Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. oktober 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 206 - 25. oktober 2001 Nr. 206 - 25. oktober 2001 3 ELDSBRUNI Ingrid Bjarnastein Týskvøldið klokkan 21.45 varð boðað frá eldsbruna í Lucas Debesargøtu í Havn. Eldurin kyknaði í lofts- hæddini. Eldur var komin í eina madrassu í einum spælikamarið. Tað gekk skjótt og væl at sløkkja eldin, sløkkiliðið og poli- tiið vóru skjót á staðnum, men stórur royk- og vatn- skaðið stóðst av eldsbrun- anum. Vakthavandi á politigarð- inum í Havn sigur, at or- søkin til eldin er ikki greið enn. Málið er nýtt og verð- ur kannað. SEV skal mill- um annað gera sínar van- ligu kanningar, og harvið kanna um alt var í lagi við streyminum. Madrassa elvdi til eldsbruna Skal kanna »ta reyðu gongustjørnuna« næstu tvey árini. Fyri fyrstu ferð síðani 1999 eydnaðist tað mikunáttina amerikansku rúmdarumsit- ingini NASA at fáa ein fylgisvein í ringrás um »ta reyðu gongustjørnuna« Mars. Nú verður so roynt at fáa ta ómannaða farið í ta røttu ringrásina. Seinastu dagarnar hava teknikararnir í NASA bíð- að í spenningi eftir, um tað fór at eydnast at fáa »Odyssey« kring Mars. Um fýra-tíðina gjáranáttina fingu teir tekin frá fylgi- sveininum, sum vístu, at hann sum ætlað hevði minkað ferðina og var farin inn í eina ringrás, ið er átøk einum eggi. Løtu seinni váttaði leiðslan í NASA, at tiltakið hevði eydnast. – Tað gleðir meg at kunna boða frá, at »Odyssey« er í ringrás um Mars, og at øll útgerðin virkar eftir ætlan, segði leiðarin fyri verkætlanini, Matt Landano. »Odyssey« vigar 1,7 tons og varð skotin út av Cape Canaveral í Florida tann 7. apríl í ár. Verkætlanin kost- ar um 300 milliónir amer- ikanskar dollarar, og farið skal eftir ætlanini leita eftir vatni og metallum á Mars, eins og tað skal kanna møguligar strálur tey næstu tvey árini. »Odyssey« skal ikki seta seg á Mars. »Odyssey« í ringrás um Mars Sløkkiliðsmenninir bóru skjótt at Mynd: Álvur Haraldsen Reuter - Talið á óútbúnum lærarum í fólkaskúlanum veksur munandi komandi árini. Hesir eru at finna á nógvum skúlum kring landið, bert á heilt fáum skúlum eru øll størvini mannað við óútbúnum lærarum, sigur Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari á Fólkaskúladeildini FÓLKASKÚLIN Turið Kjølbro Í fólkaskúlanum starvast í dag 708 lærarar kring land- ið. Her av eru 68, í mun til uml. 50 í fjør, ímillum teirra við ongari fólka- skúlalæraraútbúgving, ella góð 9 prosent. Hetta talið er høgt, og útlit eru til, at fyrstu komandi árini veksur talið munandi. – At 9 prosent av lærar- um ikki hava fólkaskúla- læraraútbúgving, er rætti- liga nógv. 60 ára-avtalan, sum var í gildi frá 1. august 1995 til 1. august 1999, sigur, at lærarar kundu fara frá við eftirløn 60 ára gaml- ir. Umframt hava hægri næmingatal og niðurskurð- irnir, ið eru komnir fyri ráð- legging, leiðslu, telduvørðir og annað, elvt til fleiri lær- arastørv, sigur Jenny Lyder- sen, undirvísingarleiðari á Fólkaskúladeildini í Mentamálastýrinum. Óútbúnu lærararnir eru at finna á nógvum skúlum kring landið, og bert á heilt fáum skúlum eru øll størv- ini mannað við óútbúnum lærarum. – Tað er ógvuliga trupult hjá óútbúnum lærara at hava einsamøllu ábygdina av einum skúla. Annars eru skúlarnir kring landið javnt raktir. Tó eru heilt fáir vik- arar í Suðuroynni. Í heildini rúgva hesi ikki nógv upp, tí talið á lærarum á flestu skúlum er høgt. Í ár hava vit sæð, at útbúnir lærarar í størri mun hava søkt størv úti á bygd, og á útoyggj- unum eru eisini lærarar við útbúgving. Sum heild eru vikararnir á teim størru skúlunum, sigur Jenny Lydersen. Betri útlit Í uppskotinum til fíggjar- løgtingslóg komandi ár er lagt upp fyri, at ein flokkur afturat byrjar á Læraraskúl- anum komandi ár. – Lagt er tí upp fyri, at tørvurin á lærarum skal nøktast, men tað vara nøkur ár fyrr enn tveir flokkar koma út av Læraraskúlan- um í senn. Umframt eru føroyingar sum nema lær- araútbúgving aðra staðni, sigur Jenny Lydersen. Spyrja vit undirvísingar- leiðaran, hvørjar avleiðing- ar tað hevur fyri dygdina og skúlaskapin, at so nógvir óútbúnir lærarar eru í før- oyska fólkaskúlanum, sigur hon, at tað kring landið ikki hevur so stóra ávirkan av tí, at meginparturin starvast á teim stóru skúlunum. – Tey, sum koma inn í fólkaskúlan at arbeiða styttri ella longri tíðarskeið, tæna fólkaskúlanum. Tey hava í flestu førum eina miðnámsútbúgving. Tey koma við íblástri aðra staðni frá og mangan eru tey góð til ávísar uppgávur og sosialt virksemi. Skúla- leiðslurnar royna eisini at leggja tað til rættis soleiðis, at hesi fáa avbjóðingar, sum svara til teirra førleika, men tað er tó ikki altíð, at tað ber til, serliga um hesi koma í starv miðskeiðis í einum skúlaári. – Fólkaskúlalógin setir stór krøv til lærarayrkið. Lærarar við læraraútbúgv- ing hava sjálvsagt serligan førleika at taka fyrilit fyri einstaka næminginum, undirvísa, leggja arbeiðið til rættis, ráðleggja og eftir- meta. Samstundis vita vit, at nógvir næmingar í fólka- skúlanum tørva serligan stuðul í undirvísingini. Til hesar uppgávurnar er tað neyðugt, at útbúgvið fólk er, sigur Jenny Lydersen. Tað hava altíð verið fólk, ið ikki hava læraraútbúgv- ing, sum hava starvast inn- an fólkaskúlan. Men í ring- astu kreppuárunum fyrst í nítiárunum broyttist støðan munandi, lærarastørv vórðu spard burtur, lærarar høvdu trupult við at finna størv um somu tíð sum læraraútbúgving varð tálm- að. Talið á óútbúnum lærar- um minkaði heilt nógv. Nú er gongdin vend av álvara. Í Danmark kunnu álvarsliga sjúk børn senda eitt ynski til Ynskigrunnin, sum síðani roynir at eftir- líka ynskið. Føroysk børn eru ikki umfat- að av grunninum, men tað vil Herdis Skorastein, sum býr í Danmark, broyta við hjálp frá øðrum føroyingum YNSKIGRUNNUR Turið Kjølbro Fyri tveimum árum síðani var ein Ynskigrunnur settur á stovn í Danmark. Hagar kunnu álvarsliga sjúk børn undir 18 ár senda eitt ynski, sum grunnurin roynir at ganga á møti. Grunnurin arbeiðir eftir amerikanskari fyrimynd. Sum er kunnu álvarsliga sjúk børn í Føroyum ikki senda ynski til grunnin, og tað heldur Herdis Skora- stein, sum býr í Ringsted, vera ógvuliga