Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juli 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 135 - 17. juli 2009 Við støði í samtyktini, sum Altingið gjørdi í gjár, fer íslendska stjórnin nú at orða eina formliga umsókn til ES um limaskap í sam veldinum. Stjórn in ætlar at bera so mikið skjótt at, at umsóknin skal ætlandi handast uttanríkisráð harr­ un um hjá ES, tá teir hittast til fundar tann 27. juli Ísland og Es Árni Joensen arni@sosialurin.fo 61 av teimum 63 limunum í Altinginum tóku lut í at ­ kvøðugreiðsluni um at biðja ES um samráðingar um limaskap. Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir, sum er næstformaður í Sjálf­ stæðisflokkinum, og Guð­ friður Lilja Grétarsdóttir, sum er formaður í ting bólk­ inum hjá Vinstrafylkingini, greiddu ikki atkvøðu. Av teimum 61, sum greiddu atkvøðu, atkvøddu 33 fyri uppskotinum hjá stjórnini. 28 atkvøddu ímóti. Frammanundan hevði Altingið felt eitt uppskot hjá tveimum limum í uttan­ ríkisnevndini um at lata eina fólkaatkvøðu gera av, um Ísland yvirhøvur skal søkja um limaskap í ES. 30 tinglimir atkvøddu fyri hesum uppskotinum, men 32 atkvøddu ímóti, og tískil fall tað. Søkja fyrsta dagin Jóhanna Sigurðardóttir, for­ sætisráðharri, var sera fegin um, at Altingið hevði tikið undir við at søkja ES um limaskap, og hon kallaði atkvøðugreiðsluna søgu­ liga. Hon segði eisini, at atkvøðugreiðslan var ein av teimum mest hugaligu, sum hon hevur verið við til í Altinginum, tí hon hevur so stóran týdning fyri landið, segði hon. ­ Vit fara nú at handa formansskapinum í ES eina formliga umsókn fyrsta dagin, samstundis sum vit fara undir at fyrireika okk­ um til samráðingarnar, segði Jóhanna Sigurðar­ dóttur aftan á atkvøðu­ greiðsluna í Altinginum. Hon legði afturat, at allir teir politisku flokkarnir og aðrir viðkomandi partar í samfelagnum verða bodnir við til fyrireikingarnar, og at almenningurin skal fáa allar upplýsingar, so hann kann taka støðu, tá fólka­ atkvøða verður um sam­ ráðingarúrslitið. Vónar nei Teir gomlu íslendsku politikararnir eru líka ósamdir um ætlanina um ES­limaskap sum tey, sum í dag manna Altingið. Mill­ um teirra, sum eru ímóti limaskapi í ES, er fyrr­ verandi forsætisráðharrin Steingrímur Hermannsson. ­ Eg havi framvegis vónir um, at tjóðin fer at vraka tað, sum kemur burtur úr samráðingunum, segði hann í gjár. Hann duldi ikki fyri, at hann er harðliga ímóti, at Ísland fer upp í ES, tí hann er sannførdur um, at lima­ skapurin fer ikki at gagna íslendingum, men heldur londunum inni á megin­ landinum. ­ Tað er harmiligt, at fólk leggja dent á annað enn tað neyðuga, sum er at bjarga teimum einstøku húsar­ hald unum og vinnulívinum og at reisa hetta landið aftur eftir tey ovurstóru mistøk, sum eru gjørd undanfarin ár, segði Steingrímur Her­ mansson. Norska stjórnin fer at kanna avleiðingarnar Íslendska avgerðin at søkja um limaskap í ES hevur fingið norðmenn at taka spurningin um norskan limaskap uppaftur Ísland og Es Árni Joensen arni@sosialurin.fo Tey, sum eru fyri norskum llimaskapi í ES, vilja hava stjórnina at taka sama stig sum íslendingar. Tey, sum harafturímóti eru ímóti, at Noreg skal fera upp í ES, halda uppá, at møguligur íslendskur limaskapur hevur avmarklaða ávirkan á Noreg og norsk viðurskifti. Ta uppfatanina hevur norska stjórnin eftir øllum at døma ikki. Í hvussu er fer stjórnin at kanna, hvørjar avleið­ ingar íslendskur ES­limaskapur kann fáa fyri Noreg og EBS­sáttmálan. ­Vit noyðast at tosa um, hvørjar avleiðingar tað kann fáa fyri Noreg, um Ísland verður limur í ES, sigur Jonas Gahr Støre, uttanríkisráðharri, við tíðindastovuna NTB. ­Hin spurningurin er, hvørjar avleiðingar møguligur íslendskur ES­limaskapur fær á EBS­sáttmálan. Vit mugu greina tey viðurskiftini og tosa við ES um tað, sigur uttanríkisráðharrin. Jonas Gahr Støre væntar ikki, at íslendska ES­um­ sóknin fer at ávirka ES­politikkin hjá stjórnini fyrr enn í næsta valskeiði. Ein meiningakanning í Noregi hevur víst, at 85 prosent halda ikki, at íslendskur ES­limaskapur hevur nakra ávirkan á norsk viðurskifti. Umsóknin fer til Bruxelles fyrsta dagin Jonas Gahr Støre, uttanríkisráðharri Mynd: Aftenposten Ísbjarnastovnar minka Ein teljing, sum bleiv gjørd í 2005, men sum ikki varð almannakunngjørd fyrr enn í síðstu viku, vísir, at av teimum 19 ísbjarnastovnunum í heiminum standa tveir í vøkstri, seks eru støðugir, fimm minka, og at ivi eru um teir seinastu seks, tí tølini fyri teir eru ikki nóg neyv. Tey, sum hava gjørt teljingina fyri World Wildlife Foundation, siga kortini, at tað er eingin ivi um, at minst átta av stovnunum eru í minking. Geoff York hjá WWF segði á tíðindafundi í Keypmannahavn í síðstu viku, at veðurlagsbroytingarnar eru ein stór hóttan fyri ísbjørnina, men at tað ber til at venda gongdini. Sambært WWF eru millum 20.000 og 25.000 ísbjarnir í heiminum nú. Lundin doyr Tey seinastu trý árini eru ongar lundapisur komnar undan á Røst í Noregi, men fuglafrøðingar siga, at tað kemur heldur eingin pisa undan har í ár. Granskarin Tycho Anker­Nilsen sigur við kringvarpið NRK, at framtíðarvánirnar hjá lundanum fram við strondini í Nordland eru daprar, og sjálvur heldur hann støðuna vera álvarssama. Hann sigur, at lundin hevur ikki funnið nóg mikið av føði úti á havinum til sín sjálvs og pisurnar, og tí eru allar pisurnar á Røst deyðar. Sambært granskaranum, sum verður mettur sum tann fremsti lundaserfrøðingurin í Noregi, er lundastovnurin bara ein av tí, sum hann var fyri 30 árum síðani.