Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. mars 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 49 - 10. mars 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 49 - 10. mars 2000 Sparikassastjórin sagt seg úr starvi Jóannes Poulsen hevur sagt seg úr starvinum sum stjóri í Norðoya Sparikassa. Fyrrverandi stjórin í Før- oya Banka í Klaksvík, hev- ur verið stjóri í sparikassa- num síðani 1995, tá hann avloysti Brynjolf Jacobsen. Jóannes Poulsen sigur, at hann er farin um tey seksti Rás 2 á vitjan í Klaksvík EYÐUN KLAKSTEIN Í gjár fór ein sendinevnd hjá Rás 2 til Klaksvíkar at kunna seg um ymisk viður- skifti. Rás 2 skuldi á fund við Norðoya Sparikassa, har teir skuldu tosa um sendar- an, sum sparikassin í norð- oyggjum hevur keypt til rás- ina. Hendan útgerð er bí- gløgd, og nú er talan um dagar, áðrenn Rás 2 kann hoyrast í Klaksvík og størri parti av Eysturoynni. – Vit fara eisini at tosa við Norðlýsið og Studio Pegasus um møguligt sam- starv, segði Petur Jacobsen, tá hann var á veg norður til Klaksvíkar fyrrapartin í gjár. Senda lokalt tilfar Rás hevur ætlanir um at ger- Í gjár fundaðist Rás 2 við verandi og møguligar nýggjar samstarvsfelagar í Klaksvík. Ætlanin er at gera sendingar úr Klaksvík, tá sendarin á Brúnaskarði fer at senda a tilfar úr Klaksvík, og mill- um møguligar samstarvs- felagar eru lokalblaðið Norðlýsið og Studio Pega- sus. Sosialurin hevur skilt, at talan eisini kann verða um at senda lokalt tilfar úr Klaksvík til klaksvíkingar, men enn er einki ítøkiligt í hesum. Rás 2 hevur fingið øll neyðugu loyvi, men teir mangla seinasta pappírið frá Føroya Tele, áðrenn teir kunnu seta nýggja sendaran upp á Brúnaskarði. Hesi viðurskifti koma í rættlag innan fáar dagar. Klaksvíkingar, sum fram- yvir ætla sær at flyta út- varpslurtið av tí almenna útvarpinum og yvir á Rás 2, skulu sikta eftir 107,0 MHz, sum verður frekvens- urin, sum sendarin á Brúna- skarði fer at senda á. árini, og at krøvini til pen- ingastovnin gerast alsamt størri. Tí heldur hann, at tíðin er búgvin til, at yngri kreftir taka yvir. Enn er eingin støða tikin til, hvør skal avloysa Jóan- nes í sessinum sum spari- kassastjóri. ek DESK TOP PUBLISHING Sum liður í meginregluni: at vera fullfíggjaður heildarveitari á sínum øki, fer Farodane í næstum undir skeiðtænastu við fjølbroyttum úrvali og í eksklusivum umhvørvi. Talan verður bæði um traditionell skeið, sum t.d. teldukoyrikortið, og serskeið, m.a. innan grafisk forrit og internetið TELDUKOYRIKORT Teldukoyrikortið er evropeiskt prógv, sum er grundað á góðkendan KT-førleika. Ein førleika, sum prógvar at luttakarin hevur staðið sjey royndir í nýtslu av teldu og mest vanligu forritunum. Teldukoyrikortið er grundað á royndir innan tey sjey fak- økini, sum eru mest umráðandi sambært KT-krøvunum í upplýsingarsamfelagnum í dag. Royndirnar kunna takast á royndardepli, sum er góð- kendur av Dansk dataforening. er góðkendur royndardepil. Tá næmingurin hevur staðið fyrstu royndina av teim sjey, fær næmingurin eitt , sum vísir nær og hvønn part av teldukoyrikortinum næmingurin hevur staðið. Tá ein hevur staðið allar sjey royndirnar, fær ein teldu- koyrikortið. Skeiðstovan Kvasir Skills Card NAVISION Serskeið til júst tygara fyritøku Skeið innan ávísar serskipanir Einstaklingaskeið fyri brúkarar og meistarabrúkarar Saman við verður skipað fyri frálæru innan og . Um ynskist er einki til hindurs fyri, at vit skipa fyri øðrum skeiðum, so sum: Skeiðleiðarar okkara hava allir holla roknsskaparliga vitan eins og teir eisini hava kunnleika til fyrisiting í breiðari merking. Vision Software Navision Navision Financials WEB-SKEIÐ Tað koma støðugt fleiri forrit á marknaðin til at við- gera, byggja upp og broyta heimasíður. Vit hava valt at seta saman eitt WEB-Koyrikort, sum fevnir um nøkur av teimum best umtóktu forritunum innan WEB-design. 