hósdagur 16. juli 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 134 - 16. juli 2009
Av sínum eintingum
er myndahøggarin
Andreas Andreasen
farin undir at gera
standmynd av Høgna
Hoydal
List
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Týsdagin var Høgni Hoydal
í serligum ørindum á skipa
smiðjuni í Havn.
Hann hevði avtalað við
myndahøggaran
Andreas
Andreasen um at koma og
sita modell henda dagin í
ein tím. Hetta var annar
tímin, og hann kann vænta
at skulu sita soleiðis í sam
anlagt 10 til 15 tímar, tí so
nógva tíð skal litamaúrin
hava fyri at kunna gera eina
standmynd.
Andreas Andreasen bað
sjálvur Høgna Hoydal um
at kunna gera eina stand
mynd, og Høgni Hoydal
játtaði beinanvegin. Tað var
júst, sum Andreas Andresen
fyri tveimum árum síðan
gjørdi standmynd av Tor
bjørn Jacobsen, og Høgni
Hoy dal ein dag var til stað
ar, meðan partamaðurin sat
modell.
Andreas Andreasen held
ur, at tað er stuttligt at gera
standmynd av Høgna Hoy
dal líka sum tað var at gera
standmyndina av hinum
manninum, tí báðir hava
flottan profil.
Gjørt fleiri
standmyndir
– Tað er av tilvild, at eg geri
standmynd
av
tveimum
tjóð veldismonnum. Eg havi
gjørt standmyndir av fleiri
øðrum fólk sum eitt nu
Janusi Kamban, Amariel
Norð oy og Regin Dahl,
sigur Andreas Andreasen.
Hann sigur, at hann
onkuntíð hevur gjørt stand
myndir av børnum, men tað
er ein torfør uppgáva, tí
børn orka ikki at sita still so
leingi.
Høgni Hoydal heldur tað
vera stuttligt at sita modell
hjá Andreasi Andreasen.
Tað gevur honum gott innlit
í, hvussu listafólk arbeiða.
Standmyndin av Høgna
Hoydal er ikki seld, og
skoyt ir Høgni Hoydal um
hana, so fær hann hana til
keyps.
So langt havi eg ikki
hugs að, sigur Høgni Hoy
dal, sum ongan ótta ber
fyri, at hann verður mis
nøgd ur við úrslitið. Hann
hevur sæð onnur verk hjá
Andreasi Andreasen
og
hev ur dámt tey væl.
Hann er ein stórur
mynd høggari, sigur Høgni
Hoydal.
Høgni situr modell
Petti duttu av rúmdarferjuni
Nøkur petti duttu av amerikonsku rúmdarferjuni Endeavour, tá hon bleiv
skotin út í rúmdina í gjárkvøldið, men sambært rúmdarumsitingini
NASA elvir tað ikki til nakran ótta har. NASA sigur tó, at ferjan verður
kannað gjølla, áðrenn hon kemur aftur. Bill Gerstenmaier hjá NASA
sigur við amerikanskar fjølmiðlar, at tey vita ikki við vissu, hvat tað var,
sum datt av ferjuni, men at talan kann vera um íspetti ella petti av
bjálvingini. Hann sigur, at pettini duttu av Endeavour einar tveir
minuttir, eftir at ferjan var farin uppfrá. Fyri seks árum síðani sprongdist
rúmdarferjan Columbia, tí petti av bjálvingini duttu av undir
útskjótingini. Øll tey sjey umborð doyðu.
Selja grønlendskan ís
Gongst sum ætlað sleppa fólk í Kanada skjótt at drekka
vatn úr grønlendskum innlandsísi. Grønlendska blaðið
AG skrivar, at landsstýrið hevur givið kanadiska
felagnum Iceberg Canada Corporation loyvi til at
høggja innlandsís nærhendis Narsaq og Nuuk. Tá ísurin
er bráðnaður, verður vatnið latið í fløskur og selt sum
drekkivatn í handlunum í Kanada. Iceberg Canada
Corporation selir sum er drekkivatn av ísi úr Ný
Funnalandi, men felagið heldur, at nógvir kanadiumenn
vilja sleppa at royna okkurt meiri spennandi so sum
vatn av grønlendska innlandsísinum.
Listamaðurin Tor
bjørn Olsen droymir
um at sleppa at
gera ein málning av
fyrrverandi skipa
smiðju stjóranum
Poul Mohr, men Poul
Mohr hevur lítlan hug
at spæla við
List
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Torbjørn Olsen telist mill
um teir listamenn, sum hava
arbeiðshøli á skipasmiðjuni
í Havn.
Í hølunum hevur hann
liggjandi byrjanina upp á
eina skitsu, og hann vóna
ein dag at kunna fullføra
ætlaða málningin út frá
skitsuni.
Men illa gogdur at fáa
skitsuna gjørda lidna.
Tað byrjaði við, at Poul
Mohr ein dag kom inn á
gólvið, og eg bað hann seta
seg niður, tí eg vildi gera
eina skitsu av honum. Hann
seti seg niður, men sat bara
eitt korter, tí hann tímdi
ikki meira, sigur Torbjørn
Olsen.
Hann hevur spurt Poul
Mohr um at koma aftur,
men Poul Mohr hevur verið
trekur, tí hann heldur tað
ikki vera neyðugt at mála
seg.
Tað er Torbjørn Olsen
harm ur um.
Poul Mohr er so
karikaristiskur, og hann er
eitt kent andlit. Tí átti ein
málningur at verið gjørdur
av
honum,
sigur
Poul
Mohr.
Men Poul Mohr er ikki
samdur.
Eg eri einki at mála,
sigur hann.
Poul Mohr er trekur
Høgni Hoydal situr tolin
sum modell hjá Andreasi
Andreasen
Mynd: Beinta Haraldsen
Skitsan hjá Torbjørn
Olsen stendur í
hálvum gekki
Mynd: Beinta Haraldsen