fríggjadagur 10. mars 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 49 - 10. mars 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 49 - 10. mars 2000
Ummæli:
Í farna ári kom út bókin
“Villini súgdjór í Útnorðri”.
Bólkurin av lívfrøðilærar-
um við Studentaskúlan og
HF-skeiðið í Eysturoy og
við Klaksvíkar HF-Skeiði
hevur lisið bókina og loyvir
sær við hesum at gera ein
samandrátt av teim við-
merkingum, ið vit hava til
myndir og tekst. Í stuttum
kann sigast, at myndirnar
yvirhøvur eru sera góðar,
meðan tað er spell, at tann
áhugaverdi teksturin í støð-
um ikki er nóg neyvur.
1. MYNDIRNAR
Myndirnar hjá Edwardi
Fuglø eru yvirhøvur livandi,
nátúrligar og framúr væl
teknaðar. Rørsla og drama-
tikkur eyðkennir myndirnar,
men í einstøkum førum sæst
ein farri av menniskjager-
ing. T.d. kópamyndirnar
minna á kvæðið um kópa-
konuna. Tað eydnast oftast
at fáa fram sereyðkenni hjá
teim ymsu súgdýrunum;
men bókin er so mikið um-
fatandi, at tað er nærum ó-
gjørligt at fáa væleydnaðar
myndir av øllum dýrumu-
num. Talan er sjónliga um
eitt risastórt og drúgt ar-
beiði, har myndirnar í nógv-
um førum eru meira listar-
ligar enn náttúrutekningar.
Serliga hvalamyndirnar eru
fín listaverk og hartil neyv-
ar. Tú nærum hoyrir sprutt,
bløðrur og blástur frá hval-
unum - ja, kennir teg stadd-
an undir vatni viðhvørt!
Myndirnar av fjallarevinum
(s. 164-65) bera tó brá av
kettu, og haran á s. 175 er
“fitt”, men nakað óneyv
viðvíkjandi støddarlutfalli.
Samantikið er myndatilfarið
á høgum stigi og stendur
ikki aftanfyri myndir í
nógvum útlendskum bókum
av sama slag. Tað má sig-
ast, at Edward hevur tikið
seg munandi fram á listar-
liga økinum, síðan hesar
fjølbroyttu gávur hansara so
smátt fóru at kaga undan á
Klaksvíkar
HF-Skeiði,
miðskeiðis í 80 árunum!
Við einum so hugvekj-
andi og flottum myndatil-
fari, slepst ikki undan, at tú
sum lesari fert at vænta tær
nógv av tekstinum, sam-
stundis sum at ávís dygdar-
krøv verða sett til hann.
2. TEKSTURIN
Fyrst má ásannast, at tað er
stórhending fyri føroyska
náttúrusøgu, at tílíkt um-
fatandi bókaverk kemur út.
Eisini er talan um prentlist
á høgum stigi. Tá ið hetta
er sagt, eru tó nøkur viður-
skifti við tekstinum, ið vit
niðanfyri fara at gera við-
merkingar til.
2.1. Málsligar og náms-
frøðiligar viðmerkingar
Fleiri dømi eru í bókini um,
at eldri føroysk heiti innan
dýr og dýrahald eru aftur-
komin til heiður og æru. Her
hevur bókin klárt eitt ávíst
mentanarligt virði eisini.
Ivasamt er kanska konse-
kvent at nýta orðið “látra”
um paring hjá nógvum ym-
iskum kópasløgum. Har er
so at siga bara láturkópur
,ið “látrast” (parast) inni í
látrum.
Tá ið frágreiðingar eru
um dýr innan - anatomiskar
myndir - er tørvur á, at pílar
ella annað frámerki týðuliga
vísir, hvat meinast við á
myndini (t.d. s. 14) Stabba-
myndirnar (s. 18 og s. 105)
áttu eisini at havt talseting
á, soleiðis at veruligu tølini
síggjast og ikki bara verða
søgd í tekstinum.