spell. – Orsøkin til, at føroysk børn ikki eru umfatað av grunninum, er, at so skal grunnurin eisini gjalda fyri ferð aftur og fram millum Føroyar og Danmark, um føroysku børnini hava ynski, sum ikki kann eftir- líkast í Føroyum. Og tað er jú ógvuliga dýrt at ferðast, sigur Herdis Skorastein. Herdis Skorastein, sum er ættað úr Leirvík, heitir tí á føroyingar um vera við til at stovna eitt felag ella eina undirdeild av danska Ynskigrunninum. – Eg vóni, at føroyingar taka undir við hugskotin- um. Føroyingar eru vanliga ógvuliga hjartagóðir og gávumildir, sigur hon. Orsøkin til, at Herdis Skorastein arbeiðir fyri hesi ætlanini, er, at hon sjálv sum ung genta var álvarsliga sjúk. Sum trettan ár gomul kom hon á sjúkrahús í Danmark við krabbameini í beininum, og beinið mátti takast. – Eg kendi meg avgjørt á jøvnum føti við hini børn- ini, sum lógu á sjúkrahúsin- um. Men tá ið tað snýr seg um Ynskigrunnin hava føroysk og donsk sjúk børn, sum liggja lið um lið á donskum sjúkrahúsi ikki javnbjóðis rætt at fáa eitt ynski eftirlíkað, mangan eitt seinasta ynski. Hesi eru ofta so sjúk, dagurin er einstáttaður við viðgerð og aftur viðgerð. Tey eru av- byrgd, burtur frá familju og vinum í langa tíð, og tí hava tey øll uppiborið at fáa eitt ynski eftirlíkað, sigur hon. Sum skilst á Herdis Skorastein er Ynskigrunn- urin sinnaður at samstarva við eitt føroysk felag ella eina undirdeild. Bíðitíðin kann gerast rættiliga long til ynskið er eftirlíkað. Ynskið, børnini kunnu fáa eftirlíkað, kostar grunninum í mesta lagi 20.000 krónur fyri hvørt barnið. – Limagjaldið til danska Ynskigrunnin er bara 100 krónur. Tað hava øll ráð at lata. Flest fólk kenna gleði við at gera nakað gott fyri ógvuliga sjúk og ólukkulig børn, sigur Herdis Skora- stein. Ynskigrunnurin hevur síðani í summar eftirlíkað fleiri ynski frá donskum børnum. Fyrsta ynskið var eitt ross til sjey ára gomlu Pernillu, sum hevur blóð- krabba. Í august fekk 5 ára gamla Cecilia, sum hevur sjáldsomu Evans Syndrom sjúkuna, eina teldu frá Ynskigrunninum. Í farna mánaði fekk 12 ára gamla Maria sítt hægsta ynski eftirlíkað. Tað var at hitta danska sjónleikaran Søren Pilmark. Um somu tíð fingu tvey systkin í Viborg, sum hava cystiska fibrosu, teirra ynski uppfylt. Gentan ynskti at vitja BonBon-land og drongurin ynskti eina teldu. Onnur ynski eru eis- ini eftirlíkað av danska Ynskigrunninum. Hevur nakar hug at seta seg í samband við Herdis Skorastein í hesum sam- bandi, ber til at ringja til hana á 004557675747. FLAGGDAGAR Turið Kjølbro Frá komandi ári verður flaggað frá landsins bygningum tveir dagar afturat, nevniliga 8. mars, sum er Altjóða kvinnudagur, og 24. okt- ober, sum er Dagur Sameindu Tjóða ella ST- dagur. Broytingin í kunngerðini um flagg- ing stendur í seinasta Kunngerðarblaði og er tískil komin í gildi. Nýggir flaggdagar 10. hvør lærari ikki útbúgving – Lagt er upp fyri, at tørvurin á lærarum skal nøktast, men tað vara nøkur ár fyrr enn tað hendir, sigur Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari á Fólkaskúladeildini Ynskigrunn til sjúk børn C M Y K 3 2