Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juli 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 135 - 17. juli 2009 Portret Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Uttanfyri einum av rað­ húsinum í Maritugøtu stend­ ur eitt lítið stativ, har klæði hanga. Tað sum hongur uppi á, eru fyrst og fremst barnaklæði, men eisini hanga nakrar Bjørn Borg undirbuksur har, so familjan sær rímiliga ung út. Innanfyri rópar Luitjen Akselsson Apol um eitt súrepli, og samstundis ringir Kaj Leo Johannesen, løgmaður, at ynskja Aksel Vilhelmsson Johannesen til lukku við landsstýrissessinum. ­ Eg má innrømma, at er nakað keðilig timing, tí eg havi ein son, sum bara er eina viku gamal. Men mann veit ikki, hvussu ofta mann fær eitt tilboð um eitt starv, Bumbur í Jakarta Tríggjar bumbuspreingingar í indonesiska høvuðsstaðnum í nátt kravdu ellivu mannalív, og umleið 50 vórðu særd. Bumbumenninir hava søkt av tveimum hotellum í Jakarta, og tað vóru fimm minuttir ímillum spreingingarnar, siga myndugleikarnir. Løgreglan í Jakarta segði í morgun, at fýra av teimum deyðu og 11 av teimum særdu eru útlendingar. Danska sendistovan í býnum heldur tað ikki vera serliga sannlíkt, at nakrir danskir ríkisborgarar vóru á teimum báðum hotellunum. Óheftir eygleiðarar halda, at tað vóru yvirgangsmenn og kanska sjálvmorðsbumbumenn sum sprongdu bumburnar uttan fyri hotellini. Annað hotellið var fyri einum líknandi bumbuálopi fyri nøkrum árum síðani. Harðari tiltøk ímóti Norðurkorea ST herdi í nátt tiltøkini ímóti Norðurkorea fyri at fáa landið at gevast við sínum kjarnorku­ og rakettætlanum. Avgerðin um at herða tiltøkini bleiv tikin í einari serligari nevnd, sum er mannað við umboðum fyri 15 lond. Avgerðin steðgar øllum pengaflytingum til fýra fyritøkur og felagsskapir, sum hava við ta norðurkoreonsku kjarnorkuverkætlanina at gera, og hon setir eisini forboð fyri at at selja Norðurkorea ymisk evni, sum verða brúkt til at gera rakettir burturúr. Tiltøkini eru bindandi fyri øll tey 192 limalondini í ST. Timingin var øgilig Við einum vikugomlum barni í húsinum viðgongur Aksel Vilhelmsson Johannesen, at timingin til ein landsstýrissess ikki er perfekt, men at hann staðfestir eisini, at hann tekur starvi í stórum álvara. Sum er, roykir nýggi landstýrismaðurin, og renning ger hann lítið við. Men hetta skal broytast. – Eg fari at keypa mánaðarkort til Yndi í morgin, sigur hann