Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 16. juli 2009 – Nr. 134 Einans tríggir dystir um vikuskiftið Um vikuskiftið verður Vodafonedeildin tikin uppaftur, men bara tríggir dystir vera spældir – ein leygardagin og tveir sunnudagin. Leygardagin spæla Víkingur og NSÍ, meðan ÍF og 07 Vestur og KÍ og B68 spæla sunnudagin. Fjórði dysturin er millum B36 og EB/Streym, hann er útsettur til 26. august, meðan fimti dysturin var avgreiddur 27. juni, tá AB og HB spældu javnleik 0-0. U17 roynir seg í Danmark U17 landsliðið hevur spælt tveir dystir í Danmark um dagarnar, har teir spældu javnt í tí fyrra og vunnu tann seinna. U17 landsliðið er á venjingarlegu í Danmark, har liðið hevur spælt tveir dystir. Fyrst var talan um ein 2-2 javnleik ímóti Hvidovre, har føroyska liðið kom aftur úr við tveimum málum, tá bara eitt korter var spælt. Brandur Suðuroy og Magnus Egilsson fingu tó hála ein javnleik heim fyri føroyska liðið, og í gjár tryggjaði Ári M. Danielsen føroyingum ein sigur, tá liðið vann 1-0 á B93. EB/Streymur og Víkingur vilja ikki finna seg í, at HB og B36 skulu fara við stórum parti av inn­ tøkunum av steypafinaluni. Avleiðingin av hesum kann vera, at feløgini nokta at spæla finaluna í Havn á ólavsøku FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Hóast eingin av formonnunum ynskir at siga tað stóra, ljóðar tað fyri vist, at EB/Streymur og Víkingur eru ógvuliga ónøgd við býtið av inntøkum, steypafinaludysturin kastar av sær. Orsøkin sigst vera ein avtala, ið Fótbóltssambandi hevur gjørt við HB og B36, sum eisini skulu hava sín part av inntøkunum av dyst- inum. Sum greitt verður frá aðra- staðni her á síðunum, hava havnar- feløgini havt sum siðvenju at spæla dyst á ólavsøku, men sum tað eisini stendur skrivað, hevur hesin dyst- urin flutt seg frá at vera stórdystur til ein týdningarleysan venjingar- dyst. Ein venjingardystur, sum helst hevði verið av ongum í ár, tí lands- kappingarskráin snøgt sagt ikki rúmar hesum. Kortini hevur Fót- bóltssambandið gjørt eina avtalu við HB og B36, sum tryggjar teimum helvtina av inntøkunum av steypafinaluni. Við øðrum orðum skulu finalu- liðini býta inntøkurnar av steypa- finaluni við tvey feløg, sum als ikki eru partur av henni. Tað eru tó HB og B36, sum leggja vøll til finaluna, og tískil er tað ikki órímiligt, at tey fáa eina upphædd fyri lán av vøll- inum, men sum skilst kunnu EB/ Streymur og Víkingur ikki góðtaka, at HB og B36 skulu fara avstað við helminginum av inntøkunum. Ónøgdin sigst vera so stór, at um EB/Streymur og Víkingur ikki fáa størri part av pengakøkuni, sum stendur eftir eftir steypafinaluna, sýta tey fyri at spæla steypafinaluna í Havn á ólavsøku. Steypafinalan í vanda EB/Streymur og Víkingur skulu spæla steypafinaluna, sum ætlandi skal vera í Havn á ólavsøku tilgjørd mynd: Álvur Haraldsen