Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juli 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 135 • 17. juli 2009 Uttan fyri spælistaðið “The Duchess” í søguríka býnum York í Norður Onglandi, hitti Sosialurin kanska ikki líka søguríka Teit Lassen, men ein opan og erligan Singer við nógvum søgum og upplivingum í skjáttuni SAMRØÐA Ólavur Guttesen Inni í spælistaðnum hevur ein bólkur, sum skal hita upp fyri Teit seinni hetta kvøldið, ljóðroynd, og tað er ógjørligt at práta saman í øllum larminum inni. Vit fara tí út um, og Teitur festir sær skjótt í eina sigarett, meðan við leita okkum til tour bussin. Her vóru bert fuglar, ið sungu. Konsertin hjá Teiti í York er tann tíggjunda av heili nítjan konsertum uppá minni enn ein mánað. Árið í fjør var eitt sera hendingaríkt ár fyri Teit. Hann kom inn í árið við stóra heitinum sum besti sangari í Danmark, tá hann vann Danish Music Awards 2007. Hann fekk stóra heiðurin at opna Roskilde festival á Appilsingula Pallinum (Orange Scene). Hann doneraði ein sang til frama fyri støðuna í Tibet við mætum listafólkum sum Sting og John Mayer, og hann hevur millum annað keypt sær eitt hús í Velbastað. Við í Hollywood filmi Teitur er vorðin ein etableraður listamaður. Hann fær tilboð frá her og har – sum hann sjálvur tekur til – og velur tað, sum hann brennur fyri. At Teitur er ein fjøltáttaður listamaður og sín egni harri, sæst aftur í teimum listarligu valum hann tekur. Hann hevur ikki tørv á at vísa sítt virði við at framføra við kendum nøvnum, men letur heldur sín egna tónleik tala fyri seg. At spennandi ting henda á vegnum, tekur hann sum nakað spennandi og stuttligt. – Eg vil ganga mínar egnu leiðir, sigur Teitur heilt avgjørdur. Millum annað skrivar hann í løtuni tónleik fyri eitt barok orkestur í Hollandi. Tað er ein verkætlan, ið kallast Confession, har Teitur skrivar tónleik til heimavideoir, sum fólk gera. Ein onnur hurð, ið er latin upp fyri Teiti er Hollywood. Lagið “One and Only” var á soundtrack­ inum til Hollywood filmin “My super ex­girlfriend” við millum annað kendum sjónleikarnum sum Luke Wilson og Umu Turman í høvuðsleiklutunum. Hetta kom í lag við at løg hjá honum sum hjá so mongum øðrum, eru í sirkulatión “over there”. Men tað sigur nakað um góðskuna í tónleikunum hjá Teiti, at fólk geva honum slíkan ans. Dreymalív? Tað kann ljóða sum eitt dreymlív fyri mong, at møguleikar liggja soleiðis framvið, og spurdur um hetta er eitt dreymalív, svarar Teitur, púra einfalt og uttan at vera hágstórur: ­ Hetta er mítt lív, og hetta er tað, sum eg havi valt. Fyri meg er er tað læruríkt, gevandi og spennandi, sigur hann. ­ Eg eri ein skapandi persónur, og eg rokni ikki við, at eg hevði trívst í einum vanligum starvi. Um tað hevði verið, so skuldi eg skapt nakað. Eg fungeri væl í tí, sum eg geri, greiðir hann víðari frá. Svarið var kanska ikki eitt beinleiðis JA!, men hóast alt er tað ein greið og sólaklár ábending, um at hann trívist sum fiskurin í vatninum við tí, sum hann ger. Keypt hús á Velbastað Teitur hevur fyri stuttari tíð síðan keypt hús á Velbastað. Er hann vorðin troyttur av at fjakkast kring heimin? Teitur svarar við einari amerikanskari dialekt, sum týðiliga vísur, at hann nýtir tað enska málið ógvuliga nógv í gerandisdegnum: ­ Tað er eitt praktiskt problem or whatever. Eg eri troyttur av at verða turistur. Tá eg komi heim til Føroya, sum eg ofta geri, so hví ikki hava eini hús at koma til, heldur at búgva hjá pápa mínum, sigur Teitur flennandi. ­ Eg eri mettaður av at ferðast so nógv, og í ár havi eg valt at skriva tónleik og nú eisini foku­ sera uppá at verða her í Bret­ landi, nú tá eg havi fingð plátu­ sáttmála her, sigur Teitur, ímeðan hann klórar sær í høvdinum. Hann leggur samstundis afturat, at tað er nógv tíð og orka farin til at seta seg inn í nýggj ting, tá ið hann flytir til eitt nýtt stað, og tað er ikki altíð lætt. Umframt at hava hús á Velba­ stað, hevur Teitur eisini eina íbúð í Keypmannahavn, har hann eisini kennur seg heima. Smæðist ikki um Føroyar Eitt, sum mangan sermerkir okkum føroyingar, er, at okkum dámar væl at tosa um okkum sjálvi, og at spyrja fólk hvat teimum dámar okkara land og mentan. Teitur hevur svara óteljandi spurningum um Føroyar og tí, ið har til hoyrir. Verður hann nakrantíð troyttur av at práta um Føroyar? ­ Eg verði als ikki troyttur at fortelja um Føroyar, sigur hann avgjørdur ­ men brosandi. Hann smæðist heldur við ikki at greiða fólki frá, at hann er føroyingur. Teitur skilir væl, at mong spyrja um Føroyar, tí tað er eitt lítið og áhugavert land. Flestu fólk hava ongantíð hoyrt um Føroyar, og tí tykist áhugin altíð at vera stórur. ­ Tað hevði tað eisini verið, um onkur segði seg koma úr Galapagos oyggjunum, sigur hann enn brosandi. Umráðandi við dugna­ ligum fólki rundan um seg Hóast tónleikur er høvuðsyrkið hjá Teiti, so tekur hann sær eisini stundir til at tekna, skriva søgur og annars seta ting í verk. Stuð­ ulskonsertin í Norðurlandahús­ inum í 2006 í samband við Tsunami vanlukkuna í Tailandi er eitt gott dømi um hetta. ­ Tað hendir okkurt allatíðina, Heimurin er mítt ar Roy Martin - Trummur ­ Teitur er ógvuliga sjarmer­ andi, avslappaður og eisini róligur. Vit hava báðir sama humor, tí flenna vit nógv saman. Eg havi spælt trumm­ ur í 25 ár, og tað er gott at spæla saman við einum manni, sum ikki er egoist­ ikur. Teitur loyvir okkum í bólkinum at seta okkara fingramerkið á tónleikin. Dan McKinna - Bass ­ Sum tónleikari er Teitur ógvuliga dugnaligur og hann hevur einaa serstaka rødd. Hann er ein sera jaligur per­ sónur og taklar truplar støður ógvuliga filosofiskt. Uppá ein góðan máta tekur hann seg sjálvan ikki so álvarsamt, hóast hansara tónleikur er tað. Richard Causon – Keyboard ­ Teitur og eg hava verið góðir vinmenn, síðan vit byrjaðu at arbeiða saman fyri nøkrum árum síðan. Hann er ein góð­ ur persónur og ein ógvuliga fittur fýrur. Teitur er ektaður sum tónleikari og sum per­ sónur. Jon - Road Manager ­ Teitur er ein fínur persónur. Hann er ógvuliga stuttligur at vera saman við. Eg dámi sera væl hansara humor. Sum lista­ maður er hann ógvuliga góður, hóast hansara tónleika­ stílur, ikki akkurát er mín stílur. Manningin um Teitur: r