hósdagur 25. oktober 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 206 - 25. oktober 2001
Nr. 206 - 25. oktober 2001
7
Samstundis hava
amerikansku
myndugleikarnir
gjørt av at kanna
10.000 starvsfólk í
postverkinum
Amerikansku
heilsu-
myndugleikarnir váttaðu
í gjár, at teir hava funnið
miltbrandbakteriur
í
postskiljingini í Hvítu
Húsunum í Washington.
Sjálv postskiljingin er á
einum posthúsi, sum er
nakrar kilometrar frá
forsetahúsunum, og tað
posthúsið er nú stongt.
Myndugleikarnir hava
longu tikið fleiri royndir
í Hvítu Húsunum, men
higartil hava teir ikki
staðfest miltbrand har,
segði talsmaðurin hjá
George W. Bush, for-
seta, Ari Fleischer, í
gjár.
Kortini hava myndug-
leikarnir gjørt av at
kanna øll tey, sum starv-
ast í Hvítu Húsunum og
tey, sum starvast á
posthúsinum, har post-
urin
verður
skildur.
Allur postur til forsetan
og skrivstovurnar hjá
forsetaumsitingini,
verður eisini kannaður.
Endamálið við hesum er
eisini at fáa staðfest,
hvaðani
møgulig
smittuberandi
brøv
koma.
Gera mun á
Starvsfólkið í ameri-
kanska
postverkinum
hevur kravt, at mynd-
ugleikarnir skulu betra
trygdina, og í gjár sam-
tykti leiðslan at kanna
næstan 10.000 starvs-
fólk, sum arbeiða á
posthúsum í Washington
og har um vegir.
Men postfólkini eru
ikki nøgd. Tey halda, at
myndugleikarnir leggja
alt ov lítið í trygdina á
posthúsunum,
meðan
umfatandi tiltøk verða
sett í verk, hvørja ferð
ein politikari fær eitt
bræv, ið kann tykjast
illgrunasamt. Víst verð-
ur m. a. á, at Kongressin
bleiv stongd í fleiri
dagar, tá tað frættist, at
senatorurin Tom Dasch-
le hevði fingið eitt bræv
við miltbrandbakterium.
Heilsumálaráðharrin,
Tommy Thompson, hev-
ur lovað postfólkunum
betri trygd í framtíðini.
Miltbrandur
í Hvítu Húsunum
Fólkakirkjan verður
yvirtikin í skundi,
uttan at fólkið hevur
fingið tíð at siga sína
hugsan um yvirtøkuna,
heldur Hendrik Old,
sum vil hava løgmann
at tryggja, at kirkjan
ikki verður yvirtikin,
fyrrenn alt er púra
klárt
YVIRTØKA
Magnus Dam
Gongst sum landsstýrið
ætlar, kemur fólkakirkj-
an á føroyskar hendur 1.
januar næsta ár. Álit er
skrivað um yvirtøkuna,
og samband er millum
landsstýrið og stjórnina
um yvirtøkuna.
Samráðingarnar skulu
ganga skjótt, tí bert tveir
mánaðir eru eftir av
árinum, og tað eru tey,
sum halda, at ov lítil tíð
er sett av til fyrireiking-
arnar. Hendrik Old úr
Javnaðarflokkinum
heldur tað vera veru-
leikafjart, at yvirtøkan
kann fara fram longu um
tveir mánaðir, og hann
vil hava løgmann at
tryggja, at yvirtøkan
ikki
verður
skunda
ígjøgnum.
Hann vil hava løg-
mann at tryggja, at ong-
ar
broytingar
verða
gjørdar, fyrrenn tað er
púra greitt, hvussu kirkj-
an
skal
skipast
í
framtíðini. Og somu-
leiðis eigur løgmaður at
tryggja, at løgtingið og
Føroya fólk fáa høvi til
at siga sína hugsan um
kirkjuna, áðrenn hon
verður yvirtikin.
Hann heldur, at ætl-
anirnar hava skapt stór-
an ótryggleika í fólkin-
um og ikki minst hjá
teimum, sum starvast
hjá fólkakirkjuni. Hann
heldur eisini, at løgting-
ið ikki hevur fingið høvi
til at viðgera ætlanirnar,
og at yvirtøkan tí átti at
verið útsett.
- Fólkakirkjan eigur
ikki at misnýtast sum
politisk kastibløka upp
undir eitt valstríð. Ikki
var órímiligt um eitt fýra
ára valskeið varð nýtt til
hetta, sigur Hendrik Old
í viðmerkingunum til
fyrispurningin til løg-
mann.
Vilhelm Johannesen
heldur, at løgmaður
má koma uppí
Trøllanesmálið og
ógilda avgerðina hjá
Mikladals bygdaráði
um at niðurleggja
skúlan á Trøllanesi.
Avgerðin stríðir móti
fleiri lógum, heldur
tingmaðurin.
SKÚLASTRÍÐ
Magnus Dam
Drúgva ósemjan um skúlan
á Trøllanesi er nú reist sum
fyrispurningur í løgting-
inum. Tað er Vilhelm Jo-
hannesen úr Javnaðarflokk-
inum, sum hevur sett
Anfinni Kallsberg, løg-
manni,
sum
varir
av
kommunumálum,
fleiri
spurningar um ósemjuna.
Vilhelm
Johannesen
sjálvur er ikki í iva um, at
avgerðin, sum bygdaráðið
tók á sínum fyrsta fundi
eftir bygdaráðsvalið, er
ólóglig. Hann skilur ikki,
hvussu Kommunala Eftir-
litið í Tinganesi kann koma
til eina aðra niðurstøðu, tí
avgerðin stríðir móti fleiri
ymiskum lógum, heldur
tingmaðurin.
Avgerðin um ikki at taka
skúlagongdina upp aftur
eftir summarfrítíðina í ár,
varð tikin á fundi 9. januar.
Talan var um fyrsta fundin
hjá nývalda bygdaráðnum,
men trupulleikin er, at
fundurin ikki varð lýstur
alment, eins og komm-
unustýrislógin ásetur. Men
hóast hetta er fundurin ikki
ólógligur og avgerðirnar
ikki ógildugar, staðfestir
Kommunala Eftirlitið. Or-
søkin er, at nývaldu bygda-
ráðslimirnir
ikki
vóru
greiðir yvir reglurnar í
kommustýrislógini, sigur
eftirlitið. Við øðrum orð-
um, so er fundurin lógligur
og avgerðirnar gildugar, tí
bygdaráðslimirnir
vóru
óvitandi um reglurnar í
lógini, sum siga, at allir
fundir
skulu
almanna-
kunngerast.
Einastandandi avgerð
Vilhelm Johannesen held-
ur, at avgerðin hjá eftirlit-
inum er einastandandi.
Hvar gongur markið fyri,
nær eitt kommunustýri er
so mikið gamalt, at kravt
kann verða, at limirnir eru
kunnugir við reglurnar í
komunustýrislógini, spyr
Villhelm Johannesen. Hann
heldur tað vera vanda-
mikið, at lógin verður
skúgvað til viks í hesum
førinum.
- Hetta ber í sær, at
nývald bygdaráð á sínum
fyrsta fundi kunnu taka
allar hugsandi avgerðir
uttan at fylgja demokrat-
isku mannagongdini, sum
liggur í kommunustýris-
lógini, vísir hann á.
Men
kommunustýris-
lógin er ikki einasta lógin,
sum ikki er fylgd í hesum
málinum, heldur tingmað-
urin. Ásetingar í fólka-
skúlalógini eru heldur ikki
fylgdar. Í fólkaskúlalógini
stendur, at avgerðir hjá
einum kommunustýri um at
niðurleggja ein skúla skulu
kunngerast í bløðunum.
Men hetta er ikki nóg
mikið. Lógin gevur eisini
íbúgvunum rætt til at krevja
eina
fólkaatkvøðu
um
avgerðina. Seta 30 prosent
av íbúgvunum í skúlaum-
døminum fram ynski um
eina fólkaatkvøðu, so skal
ynskið eftirlíkast. Men
hendan møguleika fingu
íbúgvarnir
ongantíð,
tí
avgerðin um at niðurleggja
skúlan varð ikki almanna-
kunngjørd, fyrrenn alt ov
seint var til at seta fram eitt
tílíkt ynski.
Avgerðin má strikast
Vilhelm Johannesen stað-
festir í fyrispurninginum, at
hvørki mannagongdirnar í
kommunustýrislógini ella
fólkaskúlalógini eru fylgd-
ar.
- Løgmaður má tí haldast
at hava skyldu at ógilda
eina slíka avgerð, ið er
grundað á eina ólógliga og
ódemokratiska
manna-
gongd, sigur Vilhelm Jo-
hannesen, sum vil hava
løgmann at greiða frá,
hvussu tað ber til, at av-
gerðirnar hjá bygdaráðnum
verða standandi, hóast brot
á fleiri lógir.
- Løgmaður tykist bert at
síggja millum fingrarnar
við hesum. Ella tað, sum
verri er, hann tykist at halda
hondina yvir hesar manna-
gongdir, sum heilt greitt
fremja bort á áðurnevndu
lógir, sigur Vilhelm Jo-
hannesen.
Í viðmerkingunum undr-
ast tingmaðurin eisini á,
hvussu hetta samsvarar við
alt tosið um bygda- og út-
oyggjamenning og almenna
politikkin hjá øllum flokk-
um um, at barnaskúli skal
vera í øllum bygdum, har
skúlabørn eru.
Ótrygg kirkju-
yvirtøka
Løgmaður drigin upp í
Trøllanesmálið
Børnini á Trøllanesi sleppa framvegis ikki í skúla í heimbygdini, tí avgerðin hjá Mikladals bygdaráði stendur við. Hetta hóast
avgerðin, sambært Vilhelm Johannesen, tingmanni, stríðir móti fleiri lógum
Herverk verður ofta
framt umborð á
Smyrli. Serliga eru
tað flúgvarasetrini,
sum standa fyri
skotum. Nú fer
Strandferðslan at gera
enn eina roynd at
bøta um óskilið
HERVERK
Edvard Joensen
Flúgvarasetrini umborð á
Smyrli síggja ræðulig út.
Tey eru sorað sundur av
ótangum, sum ikki klára at
halda fingrarnar hjá sær
sjálvum.
Uppskorin setur. Rygg-
len, sum eru skrædd av. Og
onkunstaðni manglar alt
setrið, sum tað er. Soleiðis
er støðan afturi í gongini,
har fúgvarasetrini á Smyrli
eru. Ein syndarlig sjón,
sum er íkomin av reinum
og skærum herverki, sigur
ein av manningin á Smyrli,
sum er ógvuliga harmur um
støðuna.
Magnus
Magnussen,
tekniskur stjóri á Strand-
faraskipum Landsins, sigur,
at hetta er í grundini ikki
nakað, sum nýliga er íkom-
ið. Hetta er ein afturvend-
andi
trupulleiki,
sum
Strandferðslan við tíðini
hevur brúkt nógvar pengar
uppá. Og tað er harmiligt,
at teir skulu fara soleiðis
fyri einki av berum ólíkind-
um.
Royna aftur
Men Strandfaraskip Lands-
ins fara enn einaferð at gera
eina roynd at fríðka Smyril
soleiðis, at øll tey mongu
ferðafólkini, sum uppføra
seg sum vanlig fólk plaga
at gera, skulu hava eitt
hampiligt stað at sita í. Tí
júst hesi setrini verða
rættiliga nógv brúkt, sigur
Magnus Magnussen.
Tey liggja soleiðis fyri, at
har er frísk luft og lætt at
koma til og frá, um ein til
dømis hevur sjóverk. Stutt
er aftur á afturdekkið, har
slíkt kann avgreiðast.
Men so eru tað tey, sum
ikki duga at síggja nakað
hampiligt uttan at taka eina
hond í fyri at oyðileggja
tað. Grundirnar kunnu vera
ymiskar, og ein kann vera,
at tað bara stutt og greitt er
ov freistandi, tá ein situr
soleiðis og gløðir inn í eitt
stólabak, at knívurin verður
settur í, sigur tekniski stjór-
in á Strandferðsluni.
Tey fara nú at royna at
bøta um hetta við at venda
øðrumhvørjum raði, soleið-
is at tey venda í móti hvørj-
um øðrum og altíð standa
við bakinum til tað næsta
raðið. Soeliðis sum fremra
salongin er innrættað, og
ein sær í bussum og tokum.
Magnus Magnussen sig-
ur, at hesin sami trupuleik-
in eisini var uppi á sóldekk-
inum, har beinkirnir heldur
ikki fingu frið. Men eftir at
teir vórðu vendir fyri nakað
síðan, hevur borið betri til.
Hetta verður nú gjørt við
flúgvarasetrini eisini.
Annars sigur hann, at
Strandferðslan arbeiðir við
at fríðka um flotan sum so.
– Tað skal verða ein sjón-
lig renovering, sum tekn-
iski stjórin tekur til. Slíkt,
sum ferðafólkini síggja,
skal skiftast út. Eitt nú setur
og dúrkálegging. Málast
skal og so framvegis. Talan
verður í fyrsta umfari um
Smyril, Dúgvuna, Ternuna
og Rituna , sigur hann.
Ellið tekur at boyggja
Smyril er við at røkka tí
aldri, at tað kann sigast um
hann, at »Grána tekur
høvur títt, ellið tekur at
boyggja«.
Tvær ferðir seinastu tvær
vikurnar hevur hann verið í
dokk, tí manningin er vorð-
in varug við, at hol hevur
verið á skrokkinum.
Magnus Magnussen sig-
ur, at talan var í báðum før-
unum um tvey evarska smá
hol, sum stavaðu frá eini
sera konsentreraðari tering
í skrokkinum. Holini vóru á
einum lítlum øki á síðuni.
Tá fyrra holið varð gjørt
aftur, var tað so óheppið,
sigur hann, at pútan, sum
helt skipinum inni í dokk-
ini, stóð júst á tí staðnum,
har hitt seinna holið varð
funnið fjúrtan dagar seinni.
Men nú eru so bæði holini
tett aftur, sigur Magnus
Magnussen.
Ein lítil stálpláta er sveis-
að uttan á skrokkin, har
holini vóru, soleiðis at nú
er tætt.
Hetta er ikki nøkur enda-
lig loysn, men verður ver-
andi, til skipið skal aftur til
regluligt eftirlit komandi ár.
Tá verður tærda pettið
skorið burtur, og nýtt set
íaftur.
Magnus Magnussen sig-
ur, at ongum nýtist at óttast
fyri, at hendan lappingin er
nøkur »lappaloysn«, tí hon
er góðkend av klassanum,
sum var á Skála, tá bøtt
vað, so trygdin er í lagi,
leggur hann dent á.
Smyril fær ikki frið
Flúgvarasetrini umborð á
Smyrli verða fyribeind av
herverki. Tað er harmiligt,
sigur tekniski stjórin á
Strandfaraskipum Landsins,
men Strandferðslan fer aftur
at gera eina roynd at bøta
um óskilið
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
7
6