2.2 Viðvíkjandi
nøvnum á dýrum
Hvussu skal eitt dýr, ið ikki
finst í Føroyum eita? Hetta
er ofta ein trupulleiki; men
bókin kemur oftast væl frá
valinum av nýgjørdum
nøvnum til “fremmand”
súgdýr. Øðrvísi er við dýr-
um, ið longu eru kend í Før-
oyum. Skulu gomlu nøvnini
nýtast, ella skulu nýggj
nøvn fáa innivist? Bókin
hevur funnið eina nøku-
lunda hóskiliga javnvág.
Aldargamla føroyska hval-
anavnið “bláhvalur” (nú
“royður”) átti tó ikki at ver-
ið útihýst. Orðið “bláhval-
ur” er kent og nýtt av før-
oyskum sjómonnum alla
hesa øldina. Haraftrat hevur
orðið “royður” eisini merkt
“stórhvalur sum heild”.
Fiskanøvnini kundu verði
betri samskipaði - uttan at
blanda føroysk og útlendsk
fiskanøvn hvørt um annað.
Til dømis “bláhvítingur”
tykist meinast við svartkjaft,
sum tó eisini verður nevnd-
ur í sama andadrátti.
2.3. Fakligar viðmerking
ar og nakrar rættingar
Krill
Ein sera óheppin misskilj-
ing er komin í umrøðuni av
høvuðsføðini hjá stórhvali,
nevniliga “krill” (s.16).
Bókin definerar “krill” sum
ein blanding av ymiskum
dýrum
(veingjasniglar,
reyðæti og ljósrækjur).
Hetta er skeivt, tí “krill”
hevur í hvussu er seinastu
uml. 30 árini merkt eina og
aleina krabbadýr úr bólki-
num Euphausiacea. Bókin
gevur Euphausiacea navnið
“ljósrækjur”. Hetta er eitt
sera villeiðandi val, tí
“rækjur” hoyra til bólkin
Decapoda, ið lítið og onki
hevur við Euphausiacea at
gera. Føroyskar skúlabøkur
hava áður nýtt orðið “ljós-
krabbi” fyri Euphausiacea.
Ein annar møguleiki kundi
verið “ljósáta” ella “ljós-
æti”, ið eisini sipar til, at
hesi dýr senda út ljós.
Orðið “krill” er haraftrat
umsett til “skrið”. Hetta orð
fær ein at hugsa um illveður
ella at skríða. Hvørki er ser-
liga væl galdandi fyri “krill”
- sum svimur skjótt og als
ikki skríður! Her tykist sum
neyðugt er við eini upp-
rudding viðvíkjandi heitum
og nøvnum á havlívfrøði-
liga økinum. Eitt upplagt
samstarvsprojekt fyri stovn-
ar, ið knýttir eru at havlív-
frøðiligum kanningum - og
undirvísingarverkinum ann-
ars.
Lívsringrásin
hjá rundormum
Bæði hjá hvali og kópi eru
umfatandi
skeivleikar
komnir í viðíkjand lívsring-
rásini hjá rundormum, ið
liva í fiski, og kunnu enda
sum føði hjá hvali ella kópi
(s. 17 og s. 104). Hesir
skeivleirkar eru so mikið
stórir, at Skúlabókagrunn-
urin átti at sent út rætting-
arblað. Nøvn á viðkomandi
rundormum sum “toska-
sandmaðkur” og “silda-
maðkur” tykjast verða tikin
úr leysari luft, umframt at
verða skeiv og villeiðandi.
At nýta orðið “at víggja” í
sambandi við eggfram-
leiðslu hjá maðkum (s.202)
og rundormum er neyvan
rætt, tí hetta orð verður nýtt
um egg frá flogkykti (in-
sektum).
Annað
Kortini yvir útbreiðslu av
hvali og teksturin um land-
afrøðina samsvara ikki nóg
væl - her eru fleiri dømi. Í
umrøðuni av grindaknívi-
num er hend ein misskilj-
ing. Jørnini á grindaknívi ,
ið verja hondina, eita ikki
hólkur, tí tað er jú hólkurin,
ið heldur blaðnum fastum á
sjálvum skeftinum. - Ein og
hvør knívur uttan hólk
hevði verið vandamikil!
Stórhvalurin “seiðhvalur”
verður sagdur at hava “stórt
horn”. Á yvirlitstalvuni er
tó horn hansara ikki størri
enn á grindahvali.