1. Adobe GOLIVE 2. Adobe IMAGEREADY 3. Macromedia FLASH 4. Adobe ACROBAT 5. KLÁRT TIL INTERNET WEB-skeiðini eru hesi: Fyrsta skeiðið byrjar 10. apríl Fyrsta skeiðið byrjar 4. apríl Fyrsta skeiðið byrjar 6. apríl Acrobat og PDF verða sera nógv umtalað í løtuni. PDF-formátið verður góðkent á støðugt fleiri støðum sum skjalaviðgerðarformát. Tað vil siga, at skjalaviðgerð og skjalaflutningur gjøgnum internetið og sum elektroniskur ”prentlutur” v.m. hevur PDF sum fíl-formát. ACROBAT/PDF SKEIÐ TILMELDING á heimasíðu okkara: - ella ringið tlf. 211861 ella 311414. e-mail: kvasir.farodane.fo kvasir@farodane.fo DTP-SKEIÐ Skeiðið fevnir um frálæru í grundleggjandi vitan innan typografi, layout, myndaviðgerð, skanning, tekning og brúki av illustratiónum og litum. DTP-koyrikortið er ein væl tilrætta- løgd gongd fyri nýggjar DTP-brúkarar á virkjum,sum ætla at byrja uppá lutvísa innanhýsis framleiðslu ella sum ein hjálp í samskiftinum við lýsingastovur, prentsmiðjur og aðrar grafiskar fyritøkur, tá prentlutir o.a. skulu leggjast til rættis ella fram- leiðast. Alt ræður jú um at byrja rætt og taka røttu avgerð- ina um, hvussu langt ein sjálvur skal vera við í framleiðsluni frá hugskoti til liðnan prentlut v.m. 1. Adobe PHOTOSHOP 2. Adobe INDESIGN 3. Adobe ACROBAT 4. KLÁRT TIL PRENT 5. Adobe ILLUSTRATOR DTP-skeiðini eru hesi: Fyrsta skeiðið byrjar 3. apríl Fyrsta skeiðið byrjar 12. apríl fd-3-00 Byggihugur í Vestmanna Bústaðartrot er so smátt farið at merkjast í Vestmanna. Hetta kann leggja trýst á Vestmanna kommunu, at seta sjøtil á nýggja sethúsútstykking DÁNJAL HØJGAARD Ljós er nú aftur í nógvum av húsunum, sum stóðu tóm í Vestmanna í kreppuáru- num. Vestmenningar kunnu fegnast um, at áhugi aftur er fyri at búseta seg í bygd- ini, og fleiri hava keypt sær hús í Vestmanna tey sein- astu árini. Samstundis sum fá hús standa tóm longur er tað blivið trupult, at finna ein bústað at leiga í Vestmanna. Hagtølini boða frá stórari tilflyting. Eftir bert tveim- um árum er fólkatalið í Vestmanna vaksið við 70 fólkum. Í dag búgva 1210 fólk í kommununi. Fleiri fyrispurningar Síðani kreppuna fyrst í 90- unum hevur verið smátt við sethúsabygging í Vest- manna, og lítil og eingin á- hugi hevur verið fyri grund- stykkjunum hjá kommunu- ni. Men vend tykist at vera komin í. Fólkatalið í Vestmanna veksur støðugt. Fleiri vilja sleppa at búseta seg í kommununi, eisini av- bygdafólk Mynd: Jens Kr. Vang Í dag fær kommunan „av og á“ fyrispurningar og um- sóknir frá fólki, ið hava hug at byggja í Vestmanna, verður upplýst á kommunu- skrivstovuni. Nøkur grund- stykki eru tøk í kommununi, men áhugin fyri júst hesum grundstykkjum tykist at vera avmarkaður. Hinvegin eigur kommunan eitt bygg- ilendi til 50 sethús, sum ikki er útstykkjað enn. Áhugi tykist at vera fyri hesum byggiøki, og okkurt bendir á, at ein nýggj útstykking hevði tað stimbrað byggi- hugin. Ongar ítøkiligar ætlanir eru tó um nakra nýggja set- húsaútstykking í Vest- manna. Aðrar kommunalar uppgávur troðka meira beint nú, frættist av komm- unuskrivstovuni. JÁKUP MØRK Ikki kann sigast annað enn, at Petur Jacobsen, sum dag- liga starvast hjá Fríðkuni í SMS, hevur góðar hendur. Fyri nøkrum árum síðani, í 1992 og 1993, luttók hann í Íslendskari kapping mill- um harfríðkunarfólk, og tær ferðirnar gjørdist hann ávík- avist nr. 2 og 1. Síðani hetta hevur hann ikki luttikið í nakrari líkn- andi kapping, men í ár varð so aftur gjørt av at fara til Íslands. Saman við Elin Gunnars- dóttir, sum eisini starvast hjá Fríðkuni, gekk leiðin aftur til Íslands, og heldur ikki hesu ferð lá úrslitið eft- ir. Petur vann nevnliga enn eina ferð kappingina, og El- in gjørdist nr. 3, so úrtøkan má sigast at hava verið sera góð. Royna okkurt nýtt Sjálvur greiður Petur frá, hetta við at luttaka í slíkum kappingum, mest verður gjørt fyri at royna nakað nýtt, eins og tað ikki slepst undan, at talan er um eina sera læruríka ferð. - At úrslitini so eisini hava verið somikið góð, ger bara alt upp aftur stuttligari, og ikki minst var tað ein stór uppliving at koma heim aft- ur, har móttøka við blómum og øllum var fyrireikað í Fríðkuni, sigur Petur. Hann greiður annars frá, at tá hann hinar báðar ferð- irnar var í Íslandi og royndi seg, var hetta einamest tí Jákup Eið, sum tá starvaðist í Fríðkuni, vildi sleppa at royna hetta. Jákup var eisini við tær báðar ferðirnar, og gjørdist hann nummar fýra í 1993. Nú var tað so Elin, sum eggjaði mær til at koma við sær. Eg játtaði hesum, og sjálvandi er eg sera fegin um luttøkuna. Stórarbeiði Nógv arbeiði skuldi tó leggjast í ætlanina, áðrenn endaliga úrslitið fyrilá. Klæðini, sum modellið hjá Peturi var í, hevði Petur sjálvur evnað til, og heldur ikki var tað løtuverk at rigg- að hárið til. Kappingin er skipað so- leiðis, at tú hevur loyvi at gera umleið helvtina av sjónliga partinum, áðrenn tú fert á pallin, og hetta hevði Petur so eisini gjørt. Í einar 7 tímar finglaðist hann við at seta jarnstengur og annað í hárið á unnustuni, Jannie, Íslendskur meistari Um vikuskiftið varð kappast um Íslendska meistaraheitið innan hárlist, og innan ein av bólkunum var tað ein føroyingur, sum gjørdist vinnari av kappingini áðrenn tey um fimm tíðina fóru á pallin at leggja sein- astu hond á verkið. Eftir 40 minuttir á palli- num var tíðin uppi, og so var bara at bíða, til dómar- arnir komu við sínum met- ingum av avrikinum. Eftir at tey høvdu verið á pallinum, varð skipað fyri stórum døgurða millum all- ar luttakararnar, og síðani vóru vinnararnir úr ymsu bólkunum kunngjørdir. Tal- an var um eina rúgvu av bólkum, og tá bólkurin hjá Peturi og Elini, ið nevndist Free-style, var millum teir seinastu, gjørdist talan um eina hampuliga drúgva bíð- itíð. Einki HM At enda spurdu vit Petur, um hann kundi hugsað sær at roynt seg í enn størri kappingum. Hann greiddi frá, at tað kanska ikki hevði verið so galið, men sum er, hevur hann ongan møgu- leika at vera vi til eitt nú HM. Hetta tí at føroyingar ikki eru altjóða skrásettir innan hárlist. - Fyri at kunna luttaka í HM, skalt tú fyrst hava ver- ið meistari í tínum landi, so um eg skal luttaka í slíkari kapping, skal eg fyrst vinna DM, so tað er ikki nakað, sum eg gangi og hugsi um, sigur Petur. Petur Jacobsen saman við Jannie Jacobsen, sum var model hjá honum, og Elin Gunnarsdóttir, sum gjørdist nr. 3 í kappingini Mynd: Jens K. Vang