hósdagur 16. juli 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Poulina Sofía var ættað úr
Funningi. Hon kom til
Havnar at arbeiða á eini
embætisskrivstovu. Her hittir
hon tann 13 ár yngra
Jóannes Lambaa, og tey
gerast góð. Hvussu var og
ikki við skúlaskapi hjá
honum sigst, at Poulina lærdi
Jóannes at lesa og skriva.
Poulina var 32 ár, og
Jóannes var 19 ára gamal,
tá ið tey fáa fyrsta barnið.
Hetta var Knút Lambaa,
sum gjørdist kendur sum
sjómaður og seinni sum
handilsmaður í Havn.
Hann giftist við Onnu,
dóttir Ellu og Byrger Samu
elsen, sum verða umrødd í
hesi røð um tvær vikur.
Sagt verður um Poulinu,
at hon var eitt sjáldsama
gott fólk.
Umframt Knút fingu tey
hesi børnini:
Petru, sum giftist til Vágs
við Jógvan Toftum. Hon
hevur møguliga verið í
Vági eina tíð, men táið
børnini fóru í skúla, fluttu
tey til Havnar.
Olaf, giftist við Onnu
Frederikku, einkjuna eftir
Sam Olsen.
Josefina, giftist við Hanus
Simonsen úr Skálavík.
Hann var ein kendur skipari
í síni tíð. Ein sonur hansara
er 92 ára gamli Jóannes
Simonsen, sum var kendur
sum skrivstovustjóri á
Fiskasøluni. Hann er ein av
keldunum til hesa grein.
Johanna Poulina Sofía
Jovina Henrietta, vanliga
kallað Hannelina. Hon var
sjónveik og fór niður, har
hon giftist við einum dana.
John, sum doyði 2 ára
gamal.
Við teirri 28 ár yngri Ange
liku Sofíu Malenu f. Jacob
sen úr Kaldbak fekk Jóann
es sonin Ólavur, millum
annað kendur sum for
maður í Ítróttarsambandin
um. Tað vóru 37 ár millum
beiggjarnar Knút og Ólav,
og tað vóru 41 ár millum
konurnar hjá Jóannes.
Jóannes var ein
brandur
Meðan tað ikki er so nógv,
sum beinleiðis kann sigast
um Poulinu, so kann meira
sigast um mannin Jóannes.
Men tað er eingin ivi um,
at aftanfyri ein so virknan
mann hevur eisini verið ein
góð kona.
Jóannes Lambaa var
føddur í Fuglafirði 6/7
1871, sonur Óla Lambaa
og konuna Petru, fødd
Jacobsen. Tað var tí misvís
andi at kalla hann Lamba
Jóannes.
Jóannes misti pápan sum
smádrongur. Pápin gekk
sjálvur níggjundi burtur í
1879 við báti, sum var far
in til Klaksvíkar í handils
ørindum. Tá fór Jóannes til
Miðgerðar í Kollafirði,
haðani mamman var ættað,
at vaksa upp.
Jóannes var tey fyrstu
árini til skips við Jens í Dali
og tók hann eisini skip
araprógv í 1895 hjá Jens.
Jóannes var uppi í A/S
Fosaafelagið í Vestmanna,
sum keypti sluppina ”John
Brown” úr Onglandi. Hana
førdi Jóannes í trý ár. Hann
legði nógv fyri og førdi
mangan góðan fongin heim.
Tað kom altíð róp í, tá ið
”John Brown” kom inn á
Vestmanna og fólk ivaðust
ikki í, at veiðan var góð.
Tað kom tí illa við, táið
Lamba Jóannes lat hetta
skip frá sær og fór at føra
skip suðuri í Havn.
Í 1900 fekk hann ”Streym
oynna” hjá Oyggjafelagn
um at føra og hevði hann
hana til 1904. Hann var
staddur á Seyðisfirði við
Streymoynni 20. september
1900, tá ið ódn herjaði um
alt Norðuratlantshavið.
Hann bjargaði Streymoynni
frá at fara á land við at seta
segl og halda út av fjørð
inum. Fyri hetta fekk hann
heiðursgávu frá tryggingini.
Annars var bæði skipa og
mannskaði á Seyðisfirði
hendan dagin. Tá fórust
tveir føroyingar, Dánjal
Jespersen út Hovi og Erik
Lávus Johannesen frá
Gjógv, sum vóru við
Royndini Fríðu.
Í 1905 førdi Jóannes
”Sandoynna”, og í 1906
førdi hann ”Hurricane” hjá
Poul Johannes Joensen,
“gamla skipara” frá Gjógv.
