Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 134 - 16. juli 2009 17 tíðindi Sunnudagin letur Tróndur Patursson upp listaframsýning á skipasmiðjuni í Havn, og hann sýnir fram bæði glaslist og málningar. Hann arbeiðir nú við fleiri nýggjum litum List Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Seinastu árini hevur Trónd­ ur Patursson ikki havt nakra listaframsýning í Føroyum, men nú er hann aftur við eini stórari framsýning. Sunnudagin letur fram­ sýn ing hansara upp á skipa­ smiðjuni í Havn, har fleiri listafólk hava arbeiðshøli. ­ Hølini eru serstakiliga væl egna til mína fram­ sýnøing, tí tey eru so stór, og tað ber til at fara langt frá listaverkunum, sigur Tróndur Patursson. Til framsýningian eru hølini býtt upp í fleiri rúm, tí ikki bar til at hava glas­ verkini í sma rúmi sum málningarnar. Hevði hann hongt glasverkini í vind­ eyg uni, høvdu tey skuggað fyri teim stóru málning­ inum. Eitt eyðkenni fyri verkini hjá Tróndi Paturssyni tey seinastu árini hevur verið tann blái liturin og tað bláa ljósið. Bláu verkini hava fingið eitt rúm fyri seg, men glas­ verk ini eru eisini í øðrum rúm um, við tað at Tróndur Patursson er farin at arbeiða meira við øðrum litum eisini. Sjáldsamur litur Serliga fegin er hann um ein grønan lit, sum hann fann í einum handli í París fyri nógvum árum síðan. Í nøkur ár hevur hann leitað aftur eftir hesum litunum, og fyri ikki so langari tíð síðan fann hann henda avísa grøna litin aftur. Liturin er annars útgingin. Hann arbeiðir annars við fleiri øðrum litum, sum gjørd ir eru úr ymiskum til­ fari. Tróndur Patursson er ein sera virkin listamaður, sum hevur framsýningar í fleiri londum. Til Russlands Í heyst fer hann til Hvíta­ havið, har byggast skal ein granskingarmiðstøð. Trónd­ ur Patursson var fyri nøkr­ um árum síðan í Skt. Pætursborg og sýndi fram. Tá hevði hann gjørt ein hval, og nú er hann biðin um at gera ein hvítan hval til nýggju russisku gransk­ ingarmiðstøðina, tí hvalurin verður teirra búmerki. Annars arbeiðir hann við at gera ein glasmálning til ein skúla í Danmark. Framsýningin hjá Tróndi Paturssyni heldur fram til hálvan august. Tróndur við nýggjum litum Matiné verður í Havnar kirkju leygardagin 18. juli kl. 11.30. Tónleikur fyri klaver, sello og gittar. Jósef H. Olsen, sum júst hevur lokið lesna á Miðnám í musikkskúlanum spælir tónleik av Chopin og Bartok á klaver. Kristina á Váli spælir sellosuitu av J. S. Bach og Dávur Davidsen spælir tónleik av Bach og Cardassi á gittar. Eisini fara Jósef og Kristina at spæla onkur kend stykkir fyri cello og klaver. Trentemøller skrivar autografar Áðrenn Trentemøller fer á pall við Múrin í dag, skrivar hann autografar á ungdómsdeild Eiks, har tiltak verður. Tiltakið byrjar klokkan 15 við vitjan av Trentemøller, sum skrivar autografar. Eisini verður tónleikur á altanini, har eitt nú Linda Andrews fer at syngja. Eisini luta tey burtur eitt backstage­pass, til at hitta Anna David. Kappingin og burturlutingin verða á staðnum. Aftaná ber til at ganga niðan í Gundadal, har bussar koyra beinleiðis til festivaløkið. Trentemøller hevur júst framført á Roskilde Festivalinum og fingið góð ummæli frá TV2 og Politiken. Tróndur Patursson er farin at arbeiða við fleiri øðrum litum Mynd: Beinta Haraldsen Feðgarnir Tróndur og Brandur Patursson eru báðir listamenn, og tá ið annasr skal heingja eina framsýning upp, hjálpir hin til Mynd: Beinta Patursson