Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 134 - 16. juli 2009 Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðar­ floksins, staðfestir, at tað verður í kvøld ella tíðliga í morgin, at løgmaður fær at vita, hvønn javnaðar­ flokkurin vil hava til heilsumálaráðharra Politikkur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Tað hevur verið gitt dúgliga, hvør verður landsstýrisfólk við heilsumálum. Bæði Dimmalætting og Sosialur­ in gittu í gjár, at tað verður antin Aksel Johannesen ella Eyðgunn Samuelsen. Har­ umframt var Katrin Dahl Jakob­sen nevnd sum eitt gott b­oð í Sosialinum. Aksel Johannesen sigur í morgun, at hann ikki vænt­ ar, at tað verður hann sjálv­ ur. Og Eyðgunn Samuelsen vil ikki siga nakað sum helst. Jóannes Eidesgaard, for­ maður Javnaðarfloksins, vil ikki siga nakað í morgun. ­ Tit gittu í gjár, og tað kunnu tit b­ara halda fram at gera, sigur Jóannes Eides­ gaard. Hann greiðir tó frá, at klokkan 16 í dag fer Javnað­ arflokkurin á fund um málið, eftir at tey vóru kom­ in rættiliga langt í gjár. ­ Tað eru enn nøkur ting, ið skulu fáast upp á pláss, men tað verður seint í kvøld, ella tíðliga í morgin, at eg fari at b­oða løgmanni frá, hvønn flokkurin peikar á, staðfestir hann. Formaðurin sigur onki Jóannes Eidesgaard er ann­ ars púra kúrrur í morgun. Er nakað hald í giting­ unum hjá b­løðunum í gjár? ­ Tit halda b­ara fram at gita. Dimma hevði ein topp 10 lista yvir, sum hevði tey 10 við mest atkvøðum. Verður hesin nýttur? ­ Tað sigi eg onki um. Kanst tú siga, um tað verður ein í tingmanningini ella onkur annar? ­ Nei. Kanst tú so siga, hvat kyn tað verður? ­ Nei. Tað kann eg heldur ikki, staðfestir Jóannes Eidesgaard. Men tað skilst, at John Johannesen, sum Sosialurin skrivaði um ein outsidara til sessin, nú er meiri inni í hitanum. Hetta vil tí siga, at tað ikki verður fyrr enn seint í kvøld ella tíðliga í morgin, at nýtt landsstýrisfólk verð­ ur valt, sum Kaj Leo Johann­ esen, løgmaður, síðan setir í starv. Viðkomandi, ið verð­ ur valdur sleppur í øllum førum í ein heitan sess at umsita nógvan pening. Í oddagreinini í Sosial­ inum í dag verður eisini tosað um eina umskipan í flokkinum. Landsstýrisfólk finnast í kvøld Hetta vóru boðini, sum løgreglan gav kafeini Mica í miðbýnum í Havn, bæði fríggja­ og leygardagin, tí ov nógvur larmur var av konsertum. – Eg skilji væl, at hetta órógvar grannarnar, men tað er bara øgiliga keðiligt, tí tað hevur riggað so væl, sigur Hans Michael Hansen, eigari larmur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Mica í miðb­ýnum hevur nakrar ferðir skipað fyri konsertum á terassuni. Men nú er eftir øllum at døma næstan liðugt við hesum. Ikki færri enn tvær ferðir skipaði kafein fyri konsertum á terassuni, og ikki færri enn tvær ferðir varð kafein meldað. ­ Vit vórðu meldaði fyri larm. Fríggjakvøldið høvdu vit konsert, og b­rádliga stóð løgreglan har. Leygarkvøldið var støðan tann sama. Eg haldi hetta sjálvandi vera keðiligt. Men eg skilji b­æði grannar og politistar væl. Sjálvandi skulu fólk sleppa at sova, og løgreglan ger b­ara sítt arb­eiði. Men tað er keðiligt, tá tað nú gekk so væl, sigur eigarin av kafeini. Gevast við konsertum Hans Michael Hansen greiðir frá, at tað ikki var nakað stríð, og at kafein b­ara fekk eina átalu og b­oð um at dempa, men hann staðfestir eisini, at hetta helst merkir, at tað er liðugt við konsertum í Mica. ­ Tá mann fær løgregluna á kroppin hvørja ferð, so nyttar onki at b­líva við, so vit gevast b­ara at skipa fyri konsertum út. Vit sleppa tó at hava konsertir inni, men hølini eru so lítil, at tað ikki verður tað sama. Ikki larma úti Í kvøld avgerð Javnaðarflokkurin, hvør fær helvtina av Almanna- og heilsumálaríkinum Kafein Mica varð tvær ferðir meldað um vikuskiftið, tí hon larmaði ov illa Dýnu-Larsen í arbeiðsrættin Jysk Sengetøjslager noktar at geva starvsfolkum sínum lønarhækkan í ár, og ta avgerðina hevur fakfelagið HK skotið inn fyri arb­eiðsrættin í Danmark. Starvsfólkini fingu í b­rævi frá leiðsluni at vita um avgerðina, og at orsøkin var fíggjarkreppan. Men fakfelagið heldur, at hetta er sattmálab­rot, tí samb­ært sáttmálanum hava starvsfólkini rætt til at samráðast um løn. Yvirskotið hjá Jysk Sengetøjslager í fjør var 254 mió. krónur. Jóngerð sett fyribyrgingarráðgevi Blái Krossur Føroya hevur sett 36 ára gomlu Jóngerð Nielsen, Vestmanna, í starv sum fyrib­yrgingarráðgeva. Jóngerð er útb­úgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur starvsroyndir innan ymisk økið. M.a. Er hon ikki ókend við arb­eiðsøkið hjá Bláa Krossi. Síðan hon var liðug sum sjúkrarøktarfrøðingur í 2001 hevur hon í tveimum umførum starvast sum avloysari á Blákrossheiminum. Harumframt hevur Jóngerð arb­eitt á Deild 1 á Landssjúkrahúsinum sum deildarleiðari í 4 ár. Seinasta árið hevur hon verið í farloyvisstarvi sum leiðari fyri b­arnaverndartænastuna í Vágum/Norðstreymi. Fyrib­yrgingarráðgevin stendur á odda fyri fyrib­yrgingararb­eiðinum hjá Bláa Krossi. Fyrib­yrgingararb­eiðið verður gjørt við undirvísing, kunning og upplýsing millum b­ørn, ung og vaksin. Verkætlanin ”Børn í vanda/tilvita foreldur” er ein partur av arb­eiðinum. Jóngerð Nielsen b­yrjar í starvinum 17. august.