Týdningarmikla ljóðsam-
skifti hjá hvali er komið við.
At umseta “ultralyd” (ultra
sound) til “yvirljóð” er ikki
serliga beinrakið. Fær ein at
hugsa um “yvirtónar” innan
tónleikin. Hvat við heldur
at nýta orðið “háfrekvent
ljóð” ella bert “hásveiggj-
andi ljóð”?
Hvalur verður sagdur bert
at kunna køla seg við bøksl-
um og horni. Ikki heilt
beint, tí nakað av køling
kann fara fram gjøgnum
blóðæðrar í spikinum - eitt
slag av “shunti”. Millum-
bilini millum góð og ring
grinda- ella døglinga-ár
(100-120 ár) verða nevnd
“ringrás”. Eitt sindur ó-
heppin orðing. Kanska
heldur nýta orðið “skiftis-
skeið” fyri Sagt verður á s.
193 at loppurnar á svørtu
rottuni elvdu til verstu far-
sóttina í miðøldini “svarta-
deyða”. Hetta er ikki heilt
rætt, tí tað er jú bakterian
Yersinia pestis, ið m.a. livir
á svørtu rottuni, ið elvir
hesa sjúku. Men loppurnar
bera bakteriurnar frá deyð-
um rottum til fólk.
Læmingur verður um-
røddur sum “ágangandi
ránsdjór”, hóast hann beint
áðrenn er sagdur at vera
plantuátari. - Soleiðis kundu
vit hildi fram, men lat hetta
vera nóg mikið.
3. SAMANTIKIÐ
Bókin er ein góð handbók
um land- og sjósúgdýr í út-
norðri; men sum lærubók er
tó nakað eftir á mál. Her
áttu meira spurningaorðaði
evni at verið tikin við. T.d.
trupulleikarnir við tungmet-
alum og pesticidum í hvali
-
serliga
grindahvali.
Spurningurin viðvíkjandi
stovnsstødd og nøring hjá
ymsum stórhvalum kundi
eisini verið tikin fram. Trup-
ulleikarnir
við
kaving
Ummæli av bókini “Villini súgdjór í
Útnorðri” (tekstur eftir Dorete Bloch,
myndir eftir Edward Fuglø og mynd-
atekstur eftir Jenny Lydersen)
Vekir áhuga og bøtir munandi um
kunnleikan til súgdýrini í útnorðri
kundu verið meira gjølliga
viðgjørdir. Arvakanningar
av stovnum hevði verið sera
áhugavert at hoyrt meira
um.
Keldulistin er stórur og
umfatandi, men ein ofta
nevnd tilvísing sum “Uppí-
skoyti I og II” er als ikki
nevnd í keldulistanum.
Hetta kundi verið ein for-
vitnislig kelda at kanna
nærri.
Aftast í bókini er ein hent-
ur orðalisti við ymsum heit-
um á dýrakropslutum v. m.
Listin er eftir okkara tykki
nakað stuttur við tað, at ein
rúgva av rættiliga óvanlig-
um orðum verða nýtt í tekst-
inum.
Taka vit samanum fyri
bæði styrki og veikleikar
við bókini, so er tó høvuðs-
niðurstøðan tann, at hon
vekir áhuga og bøtir mun-
andi um kunnleikan til súg-
dýrini í útnorðri. Høvuðs-
trupulleikin er, at Skúlabók-
agrunnurin skuldi lati før-
oyskar lívfrøðingar fingið
høvi at lisið tílíkt verk, áðr-
enn tað varð útgivið, soleið-
is at fakligar villur í minst
møguligan mun komu fyri
- í so prýðiligari og dýrari
bókaútgávu!
Dánjal Petur Højgaard,
Jákup Eyðun Joensen og
Kári Purkhús
lívfrøðilærarar við
Studentaskúlan og HF-
Skeiðið í Eysturoy og
Klaksvíkar HF-Skeið
Tey trý aftan fyri bókina: Edward Fuglø, sum hevur teknað myndirnar, Dorete Block, ið hevur skrivað bókina og
Jenny Lydersen, ið hevur gjørt myndatekstirnar
Mynd: John Johannessen
Verða revsað fyri gott arbeiði
ÁKI BERTHOLDSEN
–Hetta verður eitt sera stórt
bakkast fyri sjúklingarnar,
tí nú fer tað ikki at bera til
at geva teimum tað viðgerð,
sum teir hava krav uppá.
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi
er hýrurin ringur.
Hýrurin var ringur, tá ið
fíggjarlógin fyri 2000 var
samtykt.
Og hann er ikki batnaður
stórvegis, nú Karsten Han-
sen hevur lagt uppskot um
eykajáttanarlóg fyri tingið.
Hýrurin er ringur tí at játt-
anin, sum Sjúkrahúsið fær,
er ikki nóg stór til at varð-
veita virksemið á sama
støði, sum tað var á í fjør.
Og tað fer at fáa álvar-
sligar avleiðingar, tí framm-
anundan er longu so nógv
spart, at raksturin er á einum
so lágum støði sum yvir-
høvur tilber og tað á øllum
økjum.
Sostatt ber ikki til at siga
nakað starvsfólk upp, uttan
at tað fær avleiðingar fyri
sjúklingarnar.
Tey siga, at Suðuroyar
Sjúkrahús hevur altíð verið
rikið so bíliga, sum yvir-
høvur gjørligt.
– Men nú sær út til, at
hetta skal koma okkum aft-
ur um brekkur og at vit
skulu revsast fyri at hava
gjørt eitt gott arbeiðið árini
frammanundan.
Støðan verður mett at
verða so mikið álvarslig, at
álitisfólkini á Suðuroyar
Sjúkrahúsi gjørdi av at velja
eina trýmanna nevnd at ar-
beiða víðari við málinum.
M.a.
skuldi
nevndin
royna at sannføra politikar-
arnar um, at tað ber ikki til
at skerja raksturin á sjúkra-
húsinum, uttan at tað fer at
fáa álvarsligar avleiðingar
Men nú eykajáttanarlóg
varð lagt fyri tingið mugu
tey trý, Maria Vágfjall,
Charles
Kristensen
og
Bergur Stórhamar, ásanna,
at teirra arbeiðið hevur ikki
borið stórvegis frukt.
Tí á eykajáttanarlógini er
ikki ætlanin, at Suðuroyar
Sjúktahús skal fáa meiri enn
300.000 krónur afturat til
lønir.
Harumframt
skulu
700.000 krónur flytast frá
øðrum rakstri til lønarjátt-
anina.
Men tað halda tey trý
lítið um.
– Hetta er ikki annað enn
at flyta trupulleikan frá ein-
um øki yvir á eitt annað øki.
Tey stúra heldur ikki sørt
fyri, hvaðani á rakstrinum
hesar 700.000 krónurnar
skulu takast.
– Skal hitin setast niður,
ella skal tað sparast á játt-
anini til mat? ella hvar, spyr
Bergur Stórhamar.
Tey skoyta uppí, at hetta
er tað sama sum at siga, at
vit hava tað ov heitt, ella eta
ov nógv, og tað fáast tey
ikki at siga.
– Ella fer tað at ganga út-
yvir eftirútbúgvinga, so
verður tað ein ólukka, sum
eisini fer at raka sjúkling-
arnar, siga tey trý álitisfólk-
ini.
Verða hart rakt
Fyribils hava sparingarnar
á Suðuroyar Sjúkrahúsi ført
við sær, at 4,5 fólk eru søgd
upp.
Talan er um 1/2 fólk í
køkini, eitt fólk á teknisku
deild og leiðbeiningin er
niðurløgd, tí tað eina fólki,
sum arbeiddi har, er sagt
upp. Harafturat verður tann
ambulanta
fysioterapiin
niðurløgd og av tí sama eru
tveir fysioterapeutar upp-
sagdir.
Serlig hesar uppsagnirnar
fara at raka sjúklingarnar
hart.
– Eitt nú missa teir sjúkl-
ingarnir, sum ganga til
ambulanta viðgerð tann
heita hylin, sigur Maria
Vágfjall
– Harumframt
verður
bara teir privatu fysiotera-
peutarnir at dúva uppá. Men
teir báðir, sum eru, arbeiða
ikki fulla tíð og hava tí
neyvan orku til at átaka sær
alla viðgerðina.
