hósdagur 16. juli 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 134 - 16. juli 2009
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Lisa Julina Johansen,
fødd Jacobsen, ættað úr
Hósvík,
búsitandi
í
Brøndby Strand, andað
ist á Herlev sjúkrahúsi
leygardagin 11. juli, 78
ára gomul. Jarðarferðin
verður mikudagin 22.
juli frá Brøndby Vester
Kirkju kl. 13
Flemming Holm, ættað
ur úr Prestgarði í Hval
ba, andaðist í Reykjavík
9. juli, 81 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr
Gravvágs kirkju 22. juli
klokkan 13.
Anna Cathrina Blå
svær ættað úr Norðra
gøtu, búsitandi í Dan
mark andaðist leygar
dagin, 91 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr
Munkebo kirkju fríggja
dagin 17. juli kl. 14.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
16. juli. Súsanna. Í apokrýfisku bókunum verður sagt
frá, at Súsanna, kona Jójakims í Bábel, varð løgd undir
ótrúskap, men varð bjargað av profetinum Dánjali.
Súsonnuvísa varð kvøðin í brúardansi í Føroyum.
Navnið er hebráiskt og merkir lilja.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Leygardagin 18 juli rundar
Edna Niclasen í Sørvági
tey seksti.
Edna er fødd og upp
vaksin í Nólsoy, dóttir Gun
hild og Jákup Joensen, bæði
úr Nólsoy. Edna og tey eru
átta systkin, tveir beiggjar
og seks systrar.
Edna gekk í barnaskúla í
Nólsoy, og eftir barnaskúlan
fór hon til Havnar, sum so
mangur tá ið tíðini í hús
pláss.
Um kvøldarnar gekk hon
í Handilsskúla, og eftir lokn
an handilskúla var hon eina
tíð á skrivstovuni hjá Valde
mar Lützen, harnæst gekk
leiðin til Danmarkar at
arbeiða og á háskúla í Nørre
Nissum, áðrenn leiðin gekk
heim aftur til Føroyar. Í løt
uni arbeiðir Edna á flogvøll
inum við reingerð og trygd
areftirliti (Security).
Í tey 30 árini ið hon hevur
búleikast í Sørvági hevur
hon undirvíst í kvøldskúlan
um í hondarbeiði, og er hon
virkin innan fyri so at siga
alt handaligt arbeiði. Tað
eru mong pløgg til tann før
oyskan búnan, hon hevur
gjørt.
Urtagarðsarbeiðið hevur
hennara stóra áhuga, og
sæst tað aftur í tí avbera
vakra urtagarðinum uttan
um heim hennara í Sørvági.
Edna hevur altíð teknað og
havt hug til eisini at mála.
Nú gongur hon so á kvøld
skúla at læra at mála, og bíð
að verður við spenningi upp
á, hvat tað kann føra til.
Edna er gift við Finnboga
Niclasen av Tvøroyri, og
eiga tey trý børn og átta
ommu og abbabørn.
Opið hús verður leygar
dagin 18. juli í heiminum í
Gerðinum 17 í Sørvági frá
kl.13 – 20, har øll eru hjarta
liga vælkomin.
-red
Edna Niclasen 60 ár
Edna saman við ommubørnunum
Anna Hansen
Ballerup
ættað úr Hoyvík
einkja eftir Jógvan S. Hansen,
ættaður úr Vátutoft, Klaksvík
andaðist 10. juli, 91 ára gomul.
Jarðarferðin verður fríggjadagin 17. juli kl. 12.30
úr Skovvejens kirke, 2750 Ballerup.
Vegna familjuna
Sigurd Simonsen, Hoyvík
Tað er í dag, hósdagin 16.
juli kl 16.00, at listakvinnan
Jan Pattison letur upp ein
listaframsýning í Smiðjuni
í Lítluvík. Hon sýnir fram
oljumálningar
við
myndevnum úr Føroyum.
Jan er ættað úr lítlu
skotsku bygdini Lugar, og
hon býr í Kilmaurs á vestur
síðuni á Skotlandi. Hóast
hon ikki er føroysk, hevur
hon tó sterk bond til Føroya.
Maður hennara Peter er
hálvur føroyingur, og tí
hava tey altíð ferðast nógv
til Føroya. Peter er sonur
Poulinu Pattison, f. Toftum,
ið møtti enskum hermanni
undir krígnum, sum hon
giftist við. Seinni fluttu tey
til Skotlands, har Peter og
báðir brøðurnir vuksu upp.
Jan tók prógv sum listamál
ari á kenda listaskúlanum
Glasgow School of Art í
1973, eftir fýra ára útbúgving
Jan og maðurin hava rikið
eina sniðgávu og fram
leiðslufyritøku, sum fram
leiðir handtaskur og tilhoyr
úr leðri. Jan hevur arbeitt í
30 ár sum sniðgevi í fyri
tøkuni. Seinastu árini hava
tey minkað um fyritøkuna,
og tískil hevur Jan meira
stundir at mála. Jan hevur
ferðast ofta til Føroya, síðan
hon møtti manninum, t.e. í
eini 40 ár. Fyri trimum árum
síðan keyptu hon og maðurin
hús á Eiði, og nú liggur væl
fyri hjá Jan at mála.
Hon er hugtikin av før
oyska landslagnum, og tað
sæst aftur í myndunum.
Hon velur sær helst mynd
evni úr føroysku náttúruni
ella av bygdarløgum. Hon
hevur sín egna stíl, og tað,
ið fangar við málningum
hennara, eru serligu litirnir,
ið hon nýtir til at lýsa og
endurspegla
ljósbrigdini
við. Myndevnini eru ymsa
staðni úr Føroyum. Maðurin
Peter er ágrýtin fotografur,
og á framsýningini sýnir
hann fram nakrar av pan
oramamyndum sínum av
landsløgum.
Í dag er framsýningin
opin frá kl. 16 – 18. Frá 17.
til og við 21. juli verður
opið frá kl. 12 til 18, og
mikudagin 22. juli verður
opið frá kl. 1014.
Meira fæst at vita um Jan
Pattison á www.janpattison.
co.uk -red
Pattison í Smiðjuni
Jan Pattison við einum av sínum málningum
Tíðindaskriv
Til tey sum ætla sær at
selja
vøru
uttan
fyri
vanliga handilin sum t.d. á
festivalum
ella
keypsstevnum, leiga vit
tráðleysar kortterminalar
til nógv ymisk endamál,
sigur Martin Brodersen
frá Wellness á Áarvegi 4 í
Havn, sum leggur afturat
at hetta kann verða ein
fyrimunur
bæði
hjá
teimum sum selja og
keypa. Øll eru vælkomin
at seta seg í samband við
okkum á wellnes.fo í
hesum sambandi.
Terminalar til keyps
stevnur og festivalar