fríggjadagur 17. juli 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 135 • 17. juli 2009
Vikuskifti
9
rbeiðspláss
og eg eri ein persónur, sum seti
ting í verk, og eg havi eginleikan
til tað, hóast eg ikki geri nakað
líknandi í løtuni, sigur hann.
Prátið fellur síðani inn á
hvussu týdningarmikið tað er, at
hava røttu fólkini rundan um seg.
Teitur heldur, at í einum og
hvørjum yrki eigur mann ikki at
vera bangin fyri at samstarva við
onnur, um ein kann blíva betri til
sítt yrki.
- Um tú opnar eina matstovu,
hví skal tú velja vínið til matar-
skránna, tá ein annar dugir nógv
betri at velja vín enn tú?, spyr
Teitur. Teitur veit hvat hann
snakkar um, tí sjálvur hevur hann
fólk rundan um seg, sum hann
ráðførður seg við.
Fyri Teit er tað týdningarmikið
hesi fólk, kenna hann, vita hvag-
ani hann kemur og hava líknandi
sjónarmið.
Spurdur um hann hevur nakran
mentor, so sipar hann til framleið-
aran Rupert Hine. Hine er fyri
Teit ein tónleika abbi, ið hevur
lært Teit mangt og hvat í sam-
band við tónleik.
Framtíðin
Umframt at spæla á Gøtusandin-
um til ársins G! Festival, arbeiðir
Teitur hart við at etablera seg í
Bretlandi. Hóast hann hevur búð
í Onglandi í seks ár, so er hann
ikki so kendur á bretsku oynni.
Hetta skal helst broytast, og
konsertferðin hann er á í løtuni,
er dømi um tað. Eitt annað
ítøkiligt dømi um hesa raðfesting
er, at ein uppsamlingsfløga av
Stay Under the Stars og Poetry &
Aeroplanes útgávunum verður
givin út í Bretlandi seinni í ár.
Tann 29. juni gevur plátufelagið
hjá Teiti, A&G Record, út singul-
una, “The girl I didn´t know” í EP
formati, tó er videolagið til hetta
lagið longu komi út, og tað kann
síggjast á YouTube.
Fólk kunnu eisini longu nú
gleða seg, tí Teitur er farin til
verka at gera løg til hansara
komandi útgávu, sum eftir ætlan
skal koma út í 2010.
tónleikur
Ólavur Guttesen
ollisweet@hotmail.com
Sum partur av útgávuni “The
Singer” hjá Teiti Lassen, er
okkara fremsti Singer farin
undir eina konsertferð, sum
byrjaði 14. mai í Brighton í
Onglandi og heldur fram til 8.
juni í Aberdeen í Skotlandi.
Mánakvøldið 18. mai var so
triðja framførslan á hesari kon-
sertferð. Hesa ferð í Leeds í
miðastóra – men intima - Brude-
nell Social Club. Uttanfyri
klubban sóust plakatir av Teiti,
og fleiri fólk høvdu leita sær til
klubban hetta góðveðurskvøldið.
Við sær á hesari konsertferð
hevur Teitur eina manning av
sera dugnaligum bretskum
tónleikarnum, ið eru saman-
settir serliga til hesa konsert-
ferð. Roy Martins á trummum,
Dan McMinna á bass og
Richard Causom á keyboard.
Eftir ætlan skuldi Teitur byrja
klokkan 22.00, men næstan ein
tíma seinni, nærkaðist tað, sum
eg eri komin fyri at hoyra. Tað
var sanniliga eisini uppá tíðina,
hugsaði eg, tí heili tríggir
bólkar hitaðu upp fyri Teiti. Tí
var tað frøiligt, at síggja The
Singer trína uppá pallin.
Einsamallur, við sínum elskaða
gittara. Hann stóð bara har
frammanfyri áhoyraranum.
Tað var eisini ein ávísur
spenningur í luftini. Tónar vóru
ikki fyrst at hoyra, men ein
áheitan frá Teiti til fólk um at
koma fram at seta seg framm-
anfyri pallin og lurta.
Grundin var løgd fyri eina
intima og áhugaverda fram-
førslu.
Bjargaði kiksinum
Fyrsta lagið sum Teitur fram-
førdi var “I was just thinking”.
Hann greiddi frá, at hann skriv-
aði lagið til damuna, sum hann
hevði, tá hann var 17 ára gamal.
Hon búði í Leeds, at hann sendi
sangin til hana á einum kasettu-
bandið, “so sangurin er oftan
spældur í Leeds fyrr”, segði
Teitur til stóra frøi fyri áhoyran-
um, sum vóru blivnir fleiri og
fleiri, sum kvøldið leið.
Tey vóru komin fyri at hoyra
ein “never less than extraordi-
nary” entertainara, sum víðagitna
blaðið The Guardian tekur til.
Síðani kom bassleikarin á pall-
in, tá lagið “Josephine” var á
skránni. Áðrenn fyrstu tónarnir í
lagnum, heitti Teitur enn eina-
ferð, næstan sum ein prædiku-
maður á einum friðarligum
møti, áhoyrarnar um at koma
fram og sessast frammanfyri
pallin. Hesaferð fyltist gólvið
við enn fleiri fólkum.
