fríggjadagur 17. juli 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
Nr. 135 • 17. juli 2009
verða
komm
føroysk
ð
punktum
Málstrikan
MÁLFELAGIÐ
ð
Neyðars
Hanus
Dimmalætting kunngjørdi á
forsíðuni, at HANUS FRYSTIR
Lesarin undrast. Er hesin
vældámdi sangarin nú farin at
frysta sild ella høgguslokk fyri at
yvirliva? Tað mátti verið skomm
fyri okkara myndugleikar, tí so
nógv avlopstalent hava vit ikki í
hesum landinum.
Meiningin var sjálvsagt, at tað
var kalt inni hjá Hanusi. Hann
var kaldur. Men summi miðlafólk
duga bara at hugsa á donskum
og kenna ikki mun á aktiv og
passiv. ’Frysta’ er transitivt og
kann gera ein aktivan setning:
„Teir frysta allan fiskin“. Í tí
passiva setninginum eitur tað
’frystast’ ella ’verða frystur’. Í
kriminalromanum kann tað eita:
„Blóðið frystist til ís í hansara
æðrum“. Ikki frysti. „Hanus
frystir“ kann bara vera transitivt
(ávirkandi), t.e. hann frystir
okkurt. Her er sama neyðin sum
við tí skrekkiligu málspilluni venja
í intransitivum brúki. Sagnorðið
venja er transitivt, tekur ávirki.
„Vit venja hvønn mikudag“, siga
tey sakleysu ungu, sum hava
havt ringar lærarar. Tað eitur
trena, tí venja kann ikki brúkast
intransitivt.
Hvat er hent við
grammatikkundirvísingini í okkara
skúlum? Er hon niðurfryst? (MT)
Í rangastrúpan
Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta komið heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini við teimum
útsagnunum, sum vit hava prentað niðanfyri. Eisini hóast hesar útsagnir eru á prenti. Samstundis sum
vit prenta hesar, vilja vit við hesum senda eina áheitan til lesarar okkara um at siga frá, um líknandi
skeivleikar ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu
sendast okkum við bæði bræv- og telduposti.
Óheft og álítandi?
“Kenny Rogers ikki avlýstur”
Dimmalætting
...rakar hvørja ferð
“Kenny Rogers til Føroya”
(Dimmalætting, 14/1-2009)
“Kenny Rogers til Føroya í september”
(Dimmalætting, 25/2-2009)
“Prodigy á G!”
(Dimmalætting, 4/6-2007)
Svensk Grand Prix drotning á G!
(Dimmalætting 4/7-2006)
Her var nok onkur gás íblandað
“...CHE samgonguna, sum alment slitnaði av gásagøluni í
Tinganesi”
Sosialurin
Fáa fleiri atgongumerki
“Umboðini fyri Sp/f Holmen siga eisini, at fólk, ið hava keypt
atgongumerki, kunnu fáa hesi aftur við at venda sær Sp/f Holmen.”
Ras2
Tvørstongin mundi skorað!
“Tá ið 44 minuttir vóru leiktir hevði Sam Malson eitt dundurskot á
tvørstongina, sum lættliga kundi havt givið mál”
Dimmalætting
Rakti við síðuna av
“Føroysku skjúttarnir hava í morgun vunnið bronsu”
Rás2
Hann vil ikki út!
“Javnaðarflokkurin veit ikki, hvør skal út í Landsstýrið efitr Hans
Paula Størm”
Útvarp Føroya
Úr djóralívinum
“Koppingarevni móti svínakrími verður klárt til heystar”
Partur av arbeiðinum á einum tíðindablaðið er sjálvandi eisini at hava skil á savninum av greinum.
Her er tað eitt av blaðfólkum okkara, sum hevur rokast í havanum, og burtur úr tí er eisini komið
eitt slag av greinasavni
Greinasavn