Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindi Nr. 134 - 16. juli 2009 Í gjárkvøldið kom nýggja tyrlan hjá Atlantic Airways í Vágar. Hon varð keypt í fjør og hevur verið í vinnu í útheiminum síðani tá. Hetta er fyrstu ferð, at nýggja tyrlan hevur verið í Vágum. Tyrla Jan Müller jan@sosialurin.fo Magni Arge, stjóri sigur, at nú hon hevur havt uppgávur í frálandavinnuna í okkara grannalag varð avgjørt at taka hana heim eisini. Hon hevði júst flutt manning av seismikkskipi í bretskum sjógvi til Skotlands. Tyrlan, sum er av slagnum Au­ gustaWestland, hevur hetta seinasta árið verið í vinnu í Italia, Danmark og Bret­ landi. AW 139 tyrlan telist millum tær mest framkomnu yvirhøvur. Farið varð undir framleiðsluna fyri fáum árum síðani. Tyrlan hjá Atlantic Airways var numm­ ar 129 í røðini. Nógv verður spurt eftir hesum slagnum av tyrlum, og verksmiðjan hevur fulla ordrabók til 2011. AW 139 er sera væl umtókt í frálandavinnuni. Fleiri oljufeløg eru farin at seta strangari krøv til tyrlu­ flutning. AW 139 er millum tær tyrlurnar, sum feløgini viðurkenna, tí hon hevur so stóra motororku og gott pláss umborð. Tyrlan flytur 15 ferðafólk, men í frálanda­ vinnuni verða sum oftast flogið við 12 fólkum í senn. AW 139 er eisini væl umtókt sum bjargingartyrla. Tyrlan er rúmlig at arbeiða í, hevur stóra motororku og flýgur skjótt og langt. Í Bretlandi, Írlandi og Noregi eru gjørdir fleiri sáttmálar um at nýta AW 139 tyrlur til leiting og bjarging. Ætlanin var at tyrlan skuldi hava støð í Vágum í summar í sambandi við boringina hjá ENI. Nú er hon so útsett til í várs. Magni Arge sigur, at teir fara nú helst at royna tyrl­ una í innanlanda flúgving­ ini í nakrar dagar fyri at vita, hvussu hon roynist her. Arbeitt verður annars við at fáa tyrluni sáttmála aftur. Nýggja AA-tyrlan komin heim á Hotel Føroyum 17. - 18. oktober Sølan av økjum byrjar 3. juli kl. 9.00 avmarkað pláss til framsýnarar Are you ready? Lívsstílsstevnan 2009 - special Úr einans: 5.200 kr. + mvg Tak faldara niður á www.synergi.fo Stílreina og hugnaliga innrættingin á Hotel Føroyum verður lekri karmurin um Lívsstílsstevnuna í 2009. Les meira á www.synergi.fo ella ring 322355 Manningin á nýggju tyrluni er føroysk Her nýggja tyrlan saman við eini av ”gomlu” tyrlunum hjá Atlantic Airways.