Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 134 - 16. juli 2009 - har hittini hittast FESTIVALTÍÐINDI við Ragnhild Ellingsgaard Argandi, erlig og stuttlig løg verða á skránni, tá framfýsni bólkurin Grand­ ma’s Basement koma á pallin hjá Summar Festi­ valinum Grandma’s Basement er ein tón­ leika bólkur úr Klaksvík. Teir hava nøk ur fá ár á baki, men hava langt síða ni gjørt vart við seg við løgum sum ”Bangna Beistið”, ”Minnini”, ”Dan s urin” og ikki minst ”Getze”. Hetta er popprokkur við einum serligum tvisti av humori og syng­ ja teir við einum skálkabrosi um nakað av tí, teir uppliva í ger­ andis degnum. Sum fleiri uttan iva minnast spæl di Grandma’s Basement eisi­ ni á Summar Festivalinum í fjør. Tann framførslan eydnaðist so mik ið væl, at fyrireikararnir nú hava sent boð eftir bólkinum um at spæla aftur í ár. Tíbetur fyri øll, sum ætla sær á Summar Festival, blunkaðu teir ikki við og søgdu ja. Eftir er so bert at gleða seg til eitt sindur av dreingjarumpusligum tón um, sum vit bæði kenna frá undan farnum framførslum og lon gu innspældum løgum. Festivalar og ævintýr líkjast eitt sindur. Í øllum før um í Silvalandinum, har børn sleppa at hugna sær og hava tað stuttligt, með an foreldrini taka sær av løttum eina løtu Festivallív Ragnhild Ellingsgaard Størsta familjulandið í Føroyum bjóðar tær í 2009 vælkomnan á økið við indianarum, einum góð­ gætis húsið, túnafótbólti og nógv­ um øðrum stuttligum tingum. Við eini størri og nógv meira fjøl­ broytt ari skrá er ætlanin at gera Silva land hugnaligari enn nakran­ tíð fyrr og er einasta endamálið við hesum at gera festivalbørnini glað. ­ Vit fara at gera deiliga økið mitt í býnum um til eitt lítið ævin­ týr land, har bæði børn og vaksin sleppa at gloyma gerandisdagin eina løtu saman við fólki, sum øll hava goymt spæligleðina í hjarta­ num, fortelur Finn Johannsensen, sum er ein av samskiparunum á Silva landinum. Millum øll fólkini í ævin týr­ landi num kanst tú millum annað hitta besta evropeiska andlits­ mála r an Pailette, sum annars ferðast runt í øllum heiminum. Hon kemur at mála børnini við skapandi hugflogi og stuttligum lit um, meðan tann best umtókti gykl ar in í danska ríkinum, Pegani, kemur at undirhalda bæði á Silva­ palli num og eisini millum fólk­ ini. Á Silvapallinum kanst tú eisini royna breakdance, fimleik, kapp­ ast í kareoke og ikki minst uppliva TNT; bólkurin, sum byrjaði í Húsi num og sum longu nú hevur ferðast runt landið við stuttligum fram førslum. Um hetta ikki er nóg mikið, so ber eisini til sjálvur at sleppa upp í part, tá skipað verður fyri stórari skattaveiðu, har atgongd er noktað foreldr um. Ístaðin fær hvør barnið ein seðil við navni og tele fon­ numm ar hjá foreldrunum – og so verð ur annars fari avstað við um leið 100 børnum. Eisini kanst tú leita tær inn í Góðgætishúsið, sum í ár verður gjørt munandi stø rri enn seinasta ár ella royna teg sum ein rættan gullgravara og síla rennandi sand við vónini um at finna okkurt blankt, sum kann gera teg festivalríkan. ­ Sum nakað heilt nýtt fara vit eisini at hava kvøldsetir við felags san gi og øðrum fyri børn. Hetta eru vit ordiliga spent til at slep pa at royna, leggur Finn Johanne sen afturat og greiðir frá, at tað ikki bara fara at henda spen­ n a ndi ting á sjálvum Silvalandinum. ­ Vit fara eisini at gera heilt nógv burturúr kampingplássið beint við festivaløkið. Her fara vit m.a. at hava eitt stórt uppruna tipi­tjald frá Sámalandið stand an­ di, har fólk kunnu keypa sær mat, meðan børnini og tey ungu fáa møgu leika til at rógva í smáum joll um á vágni, sigur Finn. Á vágni verður harumframt eisini skip­ að fyri vatnítrótti av yms um slag og kanst tú so leið is saman t vinna tónleikaligar upp liv ing ar við adrenalinkick av besta slag. ­ Abso lutt nakað, sum øll áttu at roynt í minsta lagi eina ferð, sigur Finn Johannesen at enda. Kjallarabólkur á festivalpall Dreingjarumpurnar í Grandma’s Basement verða aftur at hoyra á Summar Festivalinum í ár Silvaland á Summar Festivalinum: - Føroya størsta og besta familjuland Túnatos Gunn Weihe Reinert er 27 ára gomul, lesandi og annars kend sum ein stutt ligur bloggari við hvøss um penni. Hon hev­ ur verið á Summar Festi­ val eina ferð... 1. Fert tú á SF í ár? Nei. Tíverri. Tað plagar altíð at vera eitt “kanskaa”, men í ár verði eg stødd uttanlands. 2. Hvør hevur verið besta konsertin nakrantíð á SF? Konsertin hjá Rodger Hodg­ son í 2006 liggur í toppinum. Hatta var árið við øllum mjørka num og konsertir vóru roker að ar aftur og framm ella av lýst ar. Konsertin hjá Hodg son kom at liggja tíðliga um morg­ un in, tað var farið at lýs na og stemningurin var ama z ing. Somuleiðis var sjálv kon sert in. Náhja, og ikki at gloyma F. R. David, tá hann spældi Words fyri 8 ferð. 3. Svevur tú í tjaldi ella ordiligari song á SF? Song. Í Klaksvík. Mær dám ar ikki at føla blóðið renna om a n í høvdið, meðan eg sovi.. Og tað ger tað eisini, viss man vendir sær hinvegin, eg svørji!.. 4. Hevur tú nakrantíð skora á SF? Uha, nei. Oddsini fyri, at tað er ein klaksvíkingur, eru alt ov stór. 5. Hvør hevur verið tín løgnasta uppliving á SF? Festivalar eru totalt fyri Gunn ir. Man gongur runt og hev ur tað feitt og hoyrir feitan tón leik. Og um morgnarnar/ fyrra part arnar, tá man sær út sum sórit, kettan hostar upp – so goymir man seg bara aftan­ fyri einar monster sólbrillur og sumpar runt millum fólk og tón­ leik í tí herligu atmosferini. Tað hevur man lov til, tí tað ger man á festivalum. Tað gekk eg eisini út frá var gald an di á SF. Mmm. So eg fór vassandi í allari míni sumputheit. Waaa... So líðandi kom eg til at kenna meg sum heim s ins mest malplaseraða mennisk ja. Fólk vóru í teirra fín as ta sunnudagspussi, tón leik­ ur lovprísti himmalinum og har var í hvussu so er eing in við sólbrillum. Beint tá eg fór skramblandi gjøg n um eitt runudýki sá eg, hvus su einkultar sólglæmur kleim du seg gjøgnum skýggini og lýstu hitandi á øll tey vøkru pør ini, sum gingu túr við barna vognum. Næstu ferð skal eg minnast til at bíða nakrar tímar, áðr enn eg fari út at sumpa...