Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. juli 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 135 - 17. juli 2009 Ætlar sær heimaftur Manuel Zelaya, sum herfyri varð koyrdur úr forsetaembætinum í Honduras og sendur av landinum, sleppur heimaftur. Tað sigur uttanríkisráðharrin í stjórnini, sum bleiv koyrd frá saman við forsetanum. Ráðharrin vildi ikki siga, nær ella hvussu tann frákoyrdi forsetin fer heimaftur. Sjálvur hevur Manuel Zelaya sagt, at eydnast tað ikki at fáa eina semju við kvettmenninar, fer hann at skipa sína egnu stjórn, so skjótt hann kemur heimaftur. Teir seinastu dagarnar hava vbiðhaldsfólk hansara gingið kravgongu við kravi um, at kvettmenninir skulu lova forsetanum heimaftur og gera semju við hann um valdið. Fjallaklatrarar omandotnir Í Japan hava bjargingarlið funnið líkini av tíggju fólkum, sum vóru farin at klatra í fjøllunum á oynni Hokkaido. Talan er um níggju menn, sum duttu oman, tá teir royndu at sleppa niðan á fjallið Tomuraushi, og eina kvinnu, sum datt oman á einum øðrum fjalli á oynni. Ein talsmaður hjá løgregluni vildi ikki geva nakað boð uppá, hví tey tíggju vóru dottin oman, men japanska veðurstovan sigur, at veðrið hevur verið vánaligt í fjøllunum við nógvum vindi og regni. Tíðindastovan Kyodo sigur, at teir níggju menninir, sum duttu oman, vóru í einum størri ferðalagi, og at tað eydnaðist hinum at sleppa omanaftur í øllum góðum. Tað er ikki greitt, um talan er um japanar ella útlendsk ferðafólk. har mann kann gera tílíkan mun, greiðir nýggi lands­ stýris maðurin í heilsumálum frá. Inni í húsunum sær tað eisini út sum, at fólk búgva inni. Eitt sindur av leikum eru á gólvinum og runds­ tykkir eru júst komin á borðið. Modernaður maður Spurdur um hvussu tað er við tí húsliga, fortelur maður Katrina Didriksen Apol, at tey hava býtt tað húsliga so kristiliga ímillum sín. Á postkassanum sæst eisini, at eldri sonurin eitur Akselsson og síðan hevur eftirnavnið hjá mammuni, so onkursvegna kann stað­ festast, at javnstøða ræður. ­ Eg haldi ikki, at mann skal lóggeva eyka fyri kvinnur, tí tað er nakað, sum hendir av sær sjálvum. Hjá mær var tað soleiðis, at eg búði einsamallur niðri í Danmark ta mesta av tíðini, og tá mátti mann líka sum taka av sær sjálvum, men eg kann gott innrømma, at eg gjørdi mest við at steikja búffar ella okkurt tílíkt og so át eg pasta afturvið. Restini mátti mann eisini sjálvur syrgja fyri, so bein­ anvegin vit komu saman, býttu vit alt ímillum okk­ um. Vit skiftast eisini annan hvønn dag at gera mat. Men fáa vit gestir, so ger konan mat, tí hon dugir eitt sindur betur, greiðir ein av klaks­ víkingunum í Hoyvík frá. Ordiligur klaksvíkingur ­ Eg eri nokk ein klaksvíkingur. Tað hoyrist og alt. Men tað kemur sjálvandi av, at mann sleit sínar barnaskógvar har. Gekk í skúla har, hevði sínar vinir har og so framv­ egis, greiðir hann frá. Og tá rationaliseringarnar av sjúkrahúsunum verða nevndar, so hevur hann eina avgjørda meining. ­ Enn veit eg ikki so nógv um mítt nýggja arbeiðspláss, men tað verður ikki í mínari tíð, at nakað sjúkrahús letur aftur. Kanska kann okkurt rationaliserast, men tað er ikki sjálvfylgjan at alt skal vera í Havn, staðfestir hann. Spældi bólt Tá Aksel V. Johannesen var yngri, gjørdi hann rættiliga nógv við ítróttina í Klaksvík, har hann bæði spældi við KÍ og Mjølnir. Fyrst í hálvfemsunum var hann eisini fastur partur av hópinum hjá KÍ og var eisini so heppin at gerast føroyameistari við liðnum í 1991. Men í 1995 bleiv hann skaddur, og hevur ikki gjørt eins nógv við fótbóltin síðan. ­ Eg sleit liðbandi í knænum, og seinni aftur fekk eg trupulleikar við tjúkk unum, so eg fái ikki gjørt so øgiliga nógv. Bara eg renni ein túr fái eg ilt. ­ Men tað er eisini nokk so lætt at spæla skaddur. Tað er so øgiliga lætt at skylda uppá, flennir hann. Hinvegin vil fyrrverandi ítróttarmaðurin fegin renna í fótasporum Hans Paula Strøm í samband við Heilsu­ renningarnar. ­ Tað er so lætt at skylda upp á skaðar, men eg fari at royna at vera við har eg kann. Málið er at gevast Heilsuár er í ár, og longu nú er tað soleiðis, at Aksel Johannesen hugsar um at gera Hans Paula Strøm kunstinum eftir og leggja av at roykja. ­ Eg royki, og eg venji eisini øgiliga lítið, men tað má vera eitt mál at leggja av. Og nú eg havi