta tryggjar okkum,
at vit ikki koma í trupulleik-
ar av teimum.
Jóannes Eidesgaard vísir
á, at hetta í veruleikanum
merkir, at munurin millum
samgonguna og Javnaðar-
flokkin er, at Javnaðarflokk-
urin ikki vil loysa fullkomu-
liga frá Danmark. Ríkisfel-
agsskapurin og tey náttúr-
ligu rættindini, hann gevur,
skulu varðveitast.
Rættindini, sigur formað-
ur Javnaðarfloksins vera, at
tað skal bera til at lesa í
Danmark og samstarva á
nógvum øðrum økjum, utt-
an at spurnartekin verður
sett við hetta.
–
Ríkisfelagskapurin
inniheldur nøkur virði, ið
ikki kunnu roknast um til
pening. Og tað er ógvuliga
umráðandi, at vit kunnu
varðveita hesi virði, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Evsta vald umráðandi
Sum skilst á Jóannesi Eides-
gaard er tað eins umráðandi
fyri Javnaðarflokkin at fáa
evsta vald, sum tað er hjá
samgonguflokkunum.
Munurin er kortini, at
Javnaðarflokkurin vil hava
evsta vald á ymisku máls-
økjunum, so hvørt tey eru
yvirtikin, meðan samgong-
an fer til Danmarkar at sam-
ráða seg til ein sáttmála, ið
sigur, at Føroyar taka yvir
øll mál í senn, og at Føroya
Løgting tískil fær evsta vald
á teimum øllum samstundis.
Í uppritinum til ríkisrætt-
arligu samráðingarnar vísir
landsstýrið á nøkur ávís
mál, ið landsstýrið vil sam-
starva við danir um, hóast
vit eru vorðin sjálvstøðug.
Hesi mál eru millum ann-
að verja, valuti og kongs-
hús. Eisini skulu vit sam-
starva um yvirskipaðan utt-
anríkispolitikk eina tíð.
Tó leggur landsstýrið
dent á, at vit skulu hava
evsta vald í øllum málsøkj-
um.
Málini, Javnaðarflokkur-
in heldur, vit ikki eru før
fyri at yvirtaka, eru júst tey
somu. Hesi málini heldur
hann vera ein púra náttúr-
ligur partur av ríkisfelags-
skapinum, og tí heldur hann
ikki, at nakar trupulleiki fer
at verða av, at danir umsita
hesi mál fyri okkum, fáa vit
sjálvstýri innan fyri ríkis-
felagsskapin.
– Tað er millum annað
hetta ríkisfelagsskapurin
merkir fyri okkum. Síðani
er ríkisfelagsskapurin eisini
tað tætta samtarvið millum
Grønland, Danmark og Før-
oyar, ið er knýtt saman bæði
søguliga og við familju-
bondum.
– Skulu vit loysa frá Dan-
mark og síðani samráðast
um samstarv, skulu vit
rokna við, at koma at standa
í bíðirøð eins og onnur lond.
Tá fara danir nevniliga ikki,
at taka okkum fram um onn-
ur, sigur Jóannes Eides-
gaard.
JÁKUP MØRK
Síðani búskaparliga krepp-
an hæsaði av miðskeiðis í
nítiárunum, er virksemi her
á landi økt rættuliga nógv.
Ein av teimum vinnu-
greinum, sum tá rættuliga
tók dik á seg, var bilasølan,
sum nærum hevði staðið í
stað síðani seinast í áttati-
árunum.
Ov trongt
Reyni-Service uppi í Hoy-
vík, er einki undantak í so
máta, og ein av avleiðing-
um av øktu søluni hjá teim-
um hevur verið, at tað ofta
tyikist heldur trongligt á
parkeringsøkinum framman
fyri bygningin, har brúktir
bilar, bilar hjá starvsfólkum
og bilar, sum skulu á verk-
staðin, hava staðið.
Fyri at betra um umstøð-
urnar, hevur Reyni-Service
nú gjørt av, at spreingja út
omanfyri bygningin, soleið-
is at nýtt parkeringsøki skal
gerast.
Ætlandi
skal
nýggja
parkeringsøkið gerast ájavnt
framsýnignarhøllini í hædd,
soleiðis at hetta lættir um
atgongdina hjá viðskifta-
fólki. Koyrandi verður so-
statt til framsýningarhøllina
í báðum borðum.
Har umframt er so eisini
ætlanin, at bilar hjá starvs-
fólki og bilar, sum skulu á
verkstaðin, skulu standa á
nýggja økinum, soleiðis at
ruddiligari og víðari verður
út móti vegnum.
Liðugt í summar
Eivind av Reyni, stjóri hjá
Reyni-Service, sigur við
Sosialin, at perkeringsøkið
Reyni Service spreingir út
Fyri at betra um parkeringsumstøðurnar við bygningin, fer Reyni-Service í
næstum undir at spreingja út omanfyri framsýningarhøllina
hevur verið í minna lagið
seinnu árini. Tískil hava teir
í eina tíð havt í umbúna at
víðka um parkeringsøkið,
og nú grannin, Balslev, fer
í holt við líknandi spreingi-
arbeiði, er so líka til, at alt
verður gjørt um eina leið.
Víðari greiðir Eivind frá,
at tað enn ikki er avgjørt,
nær arbeiðið skal gerast,
men hann vónar at hetta
verður liðugt tá tað fer at
líða móti sumri.
Grækarismessu-
hald í Havn
skulu møta ein tíma áðr-
enn í skótahølum sínum.
Skrúðgongan ferð frá
Vágsbotni kl.14.15, og
gingið verður eftir Bø-
gøtu-Tróndargøtu-Niels
Finsensgøta-oman á Vagl-
ið.
Sunnudagin 12. mars kl.
15.00 verður Grækaris-
messuhald á Vaglinum.
Skótarnir ganga skrúð-
gongu og Havnar hornor-
kestur spælir. Bjarni Beck,
prestu flytur fram røðu.
Allir skótar í Havnini
Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins