fríggjadagur 10. mars 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 49 - 10. mars 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 49 - 10. mars 2000
Leivi Eidesgaard
til minnis
Leivur varð borin í heim 4.3.1930, var yngstur av
børnunum hjá Jústinus og Magninu í Oyndarfirði og
sostatt restaði 14 dagar í 70 ára aldur, nú boð vóru
eftir honum.
Leivur fór sum flest allir ungdómar tá í tíðini, til
skips og helt hann seg til tað, nú árarnar vóru lagdar
inn.
Hann nam sær skiparaprógv sum ungur og fór við
tað sama at sigla sum yvirmaður, í nógv ár sum
skipari og tey seinastu árini á egnum kjøli.
»Træið er best at mána, tá tað er felt«.
Tá eg skal royna at skriva nøkur orð um farbróður,
er tað við blandaðum kenslum, tí eg havi so nógv
góð minnir um hann, bæði tá man var barn og ikki
minni síðani man bleiv vaksin. »Hann fylti so nógv,
har hann kom, ella var«.
Tað var soleiðis tá eg var smádrongur at so skjótt
sum eg fekk frí frá skúla, var at sleppa norður um
»Boðar« og plagdi eg at skifast at búgva hjá fastir,
hjá Bodil og Leivi. Tað eru nógv góð og rík minnir
eg havi frá teimum árunum.
Leivur var við Matildu úr Leirvík tað Harrans árið
Karin K. var í Grønlandi við bátum og mær er sagt
at longu tá, vísti hann hvør dugur var í honum.
Tá stállínuskipini byrjaðu at koma, fór hann at
sigla sum stýrimaður við Havørnini og var har í fleiri
ár.
Miðskeiðis í 70‘unum fór hann at føra skip hjá
Frederik í Rituvík, fyrst Mariu og síðani Edith M.
Tá prógvaði hann veruliga, hvør fiskimaður hann
var.
Nøkur ár seinni ognaði hann sær, saman við synum
sínum, snellubátin »Sjóartún« og tað má sigast at
væl hevur ligið fyri at fingið. »Dugandi maður finnur
sær vápn« sigur orðatakið. Eisini tá dreingirnir hava
verið við bátinum, so tað má sigast væl er lagt í.
Tað er soleiðis at pápi mín er elstur av dreingjunum
og Leivur yngstur og eg má siga, at bróðurkærleikin
teirra millum, hevur verið fyrimyndarligur, serliga
hesi seinastu árini hava víst, hvussu góðir teir hava
verið hvør við annan.
Tað er einki dulsmál, at teir báðir hava verið
útatvendir menn og hava bæði tosað og skrivað og
havt sínar meiningar um tað sum rørir seg í landi
okkara.
At Leivur ikki var vinarleysur, prógvaði tann stóra
mannfjøld, sum var og fylgdi honum.
Vinmaður mín á »Gjaranesi« segði nógv gott um
farbróðir og tók í sálm 100 um trúfesti og hjálpsemi,
vit eru nógv sum kunnu geva presti rætt í tí, at soleiðis
var Leivur. Hann hevur gjørt snørið upp og tikið
loddið inn, nú verður sum er hesumegin.
Nú er slætt og tú ert komin inn í havnina, sum ber
av øllum, og sum Harrin hevur gjørt øllum til reiðar
sum trúgva á hann.
Ein sangur sigur »møtast og skiljast er lívið her«
og soleiðis er tað, ein nú og annar tá.
Aftan fyri hvønn góðan mann stendur ein ikki
minni góð kvinna, og tað má sigast um Bodil at hon
hevur verið Leivi ein góð kona. At kalla alt, sum var
at gera uppi á landi, tók hon sær av og syrgdi fyri, at
tað bleiv gjørt, tí at húsbóndin var til fiskarí.
Góða Bodil og børnini, tankar okkara eru hjá tykk-
um, nú Leivur ikki er her meira. Mátti Harrin í ríku
náði síni givið tykkum styrki í tíðini fyri framman.
Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir farbróður.
Heini á Marknagili
Klaksvík
Sunnudagin 27. Februar
varð Poul Martin borin
út. Foreldur hansara vóru
Olevinus og Andrea í
Tøðuni. Olevinus var
sonur Jegvan í Tøðuni,
sum var giftur Sjúðra
Siggu. Langomma,
Kathrina gift við Hans
Anthoniussen, langabba
úr Oyndarfirði, var systir
Siggu. Sostatt vóru Olivi-
nus og abbi, Danjal J.
Anthoniussen úr Oyndar-
firði, systkinabørn. Ættar-
bond vóru eisini millum
ommu í Ansastovu, Lenu
og Andreu. Tær vóru
trímenningar.
Komu fólk úr Ansa-
stovu til Fuglafjarðar,
varð stokkið inn á gólvið
í Tøðuni ella hjá Annu á
Trøðni. Tá var ættin eitt
og alt. Ættarbondini vóru
hildin uppi í trúfesti. At
vera burturblíður, var
lítisvirt í manna eygum,
og ikki kundi annað sig-
ast, at blíð vóru tey í
Tøðuni.
Poul Martin var stillur
og friðarligur. Onkuntíð
varð tikið til á donskum:
“ En stil mund og en ren
hånd priser man i alle
land.” Tað er ein dygd,
ikki at leypa framav. Tú
kanst hava tína meining
og vera støðufastur uttan
nakað hóvasták og fara
avstað í sátt og semju -
bera fram tað, tú sjálvur
heldur vera rætt og
kanska eisini vegleiða og
vísa á gongdar leiðir ikki
einans í orðum, men
eisini í verumáta. Tað
kundi tú siga um skyld-
mannin. Stórorðaður var
hann ikki. Stór orð kunnu
ikki fylla ein sekk, men
ræða ein dára.
Mannin hevur tú kent
frá barnsbeini av. Nøkur
ár var hann á sjónum,
men gjørdist vrakari. Tá
ið skipini hjá Pidda, Sig-
urdi og Haraldsen komu
frá fiskiskapi og landað
varð í Fuglafirði, stóð
hann her og vrakaði.
Fiskurin var hivaður upp
úr lastini upp á Brúnna í
passaligum segldúkum
við lykkju á í báðum
endum, lagdur upp á eitt
borð og vrakaður. Onkur
stóð og teknaði vektirnar
— skrivaði upp, meðan
rópt varð: Millumfiskur,
bank_ fullfavn, ein av
nýggjum og so varð svar-
að aftur: Ein av nýggjum
o.s.fr. Hetta rungar enn í
heysinum frá barnsbeini
av. Dreingirnir sluppu
upp í part. Stóðu við
gerduna, vóru í lastini
ella løgdu upp á borðið.
Her stóð vrakarin blíður
og blíðorðaður, rósti
óvitunum. Hetta gjørdu
teir vaksnu allir meir ella
minni, og tú kendi teg
væl, var við til at gera
manslít. Hugur og sál
mentust bara av at vera
við í hesum drátti í bygd-
arlívinuum.
Um hetta mundi vóru
allir fedrarnir á sjónum
meginpartin av árinum.
Heimamenninir vóru ikki
so nógvir, men Poul
Martin var har. Hann
livdi við í bygdini, og tú
sást hann til fjals og
fjøru. Hann stóð á Brúnni
og vrakaði og var røkt-
ingamaður í Innandals
saman við Alfred Klein í
mong ár. Her vóru góðir
dagar. Ikki eru so mong
ár runnin, síðani teir
løgdu frá sær. Teir fóru
frá báðir í senn og var so
ein partur av bygdarsøg-
uni ritað í steinar og grýti
í Innandals.
Poul Martin átti eisini
jørð í Góðadali. Poul á
Trøðni — abbi Poul
Martin segði, at tá ið
hann hevði gott blóð og
var yviri á Góðadali, var
hann Guði næst. Hetta er
ikki ørvitistos. Gáðadalur
er ein gotiskur katedralur.
Her er høgt til lofta og
vítt til veggja og súlurnar
røkka til skýggja, ei dáni
í at Várharra býr ímillum
Rustakamb og Róvina,
og satt at siga ert tú hon-
um næst, tá ið tú ert
staddur niðri í Kjóalágni
ella yviri á Kálvaslætta.
Hetta kenna øll, sum
hava gingið um hesar
leiðir í kavadøgum, stúk-
udøgum og sólfyltum
summarløtum.
Í eini tríati ár gekst tú
saman við Poul Martini
hesar leiðir. At taka seg
niðan frá ein góðan dag
og koma niðan á Háls og
líta yvir Norðoyggjarnar
og skoða dalin, er sjón av
gudgivnum glarmeistara.
Meðan gingið varð, varð
mangt málið havt á lofti.
Bygdamál, bíbilsk mál,
politikkur og sjálvandi
prát um seyð og seyða-
røkt. Tú lurtaði eftir teim-
um eldru. Teir tugdu
orðini, meðan fjallmenni-
nir komu tenjandi um
Botnsbrúgv og niðan á
Háls.
So mangan var gott
prát við Poul Martin.
Hann kendi hesa leið sum
sín eygnastein. Satt at
siga umbroyttist tú eitt
sindur, meðan gingið
varð niðanfrá. Verður
komið at tinnuni, kendi
tú mannin sum ein guds-
óttandi mann. Hann bar
upp á mál ymisk viður-
skifti úr gerandisdegnum
og kristnilívinum. Onk-
untíð vísti hann á staðin,
har abbi, Thomas Johan,
hevði sítt Jákupsa stríð á
Skarðinum. Tá varð
steðgað á, og tankarnir í
tónum goymdu so mikið
eftir um staðin, at staður-
in er halgaður minni um
farnar dagar, har lívið var
einkult í mangar mátar,
men stríggið frá morgni
til myrkurs. Tað, sum her
rann fram fyri teg úti
ímillum fjøll, var skald-
skapur og sálarburður av
einari aðrari verð.
Fyri nøkrum árum
síðani var bøtt um mann-
agøtuna og varðarnar á
Skarðinum. Hetta var
tiltak, sum kom undir
heitið: Ung í arbeiði og
var Poul Martin við í
hesum tiltaki. Hann segði
so skemtiliga, tá ið ábøt-
ingin var liðug, at hann
var stjóri í hesum fyritak-
semi. Hetta var so skemt-
iliga sagt, at tey ungu,
sum vóru við, minnast
hesar løtur hetta summar-
ið, sum ein serligan drátt
frá ungdómsdøgunum.
Fagnaðarløtan á Skarð-
inum hetta summarið í
august var ein skygging –
eitt endyrskin frá farnari
tíð og farnum døgum.
Poul Martin var væl
fyri henda dag, og eftir-
síðan sást hann hvørja
ferð, millum tey, ið leit-
aðu sær niðan á Skarð í
august. Ikki so sjáldan
tók hann orðið úti millum
fjalla. Hetta er nú ein
fastur táttur av mentanar-
lívinum, at fara niðan á
Skarðið í august, tá
summarið er við at halla.
Hetta er ein góður vani,
og er kó av manninum
ljóslivandi millum varðar-
nar á Fuglafjarðarskarði.
Seyðamaðurin, vrakar-
aeftirlitismaðurin, dekn-
urin og prædikumaðurin,
Poul Martin lýsti tilver-
una í fáum orðum, men
tað var eisini nóg mikið.
Eingin skal um sin dag
ganga. Heldur ikki Poul
Martin fekk loyvi til at
vera longur her enn av-
mált. Hann situr nú á
himnateigum millum
varðar, bygdamenn og
annað gott fólk og sigur
frá.
Æra veri minni um
skyldmannin, Poul Mart-
in.
Frits
Skyldmanninum
Poul Martin Joensen
Fuglafjørður
Poul Martin uppi á Trøðni til minnis
Ummæli:
Fríggjadagur 10. mars
Marna Jakobsen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og Eyðun Joensen skiftast um at skriva ÚTSJÓN
Arngrímur og Æblemanden
Eg trúgvi, at nógv landbúnaðarfólk mundu
lurta eftir Krosskasti seinasta mikudag.
Kjakið var áhugavert og sakligt, kanska tí
at vit hesa ferð sluppu undan fleiri politik-
arum. Hesu ferð var bara ein, so hann
hevði ongan annan politikara at skeldast
við, og hann royndist væl.
Um eg átti ein, hevði eg tikið hattin av
fyri sjónvarpinum, at teir tóku hendan
spurningin upp til kjak. Eg haldi, at tað er
uppá tíðina, at fólk finna útav, at landbún-
aðarvinnan ikki handlar um nakrar ulla-
lagdir, sum sløðast í haganum og eru til
ampa fyri fuglin, og hóast alt gott er at siga
um tað, so handlar tað heldur ikki um at
hava nakrar seyðir sum ítriv. Tað var stuttligt
at hoyra fólk, sum dagliga arbeiða við land-
búnaði, tosa um umstøðurnar at liva av
hesari vinnu. At umstøðurnar eru vánaligar
vita øll, sum hava nakað við hesa vinnu at
gera. Eg helt tað tó vera rætt, at Finnbogi
Arge nevndi spurningin um festikonto, sum
ger at bóndir sínámillum eru ymiskt stillaðir,
og har nyttaðu argumentini hjá bóndanum
í Havn lítið, tí Heilsufrøðiliga Starvsstovan
røkkur eisini út á bygd og luktiorganinum á
bygd feilar heldur einki. Finnbogi Arge var
ógvuliga greiður, tá ið hann tosaði, so
spennandi verður hvat spyrst burtur úr.
Ein tendensur hevur verið og er enn at
tosa um landbúnað í Føroyum sum eina
vinnu, sum er til ampa fyri landið. Nú skal
landbúnaðurin opinbart royna at prógva sín
tilverurætt sum mentanarberi og ikki sum
vinna. Eg hevði tó varhugan av, at teir
bóndir, ið vóru í sjónvarpsstovuni, meira
sóu seg sum matframleiðarar enn sum
mentapávar. Tíbetur, má eg siga, tí tann
dag landbúnaðurin skal rættvísgera sína
tilveru sum mentan, tá er tíð at hanga
mjólkimaskinuna á veggin á sama hátt sum
rokkahjólið og karðarnar.
Hava okkurt at læra
Samstundis sum vit tosa um, um tað loysir
seg at framleiða mat í Føroyum, so hoyrist
í tíðindum, at tey í Mosambique eta rottur
at haldi hungurin frá durinum, jú ymiskt er.
Hóast flestu av okkum enn gera mat, so
at húsfólkið ikki gongur svangt, so ber
sendingin Okkara kokkar boð um, at matur
eisini verður gjørdur til stuttleika. Sendingin
er góð, tú fær nógv at vita. At so Gud-
mundur pástendur, at fennikel er at fáa um
alt landið, fyrigevi eg honum, hann hevur
kanska ikki verið í Skálavík við Jóan Peturi.
Eg má viðganga, at eg ikki skilji Gudmud
so væl alla tíðina, men tað verður kanska
betur. Í øllum førum, so hugna teir sær,
meðan teir práta um mangt og hvat, men
viðhvørt haldi eg, at teir gloyma, hvar tólið
er, sum teir skulu hyggja í, tá ið teir tosa
beinleiðis við hyggjaran, tað kundi onkur
kanska fortalt teimum.
Óskyldugt og tó
Eg má siga sum sannheit er, at ikki havi
eg lurtað nógv eftir útvarpinum hesa sein-
astu vikuna, tað tykist mær, at hvørja ferð
eg tendri lurtið, so er antin ein endur-
sending ella tónleikur.
Eg setti mær tó fyri, at tvær sendingar
skuldi eg lurta eftir hesa vikuna. Tað vóru
sendingarnar: Ein kvøðari úr Dali hjá Árna
Dahl og Um altíð hvør mín limur, sum Sverri
Egholm, M.Restorff Jacobsen og Janus
Mohr hava lagt til rættis.
Eg varð ikki vónsvikin. Um altíð hvør
mín limur er fyrsta sending av sjey um
sálmaskaldið Petter Dass. Hesa sending
vil eg viðmæla øllum at lurta eftir. Henda
fyrsta var ein breið lýsing av lívi hansara,
seinni vænti eg, at nærri verður komið inn
á menniskja og sálmaskaldið Petter Dass.
Sendingin um Jens Ludvig úr Dali var
hugtakandi. Stuttligt var at hoyra hann tosa
við Mortan Nolsøe sála og hoyra upplisið
um uppvøkstur hansara, sum nú á døgum
er sum ein heilt onnur verð, hóast so stutt
síðani.
Tað vóru ikki Guttorm og Arngrím tær í
Creamy sungu um, tá ið eg seinni um
kvøldið setti meg at hyggja at hesari send-
ingini. Nei, nú var tað um Lars Ejnar og
Æblemanden. Sendingin var sera væl
gjørd og lýsti væl hesar báðar óspiltu gent-
ur, sum livdu tann dreymin út, sum so
mangar aðrar gentur ikki fáa høvi til. Tær
dugdu ótrúliga væl at upptraðka, og sang-
repertoarið var ógvuliga óskyldugt. Kanska
er tað sovorðið, sum skal til, at halda lív í
teimum gomlu donsku barnasangunum.
Eitt upplop er hetta ivaleyst, men tað eru
neyvan bara tær báðar, sum fáa pening
burtur úr. Tey, ið skipað hava fyri, hava
klárað at selt atgongumerki til børn heilt
niður í barnagarðsaldur, so nú verður tað
skjótt soleiðis, at tey børn í barnagarðinum,
sum ikki hava verið á seinastu konsert,
eru fullkomuliga ytt.
Djarvar útsagnir
Tá ið eg hugdi at Innskoti mánakvøldið,
hugsaði eg um, um ein mannligur stjóri
hevði tosað soleiðis um starv sítt, sum
hendan kvinnan gjørdi. Kanska var tað tí
at 8 mars, altjóða kvinnudagurin, var so
nær, at eg fekk slíkar tankar. Ikki tí, eg
minnist fyri nógvum árum síðani, at ein
svenskur forsætisráðharri segði seg úr
starvi, tí hann hevði ov lítla tíð saman við
JÁKUP MØRK
Seinastu tíðina hava vit her í Føroyum
havt tann heldur óvanliga møguleika,
at vit hava havt ikki færri enn tríggjar
føroyskar útvarpsstøðir at velja ímillum.
Nýggjasta av hesum er kristiliga
kringvarpið Lindin, og hóast støðin bert
er seks vikur gomul, hevur hon longu
ment seg rættuliga nógv.
Økja um skránna
Preben Hansen, sum er ein av nevnd-
arlimunum í sjálvsognarstovninum
Lindini, sigur við Sosialin, at teir longu
nú hava havt eina munandi øking í
programsenditíðini.
Støðin sendir hvønn dag frá kl. 13.00
Lindin í vøkstri
til 23.00, tó fríggjadag til 02.00, og í
løtuni er býti í senditíðini soleiðis, at
umleið 20% verða nýtt til programsend-
ingar, meðan eini 80% verða nýtt til
tónleik.
Ætlanin er so, at hesi 20% so líðani
skulu økjast upp til eini 30 ella kanska
40%, men hetta er so ein menning, sum
má koma so líðandi. Alt arbeiði á støðini
er sjálvboðið, og tískil ber ikki til at
leggja ov stórar byrðar á einstøku herð-
arnar, men Preben er tó fegin um alla
ta hjálp, sum støðin higartil hevur fingið.
– Vit hava fingið positivan respons
frá rættuliga fitt av fólki, og eisini
fíggjarligi stuðulin til støðina er í vøkstri,
og hetta eru vit sera fegin um, greiðir
Preben frá.
Sendiøkið skal víðkast
Skráin er tó ikki einasti parturin av
Lindini, sum er í vøkstri, tí sambært
Preben, so er eisini ætlanin at víðka
um sendiøkið komandi tíðina.
Kring landið hava felagsskapir
skipað fyri innsavnanum, soleiðis at
fígging fæst til uppsetan av fleiri
sendarum.
Í løtuni er bert tann eini sendarin,
men longu í hesum ári, er ætlanin
at sendari skal setast upp á Brúna-
skarði, soleiðis at Klaksvíkskingar
eisini hava møguleika at hoyra støð-
ina.
Vágarnar standa eisini á skránni,
men her eru ymsir tekniskir og
landafrøðiligir trupulleikar, sum gera,
at tað helst gongur eitt sindur av tíð,
fyrr enn vágafólk sleppa at hoyra
støðina.
familju sínari, so tað kemur fyri.
Í øllum førum var niðurstøða mín, at hon
var ógvuliga djørv, bæði tí at hon hevur
sagt seg úr starvi, og tí at hon torir at traðka
alment fram og siga frá, hví so var. Hon
kom inn á nógvar sera týðandi spurningar,
sum t.d. hetta at blíva avhengigur av at
vera stjóri: góð løn, sjálvsavgerðarrættur
og at kenna seg týdningarmiklan. Hon hev-
ur so torað at viðurkent, at hon mátti taka
eina pausu, fyri at finna seg sjálva aftur.
Eg trúgvi at stjóri ella ei, so munnu vera
fleiri, ið høvdu ynskt seg at havt henda
møguleikan.
Sendingin Føroyar og framtíðin var hesa
ferð um Uppritið, sum vit øll hava bíðað so
spent eftir. Samráðingargrundarlagið varð
væl og virðiliga gjøgnumgingið av báðum
útvarpsmonnunum, og aftaná var samrøða
við Høgna Hoydal. Hann er tann sami sum
altíð. Hevur altíð svar uppá allar spurningar,
ein superoptimistur, sum heldur tað vera
púra nátúrligt, at danir ganga við til øll tey
føroysku krøvini. Eg má siga, at eg eri ikki
sørt imponerað, at ein maður, í hansara
stað, kann vera so bjartskygdur, hann verð-
ur jú so útskeldaður sum fáur. Eg ivist ikki
í tí, at hann hevði kunnað argumenterað
gott og grundiga fyri, hví vit skulu hava
danska drotning í Føroyum, ístaðin fyri at
velja eina føroyska.
Kristiliga krinvarpið, Lindin, hevur nú verið at hoyrt í
seks vikur, og longu nú er senditíðin økt
Marna Jakobsen,
exam. art.,
skrivar
Preben Hansen, sum er ein
av nevndarlimunum í sjálvs-
ognarstovninum Lindini