– Men tað er heldur ongin
trygd fyri, at teir privatu
fysioterapeutarnir
hava
møguleika at viðgerða fólk
í somu raðfylgju, sum lækn-
arnir vildu havt tað.
– Annars verða sjúkling-
arnir noyddir til Havnar til
viðgerðar.
Sostatt verður fysiotera-
peutiska viðgerðin hereftir
í nógv størri mun ein fíggar-
ligur spurningur fyri sjúkl-
ingarnar, og tað var neyvan
ætlanin við heilsutænastun-
um í Føroyum.
Maria Vágfjall sigur, at
samanumtikið fer sparingin
á fysioterappini at føra við
sær, at tilboðini til sjúkling-
arnir fara at verða munandi
verri, enn tey hava verið.
At ein teknikari nú er
uppsagdur er eisini sera ó-
heppið, tí nú er øll trygdin
burtur aftaná vanliga ar-
beiðstíð.
–Verður eitt tól, ella okk-
urt annað í óstandi aftaná
vanliga arbeiðstíð, er ongin
at gera tað aftur. Er nakað
álvarsligt áfatt, kann ein-
hvør hugsa sær til, hvat
kann henda, siga tey trý álit-
isfólkini.
At leiðbeiningin verður
løgd niður fer eisini at gera
umstøðurnar nógv truplari,
tí nú er ongin at vísa øllum
teimum mongu á leið, sum
koma inn á sjúkrahúsið um
dagarnar til viðgerð ella
kanningar av ymsum slag,
ella í øðrum ørindum.
Tey siga, at tað mann vera
ógvuliga ivasamt, um nøkur
sum helst sparing er í hjá
sjúkrahúsinum at noyðast at
keypa tær tænastur uttani-
frá, sum verða niðurlagdar
á sjúkrahúsinum, tí tað kost-
ar eisini.
– Talan er eisini í mong-
um førum um hátøknilig tól,
sum ikki ein og hvør kann
gera ístand.
Hava roynt
Tey trý siga, at tey hava
roynt at sannført Helenu
Dam á Neystabø um týdn-
ingin av játta Suðuroyar
Sjúkrahúsi meiri pening, so
at virksemið kann varðveit-
ast óbroytt.
Men higartil hevur tað
verið til fánýtis.
Og tey dylja ikki fyri, at
tey eru ógvuliga vónbrotin
av, at tað ikki hevur eydnast
henni at útvega sjúkrahús-
– Tað var eitt ótrúliga stórt vónbrot, at Helena Dam á
Neystabø ikki megnaði at útvega Suðuroyar Sjúkrahúsi
meiri enn 300.000 krónur afturat. Annars er bara talan
um at flyta trupulleikarnar og tað er ongin loysn, siga
álitisfólk á Suðuroyar Sjúkrahúsi
inum meiri enn 300.000
krónur afturat.
– Men eitt, sum vit hava
fingið burturúr henni, er, at
hon vísir tí aftur, sum Her-
geir Nielsen, løgtingsmað-
ur, førdi fram á fundi á Suð-
uroyar Sjúkrahúsi herfyri.
Tá segði hann, at lands-
stýrismaðurin skuldi hava
fingið at vita fleiri ferðir,
bæði á landsstýrisfundi og
á samgongufundi, at ongin
skuldi sigast upp á Suður-
oyar Sjúkrahúsi, sigur Char-
les Kristensen.
Tey trý siga, at nú lands-
stýrismaðurin ikki megnar
at bjarga støðuni, mugu tey
seta sítt álit á, at løgtingið
tekur um endan.
Og tey seta sítt álit á, at
andstøðan enn einaferð ferð
at royna at gera sína ávirkan
galdandi, eins og hon
gjørdi, tá ið fíggjarlógin var
til atkvøðugreiðslu beint
upp undir nýggjár.
Men tey seta eisini sítt álit
– Hóast tað ikki sær so ljóst út beint nú, hava vit framvegis vónir um, at tað fer at laga
seg, siga tey trý álitisfólkini, sum eru vald á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Ferðsluvanlukka í Øravík-
arlíð kravdi eitt mannalív
SVEINUR TRÓNDARSON
Suðuroyggin varð enn ein-
aferð rakt av einum ferðsl-
uskelki fyrrapartin í gjár.