“The girl I don´t know”, ið er
fyrsta singulin á fløguni, sum
verður givin út í Bretlandi, stóð
so fyri skotum við fullum
orkestri, og rættiligt lív kom í
áhoyrarnar, og tað tóktist sum
kemi’inn millum tónleikarnar
og áhoyrarnar var ógvuliga góð.
“Legendary afterparty” og
“Start wasting my time” blivu
síðani spældir í góðum Teitur
style, men at bólkurin er nýliga
samanspældur kom týðiliga
fram til lagið “We still drink the
same water”. Lagið var ikki
meir enn byrjað, so gekk galið.
Hvat akkurát fekk eg ikki
ordiliga við, men so mikið
galið, at teir máttu byrjað lagið
umaftur. Eg havi verið til
konsertir har slík er hent, og tað
hevur mangan haft ein píniligan
stemning við sær. Men Teitur,
so sjarmerandi sum hann er,
segði við einum skeivum
skálkasmílið, at hetta var bert
triðja framførslan higartil, so
“hetta royna vit bara umaftur”.
Og framførslan helt á, sum um
at einki var hent. Waw!
Sum til øll hini løgini greiddi
Teitur frá meiningini ella boð-
skapinum aftanfyri lagið, og tað
eydnaðist heilt væl, tí tað tóktist
sum um at Teitur ikki bert var
komin at framføra sínar sangir og
vóna, at fløgan seldi væl aftaná
konsertina, men at geva fólkun-
um eitt upplivilsi á einum intin-
um støði. Og tað má sigast at,
hann kom ógvuliga væl frá tí.
Knappiliga legði eg til merkis,
at servitrisan í klubbanum
steingir barruna. “Er hetta ein
partur av showinum”, hugsaði
eg. Tí lagið “Caterine the
waitress” júst var byrjað, men
allarhelst var tað bara vanlig
afturlatingartíð. Men tá ein skal
ummæla, fara slíkar hendingar
ikki bara framvið, og um ikki
áhugavert fyri nakran annan, so
fyri meg. Anyway. Men tað var
ikki langt frá, at hesin sangur
var tann besti hetta kvøldið, tí
fleiri fólkið fóru uppá gólv og
byrjaðu at dansa.
Tá Teitur nevndi, at hann fór
at spæla “Louis Louis”, frøddust
fólk óført. Tey mundu hava
onkran kunnleika til Teitur
frammanundan, og tað í sær
sjálvum er ikki snedigt. Hann
hevur jú verið á altjóða tónleika-
pallinum í fleiri ár. Hann hevur
spælt lagið so mikið ofta, men
tað vóru eingi tekin uppá
sløsheit, og fyri meg var hetta
besti sangurin hetta kvøldið,
eftirfylgjandi við einum kanska
meira anonymum “So don´t let
me fall in love with you”.
Seinasta lagið (tað segði hann
í hvussu so er!!!) hetta kvøldið
var “The Singer”. Teiti settið
seg við klaveri, og treiv í “I
always had the voice, and now I
am aaaaaa singer ...” Fyri meg
var hetta THE hæddarpunkt
hetta kvøldið. Framførslan var
ógvuliga innilig og ljósið á
pallinum komplimenteraði so
væl við lagið, at tað var ikki
bert eitt lag ein hoyrdi, men ein
heildaruppliving fyri sansirnar.
Tað var ikki bara eg, men tað
sást á áhoyrarnum, at hetta var
ein serlig uppliving.
Bara spiki vantaði
Eg veit ikki um um Teitur altíð
hevur eitt obligatoriskt eyka sett,
men tað er jú vanligt, at bólkar
ikki enda, tá teir siga at “hetta er
síðsti sangurin í kvøld”, men
Teitur var ikki meira enn farin av
pallinum, tá fólk byrjaðu at rópa
og klappa hann um framføra
fleiri løg. Lítil løta gekk, og øll
manningin var aftur á pallinum.
Fyri meg virkaði tað, sum um at
tað bólkurin hevði fyrireikað seg
uppá tað.
Løgini, ið teir framførdu vóru
“I run the carousel” og nýggja
lagið hjá Teiti, sum er á bretsku
útgávuni á The Singer “My only
companion”. Hetta er eitt ógvu-
liga gott og spennandi lag. Tað
ber til millum annað at hoyra tað
á Myspace-síðuni hjá honum.
Hetta lagið var veruliga tað
seinasta lagið hetta kvøldið. Og
kvøldið endaði sum tað byrjaði.
Teitur einsamallur á pallinum.
Tað kom týðiliga fram hetta
kvøldið, at Teitur hevur eina
sera dugnaliga manning aftan-
fyri seg til hesa konsertferð, og
tað hoyrdist væl. Konsertin var
væl framførd, hóast teir uttan
iva fara at blíva enn betri
samanspældir sum tíðin líður.
Um hølið og mixingin høvdu
verið betri, kundi framførslan
fingið prikkin yvir i´ði.
Endin var sostatt komin á
hesum frálíka “Føroya kvøldin-
um” í Leeds, bara uttan grind
og spik og skerpikjøt.
Framførsla fyri sansirnar
- Tað er eitt praktiskt problem or
whatever. Eg eri troyttur av at
verða turistur. Tá eg komi heim
til Føroyar, sum eg ofta geri, so
hví ikki hava eini hús at koma til,
heldur at búgva hjá pápa mínum,
sigur Teitur Lassen