fríggjadagur 17. juli 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 135 - 17. juli 2009
tíðindi
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, 110 Tórshavn
Tel. 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Arkitektur ella verkfrøðingur
til bygningadeildina á Landsverki
Hevur tú altíð droymt um at byggja?
So fært tú nú møguleikan at royna
hetta í verki. Hevur tú hug at arbeiða
við nýbygging, umbygging og viðlíka
haldi av almennum bygningum, so
kunnu vit bjóða tær øðrvísi royndir í
einum spennandi og avbjóðandi starvi
á bygningadeildini á Landsverki.
Vit leita í løtuni eftir einum virkis
fýsnum og skapandi persóni við
byggikønari bakgrund at byrja hjá
okkum skjótast til ber.
Arbeiðsuppgávur
Saman við einum toymi og
starvsfeløgum við drúgvum royndum
fært tú ábyrgdina av:
·
prosjektering
·
tekniuppgávum
·
fakeftirliti
· greining og raðfesting av krøvum til
viðlíkahald og bygging av almennum
bygningum við atliti at
funktionaliteti, estetikki og
góðskustøði
· góðkenning av verkætlanum og
støðutakan til møguligar broytingar
· viðgerð av øðrum málum, har
bygging og bygningar, landslag og
formlist eru partar av viðgerðini.
Førleikakrøv
Vit leita eftir fólki við byggikønari
bakgrund – t.e. við útbúgving sum
arkitektur ella verkfrøðingur. Tað er ein
treyt, at tú hevur royndir við tekning í
Autocad ella Microstation.
Vit vilja røkka best møguligum
úrslitum, og vænta vit tí, at tú ert
arbeiðssamur, dugnaligur og væl
skipaður.
Vit leggja stóran dent á góðar
persónligar eginleikar, at tú arbeiðir
sjálvstøðugt, ert ein arbeiðsglaður
viðleikari við góðum samstarvsevnum
og gevur títt íkast til menning av
arbeiðsplássinum.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars eru
sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag.
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdar
lýsing (cv) verður at senda til lv@lv.fo
ella:
Landsverk
Postboks 78
110 Tórshavn
og skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi 24. juli 2009, kl. 12.00. Merkið
umsóknina „Umsókn til bygninga
deildina“. Vinarliga viðmerk í
umsóknini, hvar tú hevur sæð
starvslýsingina.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu
fáast við at venda sær til Ewald
Kjølbro, leiðara á bygningadeildini, á
tlf. 540 861 ella ek@lv.fo
STArVSLýSiNg
Landsverk er stovnur undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika-
uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur
landsvegir, havnir, bygningar og flogvøllir, herundir tyrlupallar.
Ísland helst í ES í 2013
Eydnast tað íslendsku stjórnini at fáa eitt so mikið gott úrslit
burtur úr samráðingunum við ES, at tað fær meiriluta á fólka
atkvøðuni, er tað mest sannlíka, at íslendskur limaskapur í
ES verður veruleiki í 2013. Tað sigur formaðurin í uttanríkis
nevndini hjá Altinginum, Árni Þór Sigurðsson, við tíðinda
stovuna Reuters. Sambært formanninum verður gondin í
málinum hendan: 16. juli samtykkir Altingið at søkja um
samráðingar, 27. juli verður umsóknin løgd fram, í februar í
2010 byrja samráðingarnar, og um ársskiftið 20112012 taka
íslendingar støðu á fólkaatkvøðu. Er svarið ja, verður
limaskapurin veruleiki í 2013.
Dýrt at vera dani
Av teimum 27 ESlondunum er Danmark tað dýrasta landið
at búgva í. Aftan á Danmark koma Noreg, Sveis, Írland,
Finnland, Ísland, Luksenburg, Svøríki, Frakland, Belgia og
Italia. Tøl hjá Eurostat vísa, at í 2008 vóru prísirnir í
Danmark 41 prosent oman fyri meðalprísirnar í øllum ES
londunum. Tað bíligasta landið at búgva í er Bulgaria, har
prísirnir vóru 49 prosent niðan fyri meðalprísirnar. Eurostat
hevur kannað prísirnar á 2.500 vørum og ymsum øðrum í
øllum teimum 37 evropeisku londunum, og her er
Makedonia tað bíligasta landið at búgva í við prísum, sum
eru heili 53 prosent undir meðalprísunum í ES.
Á G! ber til hjá fólki
at læna eina livandi
bók. Altso ein persón,
sum tú ikki vanliga
kemur í prát við í
gerandisdegnum
Festivalur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er Føroya Ungdómsráð
(FUR), ið skipar fyri Liv
andi
Bókasavninum.
Á
Facebook
skrivar
FUR
soleiðis
um
hugskotið
handan Livandi Bókasavnið:
“Øll menniskju kunnu síggj
ast sum spennandi bøkur.
Vit hava øll hvør okkara
royndir, upplivingar, hugs
anir, kyn, religión, áskoð
anir og mangt annað. Men
vit hava eisini øll okkara
fordómar,
og
fordómar
kunnu ofta elva til diskrim
inatión; tað er hetta, Livandi
Bókasavn arbeiðir ímóti.”
Hugskotið við Livandi
Bókasavninum er at bjóða
fordómum, stereotypum og
tvørskygni av, við at geva
fólki møguleikan at læna
eina livandi bók, t.e ein per
són, ið tey annars ikki koma
í prát við í gerandisdegnum.
Endamálið er at skapa per
sónligar relatiónir millum
fólk og fáa prát í lag teirra
millum, og á henda hátt
vera við til at niðurbróta
møguliga diskriminatión í
samfelagnum.
Á Livandi Bókasavninum
fert tú m.a at kunna læna
hesar bøkurnar: Hin Bahái
trúgvandi, Hin Kristni, Mus
limurin, Ateisturin, Grøn
lendingurin,
Sri
Lanka
búgvin (útlendingurin í Før
oyum), Hin Samkyndi, Hin
Biseksuelli,
Feministurin
og Fyrrverandi Rúsdrekka
misnýtarin.
Tey, ið luttaka sum bøkur
á Livandi Bókasavninum,
fáa høvi at deila út av sínari
vitan, og tey, sum læna bøk
urnar, fáa høvi at økja um
sína vitan um umheimin,
minnilutabólkar og ymiskar
øðrvísi hugsanir.
Livandi bøkur á G!
Útlendingar vóru
millum offrini fyri
bumbuspreinging
á hotelli í Jakarta
í Indonesia.
Manchester United
skuldi spæla dyst
har mánadagin, men
hevur nú avlýst
BuMBusPreiNGiNG
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í minsta lagi níggju fólk
hava mist lívið í einari
bumbuspreinging á tveim
um hotellum í høvuðsstað
num í Indonesia, Jakarta.
Eitt bumbulið hjá løg
regluni hevur funnið eina
ósprongda bumbu á Mar
riott hotellinum í Jakarta.
Saman við einum øðrum
luskushotelli í býnum var
Marriott rakt av bumbu
spreinging í morgun í ein
um samansjóaðum terror
álopi, sum drap minst
níggju og særdi 40.
Bumban varð funnin á
einum hotelrúmi, tá løg
reglan leitaði gjøgnum bygn
ingin eftir spreingingina,
sum hendi í kjallaranum.
Bumban varð funnin í
rúmi 1808 og hildið verður,
at hetta rúmið var mið
depilin fyri álopunum.
Løgreglan
hevur
enn
einki sagt um, hvønn teir
halda hevur ábyrgdina av
álopinum, og eingin hevur
heldur enn tikið ábyrgd fyri
bumbubrestunum.
Avlýsa
Manchester United, sum í
løtuni er á venjingarlegu í
Asia, kom til Kuala Lumpur
í dag, og skal í morgin
spæla ein dyst móti einum
útvaldum malaysiskum liði.
Ætlanin var, at teir mána
dagin skuldu spæla dyst
móti einum Indonesia All
Star liði, men eftir bumbu
spreingingina
hevur
Sir
Alex Ferguson gjørt av at
avlýsa túrin til Indonesia.
Meiningin var, at United
ferðalagið skuldi búgva á
RitzCarlton í fýra nætur.
Við á ferðini eru millum
aðrar nýggti leikarin Mic
hael Owen, Wayne Rooney,
Rio Ferdinand, Paul Scholes
og Ryan Giggs.
Nú sleppa indonesar so
ikki at síggja stóru ensku
stjørnurnar.
Tað
skrivar
heimasíðan hjá BBC.
Hotel álopin
Sir Alex Ferguson boðaði
frá, at dysturin móti Indon
esia All Star er avlýstur eftir
bumbuspreingingina í Jakarta