Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. oktober 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 206 - 25. oktober 2001 Nr. 206 - 25. oktober 2001 5 – Vit fingu ein skelk, tá ið vit hoyrdu, at tað nú er upp á tal at keypa Norrønu til Suðuroyarsiglingina, sigur Jógvan Krosslá, sum sat í nevndini ið fyrireikaði nýggja Smyril SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen – Tað verður undir ongum umstøðum góðtikið, at Norrøna verður keypt at røkja suðuroyarsiglingina. Jógvan Krosslá, borgar- stjóri í Vági, er púra av- gjørdur um nýggjasta út- spælið hjá Landsstýrinum viðvíkjandi suðuroyarsigl- ingini. Tað kom sum ein bumba í Suðuroynni, tá ið tað seinnapartin týsdagin frætt- ist, at Smyril Line hevði bjóðað Landsstýrinum at keypa Norrønu til suðuroy- arsiglingina fyri 115-130 milliónir. Men tá skuldi hon umvælast og gerast ístand so at hon kundi sigla í 10-15 ár afturat og hartil skuldi hon kunna sigla 21 míl. Umframt at vera borgar- stjóri í Vági, var Jógvan Krosslá eisini limur í nevndini, sum hevur fyri- reikað arbeiðið at byggja nýggja Smyril. Hann var valdur at umboða Suður- oynna, saman við borgar- stjóranum á Tvøroyri, sum tá var Dan Nielsen, men sum nú er Finnleif Gutte- sen. Vinnulívsmenninir, Heri Hjelm og Viberg Sørensen vóru hinir suður- oyingarnir í nevndini. – Vit, sum umboðaðu Suð- uroynna í fyrireikingar- nevndini, hava tosað saman og hjá okkum er ongin ivi: Vit vilja ikki síggja Nor- rønu. Tað eru vit fult og heilt samdir um, sigur Jógvan Krosslá. Hann sigur, at suðuroy- ingarnir, sum sótu í fyri- reikingarnevndini, fara at hava fund so skjótt sum gjørligt. Men niðurstøðan av tí fundinum er longu greið: Nevndin fer hvass- liga at mótmæla ætlanini at keypa Norrønu til Suðuroy- arsiglingina. Ikki egnað Jógvan Krosslá sigur, at Norrøna er als ikki egnað til Suðuroyasrsiglingina. Og atfinningarnar eru nógvar. – Norrøna er 28 ára gom- ul. At umvæla hana, er sum at seta ein »pacemakera« í ein gamlan mann, tí skipið verður ikki nýggjari fyri tað. Hann spyr, hvussu ofta Norrøna ikki fer at verða noydd at avlýsa, tí ellisbrek skulu umvælast. Og ellis- brek fáa øll skip javnan, ið eru so gomul. – Stjórin í Smyril Line hevur sjálvur, alment, kall- að hana eina gamla dangu, sum ikki kundi brúkast meiri. Hann vísir á, at ætlaði Smyril og Norrøna eru heilt hvør sítt skip, tí ætlaði Smyril er »skræddaraseym- aður« til suðuroyarsigling- ina burturav, har hvør smá- lutur er gjølliga gjøgnum- hugsaður. – Norrøna er nógv hægri enn tann nýggi Smyril, sum ætlanin er at byggja, og tí tekur hon nógv meiri vind á seg. – Men tað ringasta er, at Norrøna hevur kubbutt stevni, sum vit fyri alt í verðini vildu sleppa undan, tá ið vit fyrireikaðu nýggja Smyril. Tí er ætlaði Smyril so nógv betri í sjónum enn Norrøna er. Tað er klassa- munur á teimum báðum skipunum. – Norrøna er ótespulig at sigla við, tá ið tað er ímóti. Øll sum hava verið við Norrønu, ta ið ættin er ímóti, vita, hvussu ringt tað er, tí hon trampar so illa og tí er hon óbrúkilig til suður- oyarsiglingina. Jógvan Krosslá er sann- førdur um, at tað vera nógvir dagar, at Norrøna ikki sleppur inn í Suður- oynni fyri veður, í hvussu so er ikki vandaleyst. – Tað tori eg at standa inni fyri, sigur hann Hann minnir eisini á, at Norrøna hevur roynt seg í Suðuroyarsigling. Tað var á páskum fyri nøkrum árum síðani, tá ið Smyril var í dokk. Tað var gott veður næst- an hvønn einasta dag, men onkran dagin var sjaskveð- ur. – Men niðurstøðan hjá einum av yvirmonnunum var púra greið: Norrøna fór aldrin aftur at átaka sær suðuroyarsigling, so keðil- igt hevði tað verið í ringum veðri. Fyri at bjarga Norrønu Jógvan Krosslá sigur, at suðuroyingar taka fult undir við, at vágafólk fáa undirsjóvartunnil og at norðoyingar síðani fáa sín undirsjóvartunnil. – Men tað er ongin ivi um, at ætlaði Smyril skal vera brúgvin ímillum Suð- uroynna og Havnina. Og hann skal koma fyrst, so skal hitt koma aftaná. – At tvinna havnaløg og