Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juli 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 135 - 17. juli 2009 Á ólavsøku gongur fløsk an ofta títt munn av munni. Ein kun­ di freistast at hild­ ið, at alkoholið í snapsinum tekur lív ið av smittuni, men so er ikki. Sosialurin hev­ ur tosað við smittu­ verju ser frøðing, um hvussu tú best slepp­ ur undan at verða smitt að ur á ólavsøku H1N1 Rógvi Nybo Rogvi@sosialurin.fo - Skal tú sleppa heilt undan at verða smittaður, so eru ein as tu hyggjuráðini bara at vera heima á ólavsøku. Tað er ikki serliga nógv annað at gera. Men tað vita vit, eru ikki eini ráð, sum før- oy ing ar kunnu brúka til nak að sum helst. Tað sigur Wil liam Smith, smittu- verju ser frøð ingur, um hvus- su vit best sleppa undan at verða smittað við H1N1 á ólav søku, ella á øðrum summar til tøkum yvirhøvur. Hóast H1N1, populert kall að svínakrím, bert er at meta sum eitt vanligt krím, ið vanlig frísk fólk ikki eru í nøkrum lívsvanda av at fáa, eru tað ikki øll, ið halda tað verða ynskiligt at liggja sjúk ur á hásumri. Hóast einasta garantiið fyri ikki at verða smittaður, er at verða heima, eru tey, ið hóast alt velja at fara á ólav søku, ikki heilt ráða- leys. Nøkur vanlig ráð eru, hvus su ein best sleppur und an at verða smittaður við H1N1 ella øðrum krími. Lógvatak ein arvasynd Ein tann fyrsti feilurin, tú kann gera, um tú ikki vil verða smittaður av onkrari in fluen su, er at taka í hond- ina á fólki. - Tú heldur jú hondina fyri tá tú hostar og nýsur, og tí er hondin tann størsti smittu berin. Tí er tað eisini eini góð ráð at vaska hend- ur nar ofta við vatni og sápu, greið ir William Smith frá. Eini onnur ráð eru at hal- da seg burtur frá fólki, ið hava sjúkueyðkenni, so sum at hosta og annað. - Tey, sum hava sjúku- eyð kenni eiga kanska eisini at hugsa um ikki at fara út í størri mannamúgvur, sigur Wil liam Smith. Snapsurin sterkari enn krímið Ein annar siður, ið før oy- ing ar hava, er at hava eina lummafløsku hjá sær og at bjóða vinum og kenningum. Hetta er sambært William Smith eisini í allar hægsta grad ein smittukelda. Er alkoholið ikki nóg sterkt til at drepa bak ter i ur- nar? - Nei, vanligt alkohol er ik ki nóg sterkt til at drepa bakt er i urnar við. Tá skulu vit upp á eini 70 til 80 pro- sent styrki, og tað vita bæði tú og eg er ikki drekkandi, greiðir William Smith frá. Tískil eigur tú kanska ikki at taka av ólav søku- snapsi num, um tú vil sleppa undan smittuvandanum. Droppið maskurnar Nógv hevur verið tosað svína krímsmaskur, og vit hava eisini sæð óteljandi mynd ir av fólki við masku. Men hesar eru ikki til nógva nyttu á ólavsøku greiðir Wil liam Smith frá. - Tú kann sjálvandi verja teg við hesum kol fipur- mask unum, men tær kann tú bara ganga við eina lítla løtu, so má tú skifta hana út. Breiðir seg skjótari í Føroyum Føroyingar eru í eini serstakari støðu í mun til onnur lond tá tað kemur til smittu­ vanda. Tí kann tað væntast at H1N1 breið ir seg skjótari – og doyr út fyrr – enn í øðrum lond­ um H1N1 Rógvi Nybo Rogvi@sosialurin.fo Tað eru stór líkindi fyri at H1N1 er at breiða seg nógv skjótari í Føroyum enn í øðrum londum. Sambært William Smith, smittu verju ser frøðingi, eru fleiri orsøkir til tess. - Fyri tað fyrsta er tað onga aðrastaðni vanligt at næstan hálva tjóðin savnast á einum stað til eitt tiltak, líka sum mid- nátt ar sangurin á Ólav- søku. Hetta vildi svarað til at tú savnaði 3 millió- nir danir á einum stað, greið ir William Smith frá. Ein annar faktorur, ið ger seg galdandi, eru vegir nir inn og út úr landi num. - Her er bara ein flúgv- ari, og bara eitt skip, og hetta eru sovornir fløsku- hálsar sum vit øll skulu gjøgnum. Eitt annað eru vanarnir hjá føroyingum við bæði at ganga inn til hvønn annan, ið gera, at ein kann vænta sær at smitt an breiðir seg skjót- ari í Føroyum enn aðra- stað ni, sigur William Smith. - Men hinvegin kunnu vit so eisini vænta, at hon fyrr doyr út í Før oy- um. Hetta krímið er sum onnur krím, at tað doyr út av sær sjálvum og sostatt sleppa vit nokk av við hana skjótari enn onnur lond, sigur William Smith, ið er smittu verju- ser frøðingur. Snapsurin tekur ikki lívið av H1N1 Ólavsøkusnapsurin er ikki nóg sterkur til at taka lívið av smittubakteriunum. Tá skal styrkin upp á eini 70 til 80 prosent , og tá er tað ikki drekkandi. Tí er ólavsøkusnapsurin í allar hægsta grad ein smittukelda, sigur William Smith, smittuverjuserfrøðingur Mynd: Beinta Haraldsen Eldradagar Leygardagin 8. august skipar Sunda Pensjónistafelag fyri eldradegi í Leguhúsinum í Nesvík. Dagurin varar frá klokkan 9 á morgni til klokkan 17. Millum røðararnar eru Sofus Johannesen, bygdaráðslimur í Sunda kommunu, Jørgen Niclasen, uttanríkismálaráðharri, Edmund Joensen, fólkatingslimur, og Petur Martin Rasmussen. Eisini verður felagssangur við harmoniku og annað undirhald. Allir pensjónistar eru vælkomnir, eisini teir, sum ikki eru í nøkrum felag. Boðast skal frá luttøku í seinasta lagi mánadagin 3. august hjá: Hanna Hansen, tlf. 422151/271073, Marjun Thomassen, tlf. 422376/281205 ella Bjørgheðin Jacobsen, tlf. 422089/508049. Kostnaðurin er 250 krónur. Seglloftið spílar seg út Mánakvøldið 20. juli 2009 stílar Skipalisti Føroya fyri spurnarkapping á Seglloftinum. Seglloftið verður gjørd um til spurningarkappinga - kafé so høvi verður at fáa sær ein drekkamunn afturvið spurningunum. Tiltakið er ókeypis og byrjar kl. 20.00. Øll eru hjartaliga vælkomin! Ónskvøldið 22. juli kemur prísmóttakarin og tónleikasnillingurin Stanley Samuelsen at hava konsert á Seglloftinum. Óneyðugt er at lýsa Stanley við orðum her inni. Komið og upplivið hann og njótið løtuna saman við honum í hugnaligum umhvørvi og fáið ein kaffimunn afturvið konsertini! Stanley byrjar kl. 22.00. Atgongumerki fáast við dyrnar og ØLL eru hjartaliga vælkomin.