hendan sessin, má eg heldur fara at venja.... Eg keypi mær mánaðarkort til Yndi í morgin!, staðfestir hann. Tekur sum tað kemur Hóast heilsumálaráðharrin er avgjørdur um, at hann fer at fáa eitt sindur skil uppá sínar lastir, so er hann ikki ein maður, ið planleggur so øgiliga langt fram. ­ Eg plagi at taka tingini, sum tey koma. Tá eg fór í HF, visti eg, at eg skuldi lesa løgfrøði. So gjørdi eg tað, so gott sum eg kundi, men tað var ikki í kortunum, at eg skuldi gerast ein týdningarmikil sakførari ella nakað. Tað er tað sama við politikkinum. Eg varð spurdur at vera við og føldi, at eg kanska kundi gera mun, og tí segði eg ja, fortelur løgfrøðingurin. Kovboybuksudagar Tað er rættiliga ymiskt, hvussu fólk lata seg í. Og Aksel Johannesen metir seg ikki nakrantíð vera tann fínasta, hóast hann roynir at síggja rímiliga rætt út. Fert tú so til arbeiðis í klædningi nú? ­ Kenni eg meg sjálvan rætt, so verður tað klædningur ta fyrstu tíðina, og so fari eg onkrar dagar í kovboybuksur. Men tað verður nokk longri og longri ímillum jakkasett­ dagarnar, metir hann. Fakta um landsstýris- mannin Navn: Aksel Vilhelsson Johannesen Føðidagur: 8. novembur 1972 Bústaður: Hoyvík Maki: Katrin D. Apol Børn: Tvey Foreldur: Vilhelm og Johild Systkin: Líggjas, Signhild, Bethuel og Ragna Hóast Hans Pauli Strøm ikki longur er landsstýrismaður, so verður sessurin verandi í familjuni. Tað er nevniliga soleiðis, at systir konu Hans Paula Strøm er vermóðir Aksel Johannesen. Sindur innviklað? Ja. Men taka vit frá Aksel Johannesen, so kunnu vit siga, at vermóðir Aksel Johannesen er versystir Hans Paula Strøm. Og hetta kunnu vit eisini siga sum, at vermóðir Aksel Johannesen er mostur til børnini hjá Hans Paula Strøm. - eij Gert tú eina skjóta leiting á Google eftir Aksel V. Johannesen, so finnur tú ikki so óvanliga nógv, men nú finnur millum annað útav, at tað var 8. mai í 2007, at tíðindini bórust um, at sonur Vilhelm Johannesen fór at stilla upp. Eisini sæst á Google, at hann atkvøddi blankt við aðru viðgerð av bjargingarpakkanum av Smyril Line. Rættiliga fitt er eisini at finna um tíðina hjá Aksel Johannesen, sum formaður í KÍ. Men tað er ikki bara í formansessi, at klaksvíkingurin hevur havt nakað við bólt at gera. Millum annað ber til at finna, at hann í 2002 var toppskjútti hjá næstbesta liðnum hjá ÍF Føroyum. -eij Álops- og floksfelagin frá barnaárunum, Todi Jónsson, hevur bara gott at bera nýggja landsstýrismanninum Landsstýrismaður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ein av teimum, sum gjøgnum árini hava havt tætt samband við nýggja landsstýrismannin, er Todi Jónsson, sum av fleiri føroyingum verður mettur sum okkara fremsti fótbóltsspælari nakrantíð. Teir báðir kennast frá ungum árum. Hava gingið í skúla saman, og vóru eisini fastur partur av álopinum hjá einum nógv vinnandi KÍ­liði upp gjøgnum ungdómsárini. Og hartil búðu teir báðir í Keypmannahavn tey árini, sum Aksel tók jura­ útbúgvingina, meðan Todi spældi fótbólt við ávíkavist Lyngby og FCK. Tá spældi Aksel við ÍF Føroyum og var fleiri ferðir toppskjútti. ­ Aksel er sympatiskur og skjótt tosandi. Eg kenni sum so ikki hansara politisku eginleikar, men hann burdi verið væl vandur á økinum, heldur Todi, sum her sipar til uppvøksturin hjá Akseli, sum jú er sonur Vilhelm Johannesen, sum í fleiri umførum var partur av landsstýrinum. Bethuel Johannesen, næstelsti bróður Aksel, staðfestir, at nýggi landsstýrismaðurin var onkran túr til skips, tá hann var eini 15 ára gamal. ­ Hann royndist á eini leið. Men hann tímdi slett ikki haldi eg. Hann tímdi betur bøkur og tílíkt, staðfestir Bethuel Johannesen. Hann leggur afturat, at teir kanska fóru eitt sindur illa við yngra bróðurinum. Men Bethuel greiðir eisini frá, at Aksel var eitt sindur øðrvísi enn hini systkini, og at hann tímdi betur bøkurnar enn tey. Hinvegin heldur Bethuel, at bróðurin er djarvur at taka við sessinum, og hann heldur eisini, at bróðurin fer at klára seg væl. ­ Tímir mann at lesa bøkur, lurta og so framvegis, so mann verða í lagið, metir Bethuel Johannesen. - eij Aksel á Google Skjótur og sympatiskur Tímdi betur bøkurnar Sessurin verandi í familjuni Rættiliga turt, má Aksel Vilhelmsson Johannesen staðfesta, at eitt av næstu málunum er at leggja av at roykja Mynd: Beinta Haraldsen