Ein ung genta, sum í bili
var á veg í skúla við Mið-
námsskúlan í Vági, varð
árend av einum lastbili,
sum var á veg norðureftir.
Gentan doyði á staðnum.
Skifti breyt
Av tí at eingi vitni vóru til
sjálvt óhappi, sum hendi
stutt eftir klokkan átta í
gjáramorgunin, við kirkj-
ugarðin í Øravíkarlíð, veit
løgreglan í Suðuroy ikki
heilt vist, hvussu ólukkan
hendi.
– Men fyribils vita vit,
at lastbilurin, sum var á veg
norðureftir, fór yvir í
breytina hjá persónbili-
num, sum var á veg suður-
eftir. Hví tað hendi vita vit
ikki, men kanningarnar
higartil vísa, at tað neyvan
er talan um ov høga ferð,
verður sagt av løgreglu-
skrivstovuni á Tvøroyri.
Løgreglan greiðir frá, at
tá lastbilurin fór yvir í hitt
borðið rendi hann inn í síð-
una á bilinum og skrædlaði
hann ein stóran part av síð-
uni.
– Ein slík vanlukka er so
ógvuslig, tí ein lastbilur er
so øgiliga tungur. Og hetta
er uttan iva nakað, sum er
komið heilt óvart á tey
bæði, tí tað vóru eingi
bremsispor at síggja á
vegnum, sigur løgreglan.
Lastbilurin eisini
stóran skaða
Eftir at hava rent á persón-
bilin helt lastbilurin leiðina
fram yvir um vegin, legði
ein lyktapela niður áðrenn
hann endaði í veitini. So
tungur sum ein slíkur last-
bilur er, so skrædnaði for-
aksilin og bæði framhjólini
og tey endaðu afturi undir
bilinum, greiðir løgreglan
frá.
Hóast løgregla og sjúkr-
abilur komu á staðið alt
fyri eitt, so var einki at
gera. Gentan var deyð á
staðnum og har var einki,
sum hjálparfólkið kundi
gera.
Førarin á lastbilinum
fekk bert smávegis snuddir
umframt at hann fekk sær
ein skelk fyri lívið.
Hetta er onnur syndar-
liga ferðsluvanlukka, sum
hendir á leiðini við Øravík
innan stutta tíð.
Ein ung genta doyði á staðnum, tá bilurin hon koyrdi í rendi saman við ein
lastbil í Øravíkarlíð gjáramorgunin
til tinglimir úr samgonguni,
Eitt nú seta tey sítt álit á,
er Sámal Petur í Grund, tí í
samrøðu við Sosialin her-
fyri helt hann, at heilsuverk-
ið og Strandferðslan mátti
raðfestast hægri enn avlopið
á fíggjarlógin.
Ein annar tinglimur, sum
tey seta sítt álit á, er einasti
samgongumaðurin úr Suð-
uroynni, Hergeir Nielsen,
sum hevur sagt, at uppsagn-
irnar á Suðuroyar Sjúkra-
húsi skuldi takast aftur.
– Men ikki minst seta vit
okkara álit á Jógvan við
Keldu.
– Tá ið fíggjarlógin varð
samtykt, kundi hann ikki
atkvøða fyri hægri játtan til
Suðuroyar Sjúkrahús, tí
uppskotið um tað var kom-
ið ov seint á borðið. Og tað
er so ikki støðan nú, siga
Maria Vágfjall, Charles
Kristensen og Bergur Stór-
hamar.
TILBOÐ
Frá leygardegnum
11/3 til 18/3 lata vit:
Tilboðini eru eisini galdandi í Runavík
teir dagar opið er.
Vit hava eisini stórt úrval av bæðirúmsmøblum.
÷20%
av øllum
kranum
÷10% av stálvaskum
Landavegur 2 - 100 Tórshavn - Tel. 318023 - Fax 310963
Runavík • Tel. 447773 Opið: Mikud.....13.00-17.30
Leygard. 10.00-14.00
Sosialurin - 311820