tunlar uppí, tænir ongum endanmálið uttan at seta fólk norðanfjørðs upp ímóti suðuroyingum Jógvan Krosslá sigur, at ongin kann siga nakran ringan fyri, um illgruni tek- ur seg upp um, at Lands- stýrið ger hetta fyri at veita Smyril Line ein óbeinleiðis stuðul fyri at bjarga nýggju Norrønu. – Men so skuldi Lands- stýrið heldur latið stuðulin á reiðiligan hátt. At blanda suðuroyarsiglingiuna uppí er beinleiðis groft. – At taka Norrønu til Suðuroyarsiglingina er sum at gera ein einsporaðan undirsjóvartunnil vestur í Vágar. Tað hevði verið full- komiliga burturvið. Tað er hetta eisini. – Kanningarnar at keypa Norrønu til suðuroyarsiglingina skaða umdømið hjá Strandferðsluni og hjá føroyskum vinnulívi uttanlands, sigur stjórin á Strandferðsluni SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen – Hetta er sera álvarsligt. Og hetta kann eisini fáa sera álvarsligar avleiðingar. Tað kom púra óvart á Strandferðsluna, at tað nú hevur stungið seg upp, at Norrøna kanska skal keyp- ast til suðuroyarsiglingina, ístaðin fyri at halda fram at byggja nýggja skipið, sum ætlanin hevur verið um. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, vil ikki siga so heilt nógv um ætl- anina at keypa Norrønu til Suðuroyarsiglingina. Men hann sigur, at Strandferðslan tekur málið í allarstørsta álvara. Strandferðslan fór bein- anvegin í gjár undir at gera eina frágreiðing til Lands- stýrismannin í vinnumálum um Norrønu. – Í hesi frágreiðingini fara vit at gjøgnumganga bæði skipini, Norrønu og skipið, sum ætlanin var at byggja í smálutir og at samanbera bæði skipini. Men onkra hugsan hava tit um Norrønu? – Ja Tað hava vit og tað kemur fram í frágreiðing- ini. Men vit hava alla tíðina lagt stóran dent á, at ætlaði Smyril er eitt heilt øðrvísi skip, enn Norrøna, ella ein broytt útgáva av Norrønu er, ella nakrantíð verður. – Tað, sum serliga brýtur frá, er, at suðuroyarskipið, sum ætlanin er at byggja, er ikki so høgt og hevur ikki allar koyggjurnar, sum Norrøna hevur til ferðafólk at sova í. Tvørturímóti lækkar nýggi Smyril mitt- skips, fyri at gera hann so lágan sum gjørligt. Reidar Nònfjall sigur, at tað, sum Strandferðslan fer at leggja dent á í frágreið- ingini til landsstýrismann- in í vinnumálum, er gongd- ina í málinum higartil og marknaðurin fyri brúktar ferjur. Harafturat fer Strandferðslan at saman- bera bæði skipini, ætlaða Smyril og Norrønu. Vit fara at samanbera aldurin, sjó- førleikan, skrokkin, kapas- itetin, hvussu reglulig sigl- ing kann væntast at verða við báðum skipunum, maskinorka og maskinslag, t æ n a s t u f e r ð , atløguviðurskifti, rakstrar- útreiðslur og møguligar sparingar, ella meirútreiðsl- ur. Men haruframt fara vit eisini at gera upp, hvat ætl- anin at byggja nýggjan Smyril hevur kostað higar- til, og, hvat tað fer at kosta at annulera byggiætlanina og harumframt hvat tað kostar at sleppa burturúr øðrum viðurskiftum, sum strandferðslan hevur bund- ið seg til í sambandi við byggiætlanina. Skaðar umdømi Men í frágreiðingini fer Strandferðslan eisini at við- gerða, hvat ætlanin, sum nú hevur tikið seg upp, fer at merkja fyri umdømi føroy- inga úteftir. – Tað er ongin ivi um, at hetta fer at skaða umdømi okkara úteftir, bæði hjá Strandferðsluni og hjá før- oyskum vinnulívi sum heild. Vit eru ikki einasta reiðarí í Føroyum, sum fara at byggja skip uttanlands, men framferð, sum hendan, frættist skjótt, tí skipa- smiðjur kring um hava altíð følarar úti. Reidar Nónfjall minnir á, at Strandferðslan hevur longu biðið 18 skipasmiðj- ur kring um í heiminum um at lata fyribils tilboð inn uppá at byggja nýggjan Smyril. – Tað er alt annað enn heppið fyri umdømi føroy- inga, um vit nú fara at ann- ulera ætlanina, tí tað fara skipasmiðjur at leggja sær í geyma, næstu ferð, føroy- ingar ætla at byggja skip uttanlands, sigur stjórin á Strandferðsluni. Suðuroyingar vilja ikki síggja Norrønu – Norrøna er als ikki egnað til suðuroyarsiglingina og er vindurin ímóti, er hon heilt ótespulig at vera umborð á, tað vita øll, sum hava roynt tað. Tað er klassamunur á, at nýggja skipið, sum ætlanin er at byggja, er betri sjóskip enn Norrøna, sigur Jógvan Krosslá í Vági, sum sat í nevndini, sum hevur fyrireikað byggingina Setir føroyingar í ringt orð uttanlands Endar tað við at vit annulera ætlanin at byggja nýtt suðuroyarskip, fer tað at skaða umdømi hjá Strandferðsluni og føroyskum vinnulívi uttanlands, sigur stjórin á Strandferðsluni – Lógin um upp- latingartíðir í Føroyum er alt ov stirvin, og hon elvir til mismun millum kolonialhandlar í Føroyum, sigur stjórin í SMS, Niels Mortensen, um upplatingarlógina, nú allir handlar hava fingið greið boð frá landsins myndug- leikum, at býráðið ikki kann geva undantaksloyvi UPPLATINGARTÍÐIR Stefan í Skorini Eigarar av kolonialhandl- um í Føroyum ótolnast eftir nýggjari lóg um upplat- ingartíðir. Eisini Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur heitt á myndugleikarnar um gera eina nýggja lóg. Ein arbeiðsbólkur er settur av Vinnumálastýrinum at endurskoða hesa lógina, og hesin bólkurin skal geva landsstýrismanninum eitt tilmæli. Niels Mortensen er stjóri í SMS, og hann heldur lítið um lógina um upplating- artíðir, sum vit hava í dag. Hon er ótíðarhóskandi og elvir til mismun millum handlarnar. Serliga er tað kolonialhandlar, ið líða undir hesum. – Lógin, sum vit hava í dag, er alt ov strong. Handlar mugu fáa loyvi at hava fríari teymar, tá talan er um upplatingartíðir, sigur Niels Mortensen. Lógin brotin Hann vísir á, at lógin verður brotin hvønn dag. Fleiri handlar, ið selja gerandisvørur, hava opið hvønn dag til seint á kvøldi. Hetta hevur Miklagarður í SMS tó ikki møguleika fyri. Í Íslandi er eingin lóg á hesum økinum. Har hava eigararnir møguleika fyri at avgera sjálvir, nær handilin skal hava opið. Soleiðis er tað óbeinleiðis brúkarin, ið avgerð, nær handilin er opin, tí eigarin hevur sjálv- andi opið tær tíðirnar, tá kundarnir velja at vitja handilin. Í Danmark er henda lógin eisini nógv linari í dag. – Um lógin ikki verður broytt, fer tað at kosta okkum nógvan pening. Tá allir ikki halda lógina, so svíða vit onnur fyri tað, sigur Niels Mortensen. Um ein kundi vil hava vaskievni ella aðrar gerandisvørur ein leygar- dag eftir klokkan 14, so fær hann tað í handlum, ið bróta lógina við at hava opið eftir klokkan 14 og samstundis selja gerandis- vørur. Niels Mortensen sigur, at samfelagið í dag krevur fyrsta floks tænastu. Tað vil siga, at fólk eiga at kunna gera sítt innkeyp, tá teimum lystir, og ikki tá lógin sigur, at handlarnir kunnu hava opið. Eitt hol er í hesi lógini, og tí kann fútin ikki lata teir handlar aftur, ið hava opið uttanfyri tær lógarásettu upplatingartíðirnar. Hetta skal broytast, so allir eru eins fyri lógini, vísir Niels Mortensen á. – Eg vóni, at lógin verður fríari í framtíðini, so at handilsmenn hava møgu- leika at velja, nær teirra handil hevur opið. Tað er løgið, at vanligir handlar ikki sleppa at hava opið eitt nú eftir klokkan 14 leyg- ardagar, sigur Niels Mort- ensen. Sum støðan er nú, er stórur mismunur á handl- um. Nakrir selja vanligar gerandisvørur heilt til klokkan 22-23 á kvøldi, meðan aðrir mugu snara lykilin um klokkan 14 leygardagar. Loyvi ikki tikin aftur Herfyri kærdu Føroya Arbeiðarafelag og S&K felagið Tórshavnar Býráð fyri at geva handlum ov nógv undantaksloyvi at hava opið. Løgmansskrivstovan og Vinnumálastýrið hava nú givið býráðnum greið boð um, at fleiri undantaksloyvi enn lógin heimilar ikki kunnu gevast. Handlar fáa eitt nú ikki undantaksloyvi, um talan er um føðingar- dag, mótasýning ella til vanligar høgtíðir. Niels Mortensen væntar tó ikki, at tey loyvi, ið SMS longu hevur fingið, verða tikin aftur. Stjórin í SMS um upplatingartíðir: Lógin ger mismun Niels Mortensen heldur, at lógin um upplatingartíðir er alt ov strong og ótíðar- hóskandi. Hon skal endurskoðast, so at eigarar sleppa at hava opið, tá teimum lystir Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 5 4