hósdagur 16. juli 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 16. juli 2009 – Nr. 134 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19
Nr. 164 - 27. august 2007
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 16. juli 2009
Statoil Kring Føroyar fekk
eina sera spennandi
byrjan við prologinum
í Klaksvík í gjárkvøldið,
tá bara 10 sekund vóru
millum tríggjar teir
fremstu, og bara fýra
sekund millum tey bæði
fremstu liðini. Í dag sleppa
liðini veruliga at standa
sína roynd
SÚKKLING
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Sum so ofta fyrr, byrjaði Statoil
Kring Føroyar við prologi í Klaksvík,
og enn eina ferð var talan um ein
einkultstart á átta kilometra
longum teini, ið gekk frá
Statoilstøðini norður til Ánirnar og
aftur. Sjáldan vinnur nakar sær
avgerandi fyrimun á so stuttum
teini, men hinvegin hevur tað
sjáldan verið so javnt, sum tað var
tað í gjárkvøldið.
Danski A-súkklarin, Troels
Toftager Nielsen, vann prologin í
Klaksvík við tíðini 10 minuttir og 22
sekund, og harvið vísti sína styrki í
kappingini. Serliga síðsta pettið av
teininum hevði hann góða ferð á
og vann sær avgerandi sekundini.
Tá avtornaði, var hann átta sekund
framman fyri nummar tey, sum var
fremsti føroyingurin, Torkil Veyhe.
Hann var hinvegin bara tvey
sekund framman fyri Hafsteinn
Ægir Geirsson úr Íslandi, sum hevur
vunnið kappingina síðstu árini.
Hjá kvinnunum vann Súsanna
Skylv Sørensen við tíðini 12
minuttir og 25, og góðar tveir
minuttir aftan fyri hana kom Marin
Ennistein Heinesen á mál. Í
ungdómskappingini kom Jóanis
Albert Nielsen á mál við tíðini 15
minuttir og 36 sekund. Í kappingini
hjá veteranunum, teimum oman
fyri 45 ára aldur, var íslendingurin
Gunnlaugur Jonasson, fremstur við
tíðini 10 minuttir og 44 sekund, og
síðani komu føroyingarnir, Andrass
Joensen og Evald Rasmussen,
ávikavist ein og góðar tveir minuttir
aftanfyri.
Eisini liðkapping
Fyri fyrstu ferð er Statoil Kring
Føroyar skipað sum liðkapping, og
tí snýr tað seg ikki bara um, hvussu
væl tað gongst teimum einstøku, tí
nú ræður eisini um at fáa hinar á
liðnum við sær. Tí kann roknast við
nógv meira taktikki hesa ferð, enn
vit hava sæð undanfarin ár í Føroya
harðastu ítróttarkapping.
Skipanin er tann sama, sum vit
kenna frá landavegssúkkling í
oyggjaleikahøpi, at tríggir eru á
hvørjum liði, og hvønn dag eru tað
úrslitini hjá teimum báðum
fremstu, ið telja, meðan úrslitið hjá
tí triðja fellur burtur í liðkappingini.
Hinvegin skulu allir tríggir
gjøgnumføra, fyri at liðúrslitið skal
telja við.
Av tí at Troels Toftager Nielsen
súkklar sum einstaklingur og ikki er
við á nøkrum liði, var tað millum
teir næstu súkklararnar aftan fyri
hann, at tann stóra kappingin var í
so máta. Og so fáa vit at síggja, um
liðini megna at fáa sínar bestu fram
um danska A-súkklaran, tá avtornar.
Fýra sekund á muni
Ikki kann sigast annað, enn at
spenningurin í liðkappingini er
stórur frá fyrstu løtu, tí har eru bara
fýra sekund á muni millum
íslendska liðið HFR Team og
føroyska Team GTG, sum síggja út
til at verða tey, ið fara at kappast
harðast har frammi í liðkappingini,
kanska við íslendska Team
Hjólamenn aftur at sær.
Frontfigurarnir á teimum báðum
fremstu liðunum eru ávikavist
Hafsteinn Ægir Geirsson, ið hevur
vunnið Statoil Kring Føroyar síðstu
fýra árini, og Torkil Veyhe, sum bæði
í fjør og í fyrraárið bjóðaði
íslendinginum sera væl av.
Nú 115 kilometra langi teinurin í
Eysturoynni er á skránni í dag, fæst
so at síggja, hvussu væl teir fáa lið
síni at arbeiða og hvussu taktiska
kappingin verður.
Teinurin í dag byrjar við
Statoilstøðina í Gundadali, og
síðani verður súkklað umvegis
Kaldbakstunnilin og
Norðskálatunnilin til Selatraðar og
síðani til Runavíkar, har vent verður
í rundkoyringini og súkklað á mál
við Statoilstøðina í Saltangará.
Væntandi kemur vinnarin á mál
nakað eftir klokkan 17 – men tað
velst alt um taktikk, veðurlíkindi og
alt møguligt annað…
Teir níggju súkklararnir á trimum teimum fremstu liðunum – HFR Team, Team GTG og Team Hjólamenn
– royndu at kroysta seg upp á sigurspallin eftir prologin í Klaksvík í gjárkvøldið
Mynd: Bergur Ingemarsson Johansen
Veruliga
góðir
Prologurin í Klaksvík
í gjárkvøldið
staðfesti, at teir báðir
súkklararnir, sum hava
verið fremstir í Statoil
Kring Føroyar síðstu
tvey árini, veruliga eru
góðir
SÚKKLING
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hafsteinn Ægir Geirsson hevur
verið marran hjá føroysku
súkklarunum síðstu fýra árini.
Fyrst mátti Gunnar Dahl-Olsen
livað við at vera beint aftan
fyri hann tvær ferðir, og síðani
hevur tann luturin verið hjá
Torkili Veyhe síðstu tvey árini.
Men skulu vit taka úrslitið
av prologinum í Klaksvík fyri
fult, hevur kappingin fingið
eina nýggja marru í nýggja
danska súkklaranum, Troels
Toftager Nielsen, sum er við
fyri fyrstu ferð. Hann er A-
súkklari og sostatt millum teir
bestu, sum kappast í Danmark.
Og hóast munurin til nummar
tvey bara var átta sekund, var
hann sannførandi í
einkultstartinum í Klaksvík.
Um hugt verður burtur frá
vandanum fyri, at Troels fer at
gera bæði Torkili og Hafsteinni
lívið súrt hesa ferð, hóast hann
er einstaklingur ímóti
tveimum liðum, so var avrikið
hjá teimum í gjárkvøldið
samstundis ein staðfesting av,
at teir veruliga eru góðir. Tað,
at teir megna at geva einum
donskum A-súkklara kapping
til strikuna, sigur ikki so lítið!
Statoil Kring Føroyar er á
ongan hátt ein
lættisoppakapping, men
snøgt sagt Føroya harðasta
ítróttarkapping, tí súkklararnir
náðileyst skulu stríða seg
ígjøgnum tilsamans 332
kilometrar í fimm dagar.
Samlaði teinurin svarar til ein
tíggjundapart av Tour de
France, sum gongur yvir 23
dagar, so her krevst nógv orka
og stórt yvirskot, bara fyri at
gjøgnumføra.
Sekundini gjørdu
munin