Sama árið keypti
Jóannes sluppina ”Spurn”
frá skiparanum Anthon
Jørgensen og handils
betjentinum Carl Bærent
sen í Havn. Hann førdi
hana til hann legðist uppi.
Í 1920 seldi hann skipið
til sonin Olaf Lambaa og
versonin Hanusi Simonsen
av Brúnni í Skálavík.
Fletti túsindir seyðir
Jóannes legðist uppi í 1918
og sama árið fekk hann
handilsloyvi. Hann byrjar at
handla á horninum Sverris
gøtu/Tórsgøtu 3. august
1920 undir navninum Fa. “J.
Lambaa.” Sonurin Olaf
gjørdist næsti maður
hansara.
Her kom Jóannes at upp
byggja ein stóran handil og
handlaði hann har, til
einaferð undir krígnum, tá
hann leigaði handilin út.
Í teirri tíðini í 1920unum
var Tórsgøta høvuðsgøtan í
Havn. Mjólkabátarnir løgdu
til bryggjuna í Vágsbotni.
Tað, sum kom uppá land
har, kom at ganga gjøgnum
Tórsgøtu, har Mjólkarfor
sýningin var. Handilin í
Tórsgøtu var tí ein miðdepil
hjá bygdafólki, sum komu
til Havnar. Um tað ikki var
fyri at keypa, so komu tey
kortini inn at goyma
ferðagóðsið.
Úr øllum grannabygdun
um Hoyvík, Hvítanesi, Kald
bak, Norðadali, Syðradali,
Velbastað, Kirkjubø, Hesti,
Koltri og Nólsoy komu fólk.
Higar komu eisini stórar
gongur av seyði, sum Jóann
es fletti. Okkurt árið kundi
vera upp í fleiri túsind seyð
ir, og turkaði hann eisini
nógv til skerpikjøt.
Hann tók eisini ímóti
oksum bæði úr Mikinesi
og av Víkunum.
Sum tann framburðsmað
ur hann var, hevði hann
eisini áhuga fyri landbún
aði. Trøð hansara uppi í
Hoydølum var gott prógv
um hetta. Í árunum undan
krígnum var á hvørjum ári
hoyggjað tvær ferðir á
trøðni hjá Jóannes, og tað
man vera sjáldsamt í
Føroyum.
Sjógvin gloymdi hann ong
antíð. Knút Wang arbeiddi
hjá Jóannes. Hann greiddi
frá í minningarorðum um
Jóannes, at tað fyrsta hann
spurdi um, tá ið Knút kom,
var hvørjum skipi, hann
hevði verið við, hvar teir
høvdu roynt, hvussu nógv
hann hevði á snøri, hvussu
fiskiskapurin hevði verið og
so framvegis.
Sjálvstýrismaður
uttan himpr
Í politikki var hann sjálvstýr
ismaður uttan himpr, sum
tað verður sagt, og hann var
vinmaður Jóannes Paturs
son. Hann var undangongu
maður at draga ”Merkið” á
stong. Hartil var Jóannes
tiltikin vertskapsmaður,
bæði røðari, kvøðari og
yrkjari. Tíverri er einki, sum
hann hevur yrkt, til skjals.
Bestur var hann, tá hann
fekk drunnin í hondina.
Skemtiørindini raplaðu frá
honum. Ongantíð var hann
teptur, ongantíð trutu honum
orð og sera væl rímaði.
Tann, sum var so heppin at
hoyra hann yrkja um drunn,
gloymdi tað ikki.
Jóannes doyði 16/31950.
Høvuðskeldur:
Johan Restorf Jacobsen og Páll Nolsøe
Jóannes Lambaa reisti konuni
stórbæran stein
Ein av teimum mest stórbaru steinum í gamla kirkjugarði er yvir Poulinu Sofíu Lambaa.
Steinur og innskrift benda eisini á, at henda kvinnan hevur verið høgt mett, og tað var hon
eisini
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
POULINE SOFIE
LAMBAA
F. HØJSTED
F. 2041858
D. 1351933
FJÁLGUR VAR
MÓÐURANDIN
SÁRT KENST SAKNI
TØKK FYRI GÓÐ
MINNIR
Komandi partur
Tann 1. august verður
ættarstevna hjá Simon
senættini í Hoyvík.
Komandi tveir partar
verða um teirra ætt
Nr. 134 - 16. juli 2009
Poulina Sofía Lambaa
22
F.v. eru Knút, Jóannes, Poulina, Josefina, Olaf og frammanfyri
hann Petra
Jóannes Lambaa og sonurin
Ólavur Lambaa
Handilin hjá Jóannes Lambaa, sum S.H. Jakobsen seinni keypti