hósdagur 16. juli 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 16. juli 2009 – Nr. 134 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21
Forsetin í
Fótbóltssambandinum er
ivaleysur. – Finalan verður
spæld í Havn á ólavsøku,
sigur hann, og skírir tað
vera natúrligar rembingar,
ið nú eru
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Høgni í Stórustovu, forseti í Fót
bóltssambandinum, viðgongur, at
tey arbeiða við málinum, um inn
tøkubýtið av steypafinaluni á ólav
søku.
– Tað eru nakrar natúrligar remb
ingar, sum eru undan einum slíkum
dysti, men hetta finna vit út av, og
tað er heilt víst, at finalan verður
spæld í Havn á ólavsøku, sigur
Høgni í Stórustovu.
Hann vísir á, at aftanfyri bæði
ólavsøkudystirnar og steypafinal
una, eru langar søgur og siðvenjur.
– Við at flyta ein slíkan dyst eru
onkrar broytingar í mun til undan
farin ár, greiðir Høgni í Stórustovu
frá, sum kortini ikki ivast í, at trupul
leikin verður loystur.
Fáorðaðir formenn
Rólant Højsted, formaður í EB/
Streymi, og Páll Gregersen, for
maður í Víkingi, hava ikki tær stóru
viðmerkingarnar, tá hesir verða
spurdir eftir.
Báðir viðganga tó, at har eru
onkur viðurskifti kring inntøku
býtið, sum teir kundu hugsað sær
øðrvísi, men at teir vænta, at Fót
bóltssambandið fær loyst málið.
Annars sigur Páll Gregersen, at
hann ikki sær nakrar stóran trupul
leika í hesum. Hann ger greitt, at
sjálvandi ynskja tey í Víkingi, at
finalan í kappingini um løgmans
steypið verður spæld í Havn á ólav
søku, og sjálvsagt skulu havnarfe
løgini eisini fáa eina ávísa upp
hædd burtur úr hesum dystinum.
Ólavsøkudysturin flutti seg
frá at vera ein stórdystur
millum havnarfeløgini
bæði, til týdningarleysan
venjingardyst. Nú er steypa
finalan í ólavsøku í vanda
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Fram til 1991 var ólavsøkudysturin
eins fastgrógvin partur av ólav
søkuni, sum kappróður og candy
floss. Talan var um steypadyst, sum
lokkaði nógv fólk í Gundadal. Ólav
søkudysturin var tá ein av stóru dyst
unum hjá havnarfeløgunum, men
dysturin var hvørki partur av lands
ella steypakapping.
Dysturin var eisini til eftir 1991,
men føroysk altjóða luttøka og
seinni eisini ein meira komprimerað
landskapping bóru við sær, at
áhugin fyri dystinum minkaði,
soleiðis at hesin nú meira varð rokn
aður sum ein týdningarleysur venj
ingardystur.
Steypafinala og endurgjald
Í 2000 varð steypafinalan spæld á
ólavsøku. Í hesum sambandi gjørdi
Fótbóltssambandið avtalu við
havnarfeløgini bæði – HB og B36 –
um, at hesi skuldu fáa eina ávísa
upphædd í endurgjald frá Fótbólts
sambandinum fyri mista inntøku,
sum tey annars høvdu havt, um tey
sluppu at fyriskipa vanliga ólav
søkudysti teirra.
Til og við ólavsøku 2005, varð
finalan í kappingini um løgmans
steypið spæld á ólavsøku. Hvørja
ólavsøku fingu havnarfeløgini
endurgjald frá Fótbóltssamband
inum fyri mistar inntøkur, tey
annars kundu havt á ólavsøku.
Seinastu trý árini hevur finalan
verið avgreidd eftir ólavsøku. Í 2006
var eitt leikaraloyvið – ella mangul
upp á tað sama – orsøk til, at semi
finalurnar ikki vóru avgreiddar til
tíðina, og finalan harvið varð útsett
til eftir ólavsøku.
Í 2007 og 2008 varð finalan
spæld um heysti. Partvíst tí, at kapp
ingin var umløgd og partvíst tí, at
luttøkan hjá feløgunum í altjóða fót
bólti møguliga kundi liggja sama
dag sum steypafinalan, um henda
varð spæld á ólavsøku.
Hesi trý árini fingu havnarfeløgini
einki endurgjald frá Fótbóltssam
bandinum.
2009 er øðrvísi
Tað fáa HB og B36 hinvegin í ár.
Sum skilst hevur Fótbóltssam
bandið gjørt eina avtalu við havnar
feløgini bæði um, at tey aftur í ár
fáa eina kompensatión fyri mistar
inntøkur av ólavsøkudystinum.
Einum dysti, sum helst ikki hevði
verið spældur, tá bæði HB og B36
skulu spæla landskappingardystir
26. juli og longu aftur 2. august. Í
besta føri hevði verið talan um ein
týdningarleysan venjingardyst, sum
ikki hevur nakran serligan áhuga
millum manna.
Harvið fáa havnarfeløgini
endurgjald fyri ein dyst, sum
annaðhvørt ikki hevði verið
spældur ella hevði kastað ógvuliga
lítið av sær fíggjarliga.
Ólavsøkudysturin:
Frá stórdysti til venjingardyst uttan týdning
Finalan
verður í Havn
á ólavsøku
Framtíðin hjá Høgna ógreið
Tað er framvegis ógreitt, hvar framtíðin hjá Høgna Madsen liggur. Fyrr
í vikuni vistu fjølmiðlar at siga, at hann var givin í NSÍ. Hetta varð seinni
avsannað av formanninum í NSÍ. Hann gjørdi greitt, at leikarin og
felagið samráddust um framtíðina hjá leikarinum, og at ein niðurstøða
skuldi koma seinni. Fyrrapartin í dag visti formaðurin Andrias
Lamhauge framvegis ikki at siga, hvussu bleiv við samstarvinum við
Høgna Madsen.
Lucio til Inter
Harvið struku italiumenn við brasiliumanninum beint
frammanfyri nøsini á onglendingum. Manchester City
hevur nevniliga dyrgt dúgliga eftir verjuleikaranum, men
Lucio valdi italsku meistararnar framum mongu
milliónirnar í Manchester City. 31 ára gamla Lucio hevur
skrivað undir ein fimm ára langan sáttmála við liðið hjá
Mourinho, sum flytir til Inter frá týska Bayern München.
Finalan verður spæld í Havn á
ólavsøku
savnsmynd