Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juli 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 135 • 17. juli 2009 Vikuskifti 4 Nógv tilkomin og eldri fólk halda seg vera ov gomul at fáa sær teldu, og summi ræðast tankan um at fara inn í nýggju verðina. Men tað finnast fleiri undantøk, tí heilt nógv tilkomin fólk hava fingið stóra gleði av hesi tøknini. Tað er tó eitt stórt stig at taka at fáa sær neyðugu kunnleikan. Í Tilhaldinum í Havn bjóða tey skeið í teldulæru. Seinasta ár var áhugin so stórir millum eldri borgararnar, at umleið 50 fólk teknaðu seg. Summi fyri at læra meira, meðan onnur byrjaðu á berum botni. Ein teirra, sum seinasta ár, hvønn týsmorgun frá september til páskir møtti trúliga til tímar í teldulæru, var Jóna Lindenskov, sum er uppi í sjeytiárunum. Øll líka býtt − Eg havði ofta hugsað um at fing ið mær teldu, tí eg fáist nógv við ættargransking. Øll søgdu við meg, at eg skuldi gera tað. Men eg helt aldrin, at eg fór at læra tað, sigur Jóna, sum tó teknaði seg, tá Tilhaldið lýsti við skeiðinum. − Eg kendi meg ikki so býtta, tí hini á skeiðinum vistu líka lítið um teldur sum eg, sigur Jóna. Hon rósar læraranum Páll Poulsen, sum dugdi væl at leggja frálæruna til rættis. Hann dugdi væl at undirvísa og hevði gott tol við skeiðluttakarunum, sum vóru úr 60-árunum og uppeftir. Tað gekk ikki long tíð, frá tí at skeiðið byrjaði, til Jóna fór út og keypti sær farteldu. − Vit lærdu, hvat teldan kann brúkast til. At skriva, goyma og finna tekstin aftur. Eisini lærdu vit at leggja myndir út og at fara á internetið, sigur Jóna. Síðan skeiðið var av, er hon komin eitt stig víðari, og ikki er so galið at hava teldukøn børn. So nú er einki fyri hjá henni at senda teldubrøv, og Facebook er henni ikki fremmand. Fylgir væl við Meðan vit sita og práta, hoyra vit sirenuna hjá einum sjúkrabili og koma at tosa um, at henda fyrrapartin hava vit hoyrt bæði sløkkilið, politi og sjúkrabilar. − Eg fari beint at vita, um nakað stendur á portalinum, sigur Jóna, leypur upp úr stólinum og kemur aftur við tráðleysu telduni. Einki nýtt at frætta. – Eg havi samband við tvær kvinn ur í Englandi og tvær í Noregi, allar av føroyskum uppruna, og tað er stuttligt at kunna skriva saman við teimum, sigur Jóna. Hóast áhugin fyri telduni er stórur, er Jóna ikki so bundin av tí, at hon situr við telduna í tímavís. Hon hevur nógv annað at takast við, og eitt nú krevur stóri urtagarðurin sítt. − Teldan er góð til sítt brúk, og viðhvørt seti eg meg bara at leita eftir onkrum, sigur hon. Samband við síni Jóna heldur tað besta við at hava teldu vera at kunna geva boð frá sær og fáa svar aftur. Tað er ikki altíð, at eitt nú børnini eru at hitta, og tá er hent at kunna senda teimum eitt teldubræv. − Eg kann eisini skriva til ommu dóttur mína í Danmark, og hon sendir mær myndir av langommubørnunum. Tað er stuttligt. Hon dugir væl at síggja, hvussu nógv lættari tað er at fáast við ættargansking, nú hevur hovur telduna, tí fyrr skrivaði hon alt í Omma í cyber­ space Teldan og internetið eru natúrligir partar av gerandis degnum hjá Jónu Linden skov, sum er á internetinum hvønn eina sta dag, hóast hon er í sjeytiárunum Eldralív Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo