fríggjadagur 10. mars 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 49 - 10. mars 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 49 - 10. mars 2000
SMØR
Kærgården
15,-
Í morgin kl. 11:00
letur Shell støðin
í Gøtudali uppaftur
Í morgin kl. 11:00
letur Shell støðin
í Gøtudali uppaftur
250 gr.
2 stk.
SMØR
Kærgården
15,-
250 gr.
2 stk.
Karat
KAFFi
59,95
500 gr.
3 stk.
Karat
KAFFi
59,95
500 gr.
3 stk.
RYnkeby
juice
19,95
2 ltr.
RYnkeby
juice
19,95
2 ltr.
CHIPS
food - line
9,-
250 gr.
CHIPS
food - line
9,-
250 gr.
Harafturat hópin av øðrum
góðum tilboðum
til tey vaksnu:
til børnini:
Ókeypis
heitir drykkir
og wienarbreyð
umframt smakki-
royndir
Ókeypis
heitir drykkir
og wienarbreyð
umframt smakki-
royndir
Móttøkutilboð
Móttøkutilboð
Móttøka verður
leygardagin
frá kl. 11:00 - 16:00
Kom inn og royn nýggju Shell Select støðina í Gøtudali!
Nýggja Shell Select støðin í Gøtudali
hevur nógv nýtt at bjóða. Nú kunnu
bæði tú og bilurin koma inn og bunkra.
Nýtt á støðini er m.a.: nýbakað breyð,
rundstykkir og wienarbreyð bakað í
egnum ovni. Eisini fáast nú tær
vælsmakkandi Select pylsurnar.
Nú ber til at tippa og spæla lotto á støðini.
Eisini verður útleigan av videobondum og
søla av fløgum. Harafturat er størri úrval
av matvøru.
spennandi kappingar
&
/ J. Walter Thompson
Ókeypis
soft-ice,
LEGO-pakki
og ballónir
Ókeypis
soft-ice,
LEGO-pakki
og ballónir
Lógir sum fyriskriva mannagongdina um hópuppsagnir
Við fráboðan í góðari tíð fáa allir partar betri møguleikar at royna at loysa teir trupulleikar, ið standast av
hópuppsagnum, sigur Hans Pauli Strøm m.a. í viðmerkingum til uppskot
ÓLAVUR Í BEITI
Hans Pauli Strøm hevur
vegna Javnaðarflokkin lagt
uppskot fram um fráboðan
í sambandi við hópuppsagn-
ir. Í viðmerkingunum sigur
Hans Pauli Strøm, at í flestu
londum, vit annars saman-
bera okkum við, eru ymsar
lógarásetingar, sum verja
løntakaran m.a. í sambandi
við uppsagnir. Í hesum føri
snýr tað seg um lógir, sum
fyriskriva mannagongdina,
tá talan er um hópuppsagnir.
– Slík lóggáva finst ikki í
Føroyum, hóast tað ikki er
minni tørvur á tí her, og tí
kann ikki drálast longur við
at fáa hesi viðurskifti í rætt-
lag hjá okkum, sigur Hans
Pauli Strøm.
Sambært viðmerkingu-
num er talan um hópupp-
sagnir, tá ið fleiri løntakarar
á sama virki ella stovni
verða sagdir upp í einum.
Tað kann verða niður í 8,
12 ella 16 løntakarar, alt eft-
ir støddina á virkinum ella
stovninum.
Løntakarin verjast
Hans Pauli Strøm sigur víð-
ari í viðmerkingunum, at
tað var serliga fyrst í nítiár-
unum, at løntakarar ofta
komu illa fyri av hópupp-
sagnum. Og hópuppsagnir
koma enn fyri, bæði á priv-
ata og á almenna arbeiðs-
marknaðinum. Tær sera álv-
arsligu avleiðingar, sum
slíkar hópuppsagnir vanliga
kunnu hava fyri løntakarar
og familjur teirra, gera tað
neyðugt við lógaráseting-
um, sum kunnu verja løn-
takarar í samband við slíkar
hópuppsagnir.
– Endamálið við hesum
lógaruppskoti, sum er orðað
við støði í reglum, sum eru
galdandi í grannalondum
okkara, er at áleggja ar-
beiðsgevarum skyldu at
boða løntakarunum, fakfel-
øgum teirra og Arbeiðsloys-
isskipanini frá ætlaðum
hópuppsagnum í góðari tíð
frammanundan, í minsta
lagi 30 dagar. Við fráboðan
í góðari tíð fáa allir partar
betri møguleikar at royna at
loysa teir trupulleikar, ið
standast av hópuppsagnum,
bæði partarnar á arbeiðs-
plássinum sjálvum, feløgini
og arbeiðsávísingin hjá Ar-
beiðsloysisskipanini.
– Tað er tann størsti og
veikasti bólkurin av løntak-
arum á arbeiðsmarknaði-
num, sum ikki eru tryggjaði
við slíkum avtalum um frá-
boðanar- og uppsagnarregl-
ur, - og her eru tað fyrst og
fremst øll tey tímaløntu,
sum hava størst gagn og
størstan tørv á at lógarfesta
tær mannagongdir, sum
verða ásettar í hesum lóg-
aruppskoti, sigur Hans Pauli
Strøm m.a. í viðmerking-
um.
Lógaruppskot líkt hesum
varð lagt fram á Føroya
Løgting tann 5. mars 1998
av Ingeborg Vinther, løg-
tingslimi, vegna Verka-
mannafylkingina. Eftir 1.
viðgerð tann 17. mars 1998
varð tað beint í Trivnaðar-
nevndina. Málið fall burtur,
tí løgtingsval var 30. apríl
1998, og málið ikki var lið-
ugt viðgjørt á tingi fyri val-
ið.
SVEINUR TRÓNDARSON
Ein viðfestisvognur, sum
júst var tikin av einum trail-
ara, fór á rull á økinum mill-
um Saltsøluna og Shell í
gjár.
Menn høvdu júst koblað
vognin frá trailaranum og
eftir røttum átti hann at
steðga av sær sjálvum, men
tað gjørdi hann ikki.
Hann fór á rull og rendi
Viðfestis-
vognurin
steðgaði ikki
inn í fimm bilar, sum stóðu
parkeraðir
á
bryggju-
økinum. Sum tað sæst á
myndunum, var tað rætti-
liga rótut á bryggjuni hesa
løtuna og bilarnir, sum
vórðu árendir, fingu rætti-
liga stóran skaða.
– Fyrilestrarnir vóru ser-
stakliga áhugaverdir og
ógvuliga viðkomandi í sam-
bandi við stríð kvinnunar
um javnstøðu, greiðir Berg-
tóra frá.
Áðrenn og aftaná fyrilest-
urin var tónleikur og sangur
á skránni, og sum tað sømir
seg á kvinnudegnum var
bara talan um kvinnulig tón-
leikarar.
– Andrea Morensen, klav-
er, og Gudný Næs, violin,
framførdu »Ave Maria« og
eitt stykki úr »Ofreus og
Euridiku«, meðan Gunhild
V. Michelsen, Gunnvør
Poulsen, Sanna W. í Brekk-
unum og Randi Hansen
sungu nakrar sangir.
Framhaldandi stóran
týdning
Tá vit spyrja Bergtóru um
týdningurin av kvinnudeg-
num ikki so spakuliga er við
at fjara burtur, nú so nógv
verður gjørt við javnstøðu
er hon púra avgjørd.
– Týdningurin hevur ong-
antíð verið størri enn hann
er nú, tí hóast onkrar um-
støður hjá kvinnum eru
batnaðar, so er eisin igingið
øvugtan veg á øðrum økj-
um, sigur hon.
– Harðskapurin móti
SVEINUR TRÓNDARSON
Mikudagurin var altjóða
kvinnudagur og sum siður
er skipaði kvinnufelagið í
Havn fyri tiltakið í Norður-
landahúsinum í Havn um
kvøldið.
Felagið hevði fingið teir
báðar kvinnuligu prestarnar,
Marjuna Bæk og Ingu Poul-
sen Dam, at halda fyrilestur
og harafturat var sangur og
tónleikur á skránni. Aftaná
sjálvt haldið var høvið hjá
luttakarunum at seta seg
niður við einum kaffikoppi
og einum køkubita og fáa
eitt prát.
Um 100 kvinnur høvdu
leitað sær niðan í Norður-
landahúsið og hóast undir-
tøkan tí ikki var so stór, so
letur Bergtóra Hanussar-
dóttir sera væl at tiltakinum.
Áhugaverdir
fyrilestrar
Marjun Bæk las »Evas brev
til Gud«, sum hon sjálv hev-
ur týtt, og Inga Poulsen
Dam helt fyrilestur um
kvinnuna innan kirkjugátt.
Kvinnudagur í Norðurlandahúsinum
Mikukvøldið skipaði Kvinnufelagið í
Havn fyri haldi í sambandi við
altjóða kvinnudagin 8. marts.
Upplestur, sangur og fyrilestrar vóru
á skránni og undirtøkan var á góðari
leið, sigur Bertóra Hanusardóttir
kvinnum hevur ongantíð
verið verri enn hann er nú,
og tað eiga vit at berjast fyri,
sigur Bergtóra Hanussar-
dóttir, sum sostatt er púra
avgjørd um, at kvinnurørsl-
an er neyðug enn sum áður.
Men tað tekur tíð at fáa
fólk at broyta sína uppfatan
av sær sjálvum, heldur hon.
– Men málini verða sjálv-
andi dagført so hvørt sum
vit røkka teimum, sigur
Bergtóra at enda.
Um 100 kvinnur høvdu leitað sær niðan í Norðurlandahúsið og hóast undirtøkan tí ikki var so stór, so letur Bergtóra
Hanussardóttir sera væl at tiltakinum
Mynd: Jens Kristian